verður boðin í hesum døgum. Er tað ikki eitt hol, niðanfyri ella omanfyri vatnskorpuna, sum er trupulleikin, so er tað vandin fyri at verða avskorin frá umheiminum, tí peningur ikki er tøkur at røkja skipini [...] treingja, burturav. Og eingin skal billa mær inn, at tað er umhugsni fyri vinnuni, sum fær slíkar pissior-politikarar at agera sum teir gera. Nei, her er einki annað enn nepotisma og lobbyisma sum styrir h [...] havnamaðir segði herfyri. Ein sannroynd er tað, at hetta er ein roynd at geva Suðuroynni mønustingin, tí hóast oljuvinnan kanska ikki fór at geva nakað sum helst av sær, so er tað í vónini um betri tíðir, vit
býartorg har. Torgið er hugsað sum staðið, har ið fólk hittast. Her er miðbýurin og her skal verða virksemi og her skal verða fjálgt, sigur Albert Isfeld. Framvið suðursíðuni er ætlanin, at tað skulu [...] Her skal vera virksemi og her skal vera fjálgt. Hetta er tankin, sum Albert Isfeld arkitektur, hevur arbeitt fram ímóti, nú hann hevur gjørt eitt uppskot til, hvussu miðbýurin í Vági skal skipast í framtíðini [...] nógv betri. Tann parturin í Vági, sum kemur undir ætlanina, er strekkið frá Heilsumiðstøðini út til minnisvarðan fyri teimum sjólætnu. Ætlanin er, at miðbýurin skal hýsa felagsskapum, fyritøkum og stovnum
Tað er hósdagur 20. apríl. Klokkan er fáar minuttir í 11, og Dúgvan er í ferð við at leggja til bryggju í Leirvík. Hetta er ein av teimum seinastu túrunum, ið Dúgvan er á hesi farleiðini. Veruleikin er [...] hon ikki hevur verið her áður, hevur hon kortini sínar hugsanir um samferðsluna hjá norðoyingum, nú Norðoyatunnilin letur upp. Sjálv heldur hon, at Dúgvan er eitt gott skip. Her er hugnaligt umborð og gott [...] ferðafólk við til Klaksvíkar. Og tó - millum hesi er ein ung og vøkur kvinna úr Hoyvík, sum er á serstakari uppgávu henda dagin. Samstundis við hetta er talan um fyrsta túr hennara við Dúgvuni um Leirvíksfjørð
í Nólsoy. Maðurin er Bo Janoschka, sum her er avmyndaður saman við elsta beiggja og yngstu systir Ova, Hans Sofusi (Ba) og Lenu Joensen. - Bo er føddur og uppvaksin í Avstralia, og her býr hann framvegis [...] sinni. Ikki er frítt, at Bo líkist til Nólsoyar, og tað eru tey, sum halda, at hann og Lena líkjast rættiliga nógv. Á Facebook-síðuni skrivar ein kvinna, hvussu gott tað er, at Ove Joensen eigur nøkur slík [...] “overalt í verden”, sum hon eitt sindur skemtiliga tekur til. - Tvær gentur og ein drong. Tað er flott, Ove! Tað er eisini flott, at tey nú øll hava sæð, hvaðani røtur teirra eru, sigur kvinnan á Facebook-síðuni
Ja, hvat hendir her, og hví liggja deyðir fuglar í fjøruni? Ivaleyst vildi onkur spurt soleiðis í 2016. Og tó; í summum bygdum bæði var og er hetta eingin sjaldsom sjón. Myndin er tikin í Nólsoy fyrr í [...] í vikuni, og tað er Pedda Hansen, sum eigur myndina og hevur lagt hana út á sína Facebook-síðu. Tankarnir leita aftur á góðar, gamlar dagar í Nólsoy. Tað er frískur vindur. Hann er vestligur í ættini, [...] at standa í stað, stillstøða, stígur, steðgur, hvíld, ikki støkka úr stilli…" Og so er spurningurin, um talan her er um sama orðið, sum brúkt verður um grótlaðið - eitt stilli.
enn tað, føroysk oyru vanliga hoyra. Her er tað jazzur við rót í Afrika. Talan er um Summartónar South Africn Jazzband v/ Kristian Blak. Hetta er ein føllbroytt samanseting av tónleikarum. Á skránni eru [...] og Marie Louise Lind, cello. Eisini her eru frumframførslur, m.a. av verki eftir K. Blak. African Jazz Konsert er eisini í Sjónleikarhúsinum klokkan 22:30. Hendan er kanska meira serstøk, ella øðrvísi, [...] (sopran) og Birgitte Schnakenburg (klaver) í Listaskálanum í Havn. Skráin er hin sama, sum týskvøldið í Trongisvági. Klokkan 19:30 er konsert í Norðurlandahúsinum við Marselis Kvartetten. Todd Cadieux leikar
skjal, sum verður fylt út. Leinkja til bátatilmelding er - https://forms.office.com/e/X4t9J2knX8 Leinkja er eisini til tilmelding til kampingpláss, og her verða tey, sum ætla sær við, eisini leidd inn á t [...] tilmeldingarskjalið. Leinkja til tilmelding av kampingvogni ella kampingbili er - https://forms.office.com/e/3xvPUth0in Her er leinkja til filmsbrot, har bjóðað verður vælkomin til bátafestival á Toftum [...] Í dag er tað bara ein vika, til ársins fyrsta bátastevna - bátafestivalurin - verður á Toftum. Hetta er eitt stórt og hugnaligt tiltak við nógvum bátum, kampingvognum og nógvum fólki. Fyrireikararnir siga
til seinast. – Her er spenningur í Hvalba, ja, sigur Súsann Niclasen, valstýrari. – Seinast var bara tann eini listin, og nú hava vit ein lista, ið er fyri samanlegging, meðan hin ikki er beinleiðis fyri [...] fyri. Tað er nokk tað, man snakkar mest um her, sigur hon og vísir á, at lagið annars er gott á hvalbingum í dag, og tað gongur væl at skipa valið. Tilsamans hava 445 fólk atkvøðurætt, og í Sandvík velja [...] ella ikki samanlegging. Og tað sær út til, at valluttøkan er høg, tí á middegi høvdu longu 133 fólk atkvøtt. Tað svarar til 29,8 prosent og er við brævatkvøðum. Til seinasta val vóru tað 117, ið høvdu
síggjast týðilig tekin um, at her er vend komin í. Ein ætlan er gjørd um, hvussu hetta skal fremjast í verki. Og týsdagin í farnu viku vóru menn til arbeiðis við nýggja sparkivøllin ovarlaga í bygdini. - [...] slík arbeiðir hava ligið á láni, er altíð nógv at gera, tá ein so fer í gongd. - Men nú er so ein byrjan komin á, sigur Oddmar Hentze, umsjónarmaður í Skopunar kommunu. Her við sparkivøllin eru teir í løtuni [...] fríðkað um. Hetta sær ein bara og best við at ganga runt um í bygdini. Hóast nógv er gjørt, so er kortini nógv eftir. Men einki er sum bendir á, at ein ætlar at steðga við hesum fyri tað. Teir hava m.a. sett
sostatt bara lata vørur eina ferð um vikuna. Hetta er er eisini galdandi fyri okkara høvuðsmarknað fyri upsa og kongafisk, sum er tann týski marknaðurin. Tað er innlýsandi, at so vánaligar karmar kunnu vit ikki [...] u. Tann, sum lesur nevndu grein, má spyrja, hví skilið er, sum tað er. Hetta er, sum nevndi útflytari sjálvur sigur: "burtur úr vón og viti og er ein stórur bági fyri kappingarførið". Hann leggur afturat [...] týdningin fyri kappingarførið, er, at vit fáa betri flutningsmøguleikar ímillum Føroyar og umheimin. Útflytarin upplýsir, at fiskur, sum verður avskipaður í Føroyum mánadag, er ikki frammi á marknaðinum fyrr