av tí, at Hetland aftur verður tikið uppá rutuna hjá Norrønu, ber so aftur í sær, at stundir verða ikki at sigla til Esbjerg í Danmark. Tí verður gamla siglingin til Hanstholm tikin uppaftur. Tvs, at [...] heilt einfalt ikki stundir at sigla til Esbjerg. Tað tekur fýra tímar longri at sigla til Esbjerg. Men tey allarflestu ferðafólk eru á hjólum og í fýra tímar koyrir tú væl suður um Esbjerg. Ikki kroystir [...] Nei, vit eru ikki kroystir á nakran sum helst hátt. Landsstýrið eigur undir 20% í partapengunum. Og hóast tað er ein stórur partaeigari, sum vit eiga at lurta eftir, er tað ikki nóg mikið til at
Í dag kann Sosialurin ikki veita tykkum - royndarlesarum - eina fullfíggjaða útgávu av blaðnum, tí at vit sum fanar hava roynt at fingið samband gjøgnum tfl. Í kvøld ringdi eg til telefonverkið og gjørdi [...] samband, men nú fái eg ikki gjørt so nógv, tí eg siti heima við hús, og mesta tilfarið er sum vera man á Sosialinum. Men uppdateraður beiv Sosialurin so - ein roynd. Vónandi verður betur í morgin. Góðanátt
kongafiskalinjan ikki verður flutt longur inn á gólvið á virkinum. Ikki fyrr enn Fiskavirking vísir, at ætlanirnar at flyta linjuna eru sleptar, verða bilar og krani flutt. Tað sigur formaður í Arbeiðsmannafelagnum [...] 10. boð. Hetta við ikki at gyrnast næstan... Samstarv Jákup Mørkøre heldur, at endamálið við einum borgarafundi átti at verið at fingið greitt, hvat tú kanst og hvat tú ikki kanst í føroyska samfelagnum [...] áhugavert kundi verið at fingið orðaskifti í bløðum, útvarpi og sjónvarpi, um hetta við sjálvtekt (sjálvtekt: tú tekur lógina í egnar hendur, blðm.) Formaðurin í Framtíðini vil onga viðmerking gera til tað
ár til lívfrøði. Í ár hava so tey, ið ætla sær undir lívfrøðislestur, møguleikan. Undirvísingin Útbúgvingin er broytt nakað í mun til undanfarin ár. Tað verða nú fleiri lívfrøðisfak í byrjanini av lestrinum [...] tú í einum stórum autitorium, í summum førum saman við eini 100-150 øðrum lesandi. Lærarin stendur og greiðir frá onkrum heilt har frammi við talvuna. Hann er líka glaður um tú møtir upp ella ikki. Helst [...] veit hann ikki av, at tú ert ein av teimum lesandi. Fyrimunur at byrja lesturin í Føroyum Hetta, at vera burtur heiman, trupulleikarnir við málinum og tað, at frálæran er so ópersónlig, kann í byrjanini
úrslitið hjá Tórshavnar Kommuna var betri í fjør, enn roknað var við ársbyrjan. Í fjør fekk Tórshavnar kommuna góðar 25 milliónir meiri í inntøku,enn roknað var við í Fíggjarætlanini. Hetta vísir roknskapurin [...] fyri býlingshús og dagsstovnar o.s.fr. sum Landið betalir ein part í. Kommunan ætlar at betala 35 milliónir av skuldini í ár. 500 milliónir í skuld svarar til tvær álikingar og tað hevur verið góðtikið at [...] kommununu, sum var almannakunngjørdur nú ein dagin. Roknskapurin vísir, at í fjør hevði kommunan eina inntøku uppá slakar 258 milliónir. Í fíggjarætlanini varð roknað við eini inntøku uppá 233 milliónir. Inntøkan
Eru hetta ikki nýggir tónar úr Havnini. Havnini hevur dáam væl at fingið almennar stovnar í Havn? Tað er ikki Tórshavnar Býráð, sum hevur strongt á at fáa alt í Havn. Tað eru bygdapolitikarar í Havn, sum [...] arbeiða á almennum stovnum, men tey verða øll skattað í kommununi, har tey búgva. Teir almennu stovnarir, sum eru í Havn eru ikki bara góðir. Í kjalarvørrinum á teimum er eisini nógv negativt og tað [...] Havnarfólk eru ikki røsk at betala skatt. Ein uppgerð hjá kommununi vísir, at Havnarfólk skylda kommununi 35,2 milliónir, bara í kommunuskatti. Vanligir skattaborgarar skylda kommununi 27,8 milliónir í persónsskatti
fundi í ICES. Eisini hevur Jean Jacques Maguire bæði í 1996 og 1997 luttikið fyri Føroyar í arbeiðsbólkinum í ICES, sum hevur mett um stovnarnar undir Føroyum. Hann varð í fjør valdur til formann í ráðgevandi [...] fyri ICES í 1995. ICES metti, at hóast glottan í yvirlitstrolingini, so var vandin fyri stovninum enn alt ov stórur til, at teir kundu mæla til ein linna í reguleringini. Víst var til, at í eina líknandi [...] fiskiskapurin hjá skipunum í fjør, hvussu er aldursbýtið í veiðuni, hvussu sá tað út í yngulkanningunum, hvussu hildnaðist yvirlitstrolingin og so framvegis. Øll hesi tøl verða sett inn í ein hagfrøðiligan frymil
báðar eru als ikki í iva. Dagrøktarmammurnar skulu hava somu kor og rættindi, sum hinir limirnir í felagnum, men hesum er leiðslan í býráðnum ikki samd í. Tað einasta, býráðið hevur góðtikið av krøvunum hjá [...] børnunum í 9 3/4 tímar um dagin. Hetta er uttan nakran støðg - vit fáa ikki farið frá børnunum eina einastu løtu, siga tær. Dagrøktarmammurnar krevja, at tær fáa hesi viðurskiftini í sersáttmálan. Ikki at stytta [...] Talan er í hasum føri um arbeiðsamboð, sum arbeiðsgevarin eigur at rinda fyri, siga tær báðar Ada Bisp og Signa Hammer, sum halda, at vit eiga ikki at blanda tingini saman. Spælistovan er í løtuni í Arnes
Madsen gongur í 10. a í Kommunuskúlanum. Hann gongur modell fyri Kallkyn hvørja ferð Kallkyn er við í mótaframsýningum. Eg var 15 ára gamal fyrstu ferð, eg gekk modell. Tað var til jóla í fjør. Systir [...] pallin. Gerndisdagar arbeiðir Annika í B36- húsinum. Og hon er B36-ari burturav. Foreldur hennara reka kioskina í B36-húsinum, og tey skipa eisini fyri ymsum veitslum í húsinum. Umframt skúlagongdina, venir [...] hon fótbólt og flogbólt. Í frítíðini vitjar hon nógv vinfólk. Mínar interessir eru klæðir, hármótar, fótbóltur og flogbóltur. Eg havi ikki ætlað mær at verða modell. Einaferð í framtíðini kundi eg hugsað
harðan dóm fyri, kunnu tey ikki sita dómin í einum varðhaldi sum tí í Havn. Tey skulu í afturlatin fongsul, sum vit eingi hava í Føroyum, og tey fara tí til Danmarkar at sita. Í Danmark eru fleiri afturlatin [...] Fangarnir har eru dømdir at sita í hvussu er fimm ár. 130 fangar eru í hesum fongslinum. Har er ein kvinnudeild og ein deild fyri grønlendingar. Í Herstedvester arbeiða í løtuni fýra føroyingar sum fangavørðar [...] lýsing í bløðunum um fangavørðsarbeiði í Herstedsvester. Hann søkti og byrjaði 1. oktober 1994. Tað er trý ára royndartíð, sum samstundis er ein útbúgving, so 1. oktober í ár hevur Sigmund fast starv í hesum