uppí samgonguna. Elin Lindenskov heldur annars ikki, at samgongan í býráðnum hevur fingið nakað sum helst burturúr. Andstøðan hevur harafturímóti virkað væl. Mynd: ?Hetta er skaðandi fyri umdømið hjá Javn [...] oyar javnaðarfelag hevði fund í gjárkvøldið, eftir at blaðið fór til prentingar. Elin Lindenskov hevur eisini boðað stjórnini í Javnaðarflokkinum frá nýkomnu støðuni og hennara ón?d. ?Hetta er skaðandi [...] av, at Tórfinn Smith hevði fingið eitt tilboð um at koma uppí samgonguna, og hon skilir, at hann hevur bíðað til eftir løgtingsvalið. Tað var tó ikki við hennara góða vilja, at hon móttók eitt teldubræv
er ógvuliga takksom fyri hana, sigur borgarstjórin. Ætlanin hevur annars verið at stovna eitt Kiwanis felag í Eysturoynni, men undirtøkan hevur ikki verið fyri tí. [...] gøtufólk. Vit hava havt tætt samband við Vestmannaoyggjarnar í fleiri ár, og Gísli Magnusson, sum hevur verið venjari í Gøtu, var eisini her í sambandi við handanina, sigur Halltóra Ranghamar, borgarstjóri [...] náttúrlig avtala. Tá gøtufólk hava verið í Vestmannaoyggjunum hava tey altíð verið væl móttikin. Tað hevur verið uppá tal fyrr at gera eina vinarbýaravtalu, men tað er ongantíð blivið til nakað, sigur Halltóra
fyri at siga, at hann ikki hevur ringa samvitsku av at hava brúkt pengar hjá sinnisveikum til fólk við heilaskaða. ?Hetta er so viðgjørt á einum fundi, har Sinnisbati ikki hevur fingið fundarboð. Tað haldi [...] reist við fyrispurningi í Løgtinginum i dag. Soffi Egholm sigur, at hon vegna felagið Sinnisbata hevur kært viðgerðina hjá landsstýrismanninum við almannamálum og parti av umsiting hansara í einum máli [...] Kæran er nýliga send, og formligt svar er ikki komið frá løgmanni, sigur Soffi Egholm. Men hann hevur í telefonsamrøðu váttað, at orðalagið í fundarfrásøgnini, víst verður til, er rætt. Málið verður tikið
Seinastu árini hevur norska alivinnan ikki megnað at halda minstaprísin, og fleiri norskir útflytarar hava tí snýtt við útflutningstølunum fyri at sleppa uttan um skipanina. Danmark hevur roynt at fáa [...] at ES-nevndin fer at seta minstaprís á allan laks, sum verður innfluttur úr øðrum londum. Nevndin hevur annars arbeitt við einum uppskoti um at taka av minstaprísin, sum er galdandi fyri norskan laks, men [...] Russlandi, Slovakia, Rumenia og Ukraine. Játtanin var heili 48 prosent størri enn í 2000. Síðani 1990 hevur íløgugrunnurin fyri Eysturevropa játtað góðar tríggjar milliardir krónur til 310 verkætlanir. Umleið
s Hjálparvenjari ? onkur kallar tað sálarligi ráðgevin ? hjá StÍF hevur seinastu dystirnar verið Sveinbjørn Poulsen, sum annars hevur drúgvar royndir frá hondbóltsspælinum. Eftir at hann í 19 ár hevði [...] hjálparvenjari hevur hann ofta til uppgávu at vera eitt slag av stuðli hjá leikarunum, men hóast hann tykist hava røkt hesa uppgávu væl, so dugir hann ikki at siga, akkurát hvussu hann hevur gjørt hetta.
kann koma at kosta danska statskassanum nógvar pengar. Stjórnin hevur boðað frá nógvum uppsagnum í toll- og skattaverkinum, og tað hevur verið nevnt, at meiri enn 1100 fólk skulu sigast upp. Ole Bjørn [...] num, sigur, at tær nógvu uppsagnirnar fara at geva skattasvikarunum rúmari ræsur. Seinastu árini hevur danska toll- og skattaverkið lagt stóran dent á at bøta um eftirlitið við roknskapum hjá fyritøkum [...] Høgra var limatalið fyri tólv árum síðani 107.000. Í dag er tað 52.400. Einasti flokkur í Noregi, sum hevur havt veksandi limatal, er Framburðsflokkurin, sum um ársskiftið hevði næstan 30.000 limir.
í endaspælinum, so nú ber til at siga, at ein sigur telur dupult so nógv sum hann hevur gjørt higartil. Mjølnir hevur frívikuskifti næstu ferð, og við øðrum orðum hava tær longu fingið jólafrí. Tær kunnu [...] sera uppsettar uppá at vinna sær pláss í steypafinaluni. Steypafinalan hevur verið spæld síðstu tvey árini, og báðu ferðirnar hevur Mjølnir vunnið, so traditiónirnar eru longu har.
Klaksvík: Faroe Salmon hevur sett meira ferð á slaktið av laksi úr ILA-rakta Hvannasundi. Alifelagið hevur leigað ein brunnbát úr Noregi, so teir nú hava tveir bátar, sum flyta fisk úr Hvannasundi og til [...] tekin eru um, at ILA hevur spreitt seg til nakran av hinum ringunum, men vandi er fyri, at hetta kann henda, og tí verður allur fiskurin tikin sum skjótast. Nógvur laksur Faroe Salmon hevur um 900.000 laksar
verður hildin av manni, sum kennir málið innanífrá. Maurice Mullay hevur verið við í Hetlendskari ferðavinnu alla tíðina, oljuvinnan hevur verið týðandi í Heltandi, og hann veit at siga føroyingum, hvussu [...] samband við ferðavinnu. Onkuntíð hevur verið havt frammi, at í Føroyum manglar skelting og avmerking annras at siga ferðafólki um tað ella tað. Um júst hetta evnið hevur Tórálvur Weihe, arkitektur, gjørt
Týsdagin var Steintór á Tvøroyri við umleið 200.000 pundum, sum Delta Seafood hevur keypt. Sagt verður, at trolarin hevur roynt sunnanfyri. Meginparturin av veiðini er miðalgóður upsi. Stjóri á Delta Seafood [...] saltingar og 1/3 av landinum sum fesk fløk. 40 fólk eru í starvi á virkinum, sum byrjaði í 1995 og hevur virkað síðan. Flestu arbeiðsfólkini eru av Tvøroyri, men nøkur eru eisini úr Hvalba. Sum skilst, arbeiddu [...] Fiskavirking, sum serliga virkar ráfiskin til flak, keypir tann smærra fiskin, meðan Delta Seafood, sum hevur lagt seg eftir at virka saltfisk og fesk fløk, keypir tann stóra fiskin.Virkið sendir fesk fløk av