Systkini hjá honum vóru Inga, Olevina, Kornelius og Charlotta, vanliga nevnd gumma. Omma var Johanna Maria Djurhuus f. 1858 úr Skopun. Omma og abbi giftust í 1884. Pápi mín var Gustav Reinert. Systkini [...] eru: Arngrim, kallaður Gimmi, giftur við Agnas Vang úr Kaldbak, Andreas, Hjørdis, gift við Lars Christiansen úr Sumba, Gunhild, kallað Gugga, sum var gift við Kjartan Jacobsen í Kaldbak, og Solveig, sum [...] sjálvi. Tað hendi seg, at kollfirðingar komu at kasta nót, og við hvørt fingu teir nakað. Esmar Fuglø, sum var mammubeiggi mín, hevur greitt frá, at hann sum hálvvaksin plagdi at vera á Sundi og ferðast