i hava so arbeitt víðari og havt heilt endavent øllum sínum arbeiðsháttum metingum og eru komin eftir, at tað eru størri møguleikar at finna olju og gass, um tey flyta sínar brunnar aðrastaðni á landgrunnin [...] Amerada Hess er fyristøðufelag. Hini feløgini í hesum samtakinum eru Dong og BG. Í hinum samtakinum, har Statoil er fyristøðufelag, eru eisini Petro Canada, Shell og Dong. Aftrat hesum kemur so Anadarko [...] "Gullhorninum" og ístaðin bora teir longur inni á landgrunninum, har tað finnast tjúkkar basaltfláir. Nú er komið so væl áleiðis við hesum samráðingum millum oljufeløg sínámillum og við føroyskar myndugleikar
til býráðsvalið, sum verður í vetur. Tí, tá tey snakka um hetta at vera pensjónistur, so eru tað konufólk, sum eru gomul. Men menninir, teir verða ikki gamlir, segði Beate L. Samuelsen. – Um tú hyggur rundan [...] teg, so finnur tú onkran býráðslim, sum er eldri enn eg, og í Løgtinginum eru eisini fleiri. So er tað eg tonki, hví skulu vit sum konufólk altíð aftra okkum, tað ber ikki til, segði Beate Lindenskov Samuelsen [...] Samuelsen. – So eg havi sett mær fyri sum konufólk, at eg vil gera nakað við hatta við eldrabyrðuni – at vit eru ikki nøkur byrða. Beate Lindenskov Samuelsen hevur sitið í Tórshavnar Býráð. Hon varð vald fyri
Stórustovu vísir á, at tað eru tveir faktorar, sum eru galdandi í hesum málinum. Annar er, at øll eru samd um, at finalan eigur at verða spæld á ólavsøku í Havn. Hin er, at har eru nøkur viðurskifti hvat [...] kt. – Tað er púra rætt. Vit hava fingið tríggjar reglur sendandi frá nøkrum feløgum, sum vit eisini ætla okkum at svara, sigur Høgni í Stórustovu. Hann greiðir frá, at teir nú royna at fáa tey praktisku [...] inntøkubýtinum av sjálvum dystum viðvíkur, ið ikki allir partar eru nøgdir við. Trýr framvegis upp á ólavsøkufinalu Men hóast ósemjuna, sum ikki bara umfatar EB/Streym, Víking og Fótbóltssambandið, men
fráboðan, men tað eru ikki nógvar. Og Helgi vónar tí, at tað fara at koma fleiri. Dataskráseting Horvnu málningarnir hjá Listasavninum eru flest allir gamlir málningar. Tað vil siga, at teir eru frá fyrr enn [...] málningar, og tá arbeiðið var liðugt, var greitt, at áttati málningar eru so at siga horvnir. Tað vil siga, at Listasavnið veit ikki, hvar teir eru, ella hvat er hent við teimum. Hetta harmast tey nógv um á savninum [...] hanga. Listasavnið hevði eina pappírsskráseting, sum tey nú hava gjørt til eina dataskráseting, og tað er sum sagt í hesum sambandinum, at tey eru varðug við horvnu málningarnar. Listasavnið veit sostatt
tað bara kann koma upp á tal at innlima nýggj limalond, um tey eru limir í ST. Tað eru ikki so nógvar europeiskar fótbóltstjóðir, sum ikki eru limir í UEFA. Men nýggja ásetingin kemur illa við hjá grønlendingum [...] avleiðingar fyri fótbóltstjóðirnar í UEFA, sum ikki eru limir í ST. Í tí sambandi vórðu nevndar Føroyar og fótbóltstjóðirnar í Stórabretlandi. Tær eru Skotland, Ongland, Wales og Norðurírland. Torleif [...] óvæntað á okkum. Málið varð viðgjørt, tá vit fyrr í summar vóru á norðurlendskum fundi í Lofoten. Brøðratjóðirnar tóku undir við UEFA uppskotinum, og tað gjørdu vit eisini, siga føroysku umboðini úr Prag
Oslo. Tað skrivar norska tíðindastovan NTB. Ongar upplýsingar eru um skaðar í handlinum. Førarin skal hava fingið skaða, men er var við vit. Trý onnur fólk hava eisini fingið skaða, skrivar átaksleiðarin [...] Rune Kremmervik Hekkelstrand hjá løgregluni í Oslo í dagføring. Ongar fráboðanir eru um, hvussu álvarsligir skaðarnir eru. Løgreglan fekk fráboðan um hendingina, sum hendi í miðbýnum í Oslo, klokkan 11 [...] sporvogninum, tá hann koyrdi inn í handilin. Fleiri fólk eru í økinum, og løgreglan biður fólk um at halda seg burtur. - Tað er totalt kaotisk her nú. Løgreglan er á staðnum, sigur vitni á staðnum við miðilin
- Nógv fólk hava gjørt vart við óljóð frá skipum. Vit hava lurtað eftir teimum, sum hava ampa av larminum, og nú er ein smidlig loysn á veg heim til Føroya. Tað sigur Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini [...] einari skipan, ið veitir landstreym til skip, sum eru útgjørd til at taka ímóti landstreymi. - Bingjan kann eisini veita stórum skipum landstreym, eitt nú uppsjóvarskipum og frystifarmaskipum. Formaðurin [...] vinnunevndini sigur, at allar havnir í Tórshavnar kommunu fáa gagn av bingjuni, tí hon kann flytast úr eitt nú Kollafirði til Havnar - alt eftir tørvi. - Tí fer eisini at bera til hjá nógv fleiri skipum at knýta
orðaskiftið verið um hesa fólkaatkvøðu, og enn eru Føroyar ikki vorðnar tað, sum føroyingar tá ásettu. Tey yngstu av teimum, sum tá vóru virkin, hava nú ommu- og abbabørn, sum lítið vita um hetta undursama [...] eftir gjølla at hava hugsað seg um, tók ta avgerð, at best var at loysa frá Danmørk. Hví gjørdu vit hetta? Nú ber til hjá øllum at fáa at vita, hvørji argumentini vóru hjá teimum, sum vunnu, at taka hesa [...] ikki vildu loysa. Henda bók vakti so miklan ans, at hon skjótt varð útseld, men nú hevur forlagið prentað hana uppaftur og nú ber aftur til hjá tí uppvaksandi ættarliðinum at fáa at vita hví tey sum livdu
Áður hevur Føroya Arbeiðarafelag harðliga mótmælt ætlanini og nú staðfestir Starvsmannafelagið, at nú Arbeiðseftirlitið skal skerjast, eru vit enn einaferð vitni til eina politiska avgerð, har stovnar verða [...] leggja saman við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Eini 12 ársverk hava verið á Arbeiðseftirlitinum, men nú skal starvsfólkatalið lækka hálvt fimta ársverk. - Tað er álvarsmál at skerja ein stovn, ið arbeiðir [...] mótmælir ætlanini harðliga. Arbeiðseftirlitið hevur harafturímóti í mong ár havt tørv á verða ment, eitt nú við at seta ein arbeiðssálarfrøðing í starv, tí sálarliga arbeiðsumhvørvið eigur so avgjørt at verða
varð ongantíð samtykt. Ikki minst vóru flokkarnir, sum nú sita í samgongu, atfinningarsamir móti akkurát tí uppskotinum, men semja er um, at vit skulu hava eina náttúruverndarlóg, sigur Helgi Abrahamsen [...] hevur politiska undirtøku, sigur hann. Hann sigur kortini ikki, hvørjar tillagingar eru gjørdar, men flokkarnir, sum nú sita í samgongu, hildu, at uppskotið hjá undanfarnu samgongu var ov víðfevnt, og í [...] einum tíðindaskrivi í morgin. Hetta er tað, sum higartil hevur verið kallað náttúrumargfeldislógin, men nú er heitið broytt til náttúruverndarlóg. Landsstýrismaðurin ásannar, at hetta hevur verið ein tungur