foreldrum eina áminning, tá barnið eigur at verða koppsett sambært tilmælunum. Áminningarskipanin fevnir eisini um HPV-koppsetingina, og málið er, at skipanin fer at økja um talið á teimum, ið fáa tilmældu [...] sum bæði hjá gentum og dreingjum fer niður um eina helvt. Minkandi undirtøkan sæst hjá bæði gentum og dreingjum og sæst í flestu økjum í landinum, har fallið liggur millum 14 og 38 prosentstig. Bert í [...] vaksin hetta tíðarskeiðið, og tað er fyri dreingir í Suðuroynni, meðan undirtøkan fyri gentur stendur at kalla í stað í Vágum. Tølini vísa eisini, at í miðal fyri alt tíðarskeiðið og fyri bæði kyn samlað er
Tíðindaskriv: Úr Grønlandi kemur Rasmus Lyberth, og ein konsert við honum er bæði fín, fólkalig, festlig og følsom. Á konsertini fer Rasmus at framføra eina røð av sangum frá sínu longu karieru sum artistur [...] pláturnar Vælferðarvísur og Hinumegin ringvegin eru vornar verulig fólkaogn. Við Kára á pallinum verða Edvard Nyholm Debess og Finnur Hansen. Talan verður um eina sitikonsert, og tí er avmarkað nøgd av [...] kemur man heilt sikkurt at dáma hann væl eftir konsertina. Úr Føroyum kemur Kári P, um hann er næstan ikki neyðugt at siga nakað, tí hvørt mannsbarn kennir hansara serliga vælskrivaðu og framførdu sangir, har
hjá kvinnum í Ukraina og verða við til at fyribyrgja valdsnýtslu. Teir skulu eisini verða við til at tryggja leiklutin hjá kvinnum í einari endurbygging av landinum. Sagt verður, at ukrainsku kvinnurnar [...] móti hersetingarvaldinum og endurbygging av landinum. - Tað er ein neyðug íløga at styrkja rættindini og luttøkuna hjá kvinnum í einum rættvísum og burðardyggum Ukraina. Tað sigur norski uttanríkisráðharrin [...] Noreg fer at lata 60 milliónir norskar krónur til ukrainskar kvinnufelagsskapir. Pengarnir verða latnir um eina tríára avtalu við Fokus, sum er forum fyri kvinnur og menningarspurningar. Tað skrivar norska
John Ratcliffe, sigur, at fleiri týdningarmiklar kjarnorkuskipanir í Iran eru oyðilagdar, og tað fer at taka fleiri ár at byggja tær uppaftur. Hetta veit tíðindastovan, Reuters, at siga í kvøld. Sambært [...] vera við. Men, tað var tað, sambært John Ratcliffe, sum er CIA-stjóri og maðurin á myndini omanfyri. Trump-umsitingin hevur rópt álopið fullkomið, men fregnartænastukeldur hava sagt við CNN, at USA ikki megnaði [...] Sambært stjóranum, váttar fregnartænastan hjá CIA, at kjarnorkuætlanin hjá Iran fekk eitt ógvusligt skot fyri bógvin av amerikanska álopinum sunnunáttina. Í vikuni hava ymiskar meiningar verið um, hvørt álopið
neyðugt at taka avgerðina nú, tí tað krevur nógv arbeiði og tíð at seta pallar og fyriskipa konsertøkið. Nógv skal fyrireikast: ljóð, ljós, vaktir, sølubúðir, WC-viðurskifti og mangt annað. Fyri at náa alt [...] við allar tónleikararnar, og øll hava váttað, at tey verða við og spæla í stórhøllini við Tjarnir. “Hetta hevur við sær nakrar avbjóðingar, men tað er tann tryggasta loysnin at flyta tiltakið innandura [...] sekundið, og hvirlurnar kunnu raka upp í meira enn 20 metrar um sekundið. Pallarnir eru góðkendir til 17 metrar um sekundið, og tí kann ein hvirla oman fyri hesa vindferð gera støðuna vandamikla og hættisliga
mótvegis LGBTQ-samfelagnum, og forsætisráðharrin segði longu í februar, at fyrireikararnir av Budapest Pride ikki skuldu gera sær ómak at skipa fyri pride-gonguni í ár. Umframt at banna LGBTQ skrúðgongum, [...] á sosiala miðlinum X. - Eg heiti á ungarsku myndugleikarnar um at loyva Budapest Pride at verða, skrivar hon. - Hvørki fyrireikarar ella luttakarar skulu óttast revsitiltøk, stendur framvegis. Fyriskipari [...] løgregluni grundarlag fyri at banna LGBTQ skrúðgongu. Endamálið skuldi verja børn. Liberali borgarstjórin í Budapest, Gergely Karácson, hevur áður upplýst, at Budapest ætlar at hava pride-skrúðgonguna hóast
nýbrot, fer eitt nú at hava við sær, at fólk sjálvi fara at fáa høvið at meta um, hvørt tey hava tørv á pensjón, umframt at atlit fara at verða tikin til umstøður og karmar. Hetta var serliga áhugavert [...] gera tað møguligt hjá teimum at luttaka á arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti við onnur. Eisini kunnu eitt nú arbeiðsmarknaður og almanna- og heilsutænastur verða ment, soleiðis at hesi fevna øllum borgarum [...] undirtøku, og pensjónsskipanin varð samtykt í íslendska parlamentinum, Altinginum, og at nøktandi atlit vóru tikin til fólk við breki og varandi sjúku. Hendan nýggja skipanin, ið verður mett at verða eitt nýbrot
s". Og nú hevur altjóða hondbóltssambandið, IHF knappliga tikið avgerð um, at tað fer at kosta átta evrur - gott og væl 60 krónur í okkara peningi - at stroyma fjórðingsfinaluna millum Slovenia og Føroyar [...] áhuga og stuðul, so at siga. HSF skrivar á facebookvanga sínum: Ynskir tú at stroyma HM-fjórðingsfinaluna millum Slovenia og Føroyar, so kann tað gerðast ígjøgnum hetta leinki. Tað kostar 8 euro. Tað er ikki [...] Fólk kring alt landið, og føroyingar uttanlands hava verið sera fegin um møguleikan at stroyma dystirnar hjá føroyska U21-landsliðnum í innleiðandi bólkaspælinum, og í millumumfarinum í HM-endaspælinum
settur! Tað er við gleði, at vit kunngera, at KÍF hevur gjørt sáttmála við íslendska Viktor Lekve, sum skal verða høvuðsvenjari í felagnum. Hann kemur at hava ábyrgdina av besta mansliðnum og øllum un [...] 2022-2024 og flutti síðani til Akureyri, har hann hevur havt ábyrgd av U18 og næstbesta liðnum hjá felagnum KA. Vit eru øll sera spent uppá, hvat framtíðin hevur at bjóða, og leikararnir gleða seg at koma í
slaka øld seinni er eitt at gera. Vit eiga at ríka og styrkja okkara samstarv við granna- og frændalandið Danmark og við tað frælsa og demokratiska Europa. Hetta er ikki løtan til at viðgera smálutir sum [...] forfedrum og var samstundis – uttan at tað slapp at ørkymla okkara móðurmál – málið í helminginum av okkara vísu- og kvæðaskaldskapi. Men nú kemur – misskiltum tjóðskapi fyri at takka – enskt – og væl at merkja [...] brotsmaðurin slapp at ganga leysur og slapp seinni at stilla upp til tað næsta valið. Hesin øri drápsmaðurin er nú forseti í sínum landi og sigur nú bart út, at hann hevur í hyggju at herja á nøkur av sínum