Sum vant var fýrverk eftir felagssangin á Nýggjaveg í Nólsoy í kvøld. Fýrverkið, sum vant er at hava á ovastevnu, var eisini í ár. Men um timingin var so góð sum vanligt, er ein annar spurningur. Tí meðan [...] meðan felagssangurin enn var í fullari hædd, byrjaði fýrverkið at skjóta úti við ferjuleguna. Tey, sum valdu at fara til viks, so at tey sóu fýrverkið, fingu eina góða uppliving, men tey flestu hildu fram [...] fram at syngja í sambandi við felagssangin. Undir øllum umstøðum var fýrverkið sera flott og eisini nakað, ið ovastevnugestir rokna við.
frætti tað, fór hann at kanna sín bát, og har var sama skilið. Tað var brotið inn í bátin og neyðblussini, og annað, vóru vekk. Men hann fekk ikki sagt nær tað var hent. [...] báðum førum var talan um bátar, sum lógu í bátahylinum undir Gøtueiði. Ein maður varnaðist at óbodnir gestir høvdu verið í bátinum og at neyðblussini, vóru stolin, umframt at onnur útgerð eisini var stolin
har tað var bratt. Fyrbils hevur løgreglan fingið boð um eitt vegastrekkim har tað er lopið. Tað var tíðliga í morgun, at løgreglan fekk boð um at tað var lopið oman á Tjørnuvíkarvegin. Tað var í tveimum [...] tveimum støðum, at steinar lógu á vegnum, men eingin var fyri so eingin skaði hendi. Løgreglan sigur, at Landsverk fekk boð um støðuna og tey hava verið og ruddað steinarnar av vegnum
súkklarin var so óheppin at rena á ein seyð, so hann datt og fekk ein harðan stoyt. Løgreglan ivast ikki í, at tað var hjálmurin, sum bjargaði honum, tí stoyturin var so harður, at hann fór í knús. Boð vórðu [...] Í gjár var ein súkklari fluttur á Landssjúkrahúsið eftir eitt óhapp á Kaldbaksbotni. Talan var um súkklukapping, ella skipaða venjing, har fleiri súkklarar og hjálparfólk, vór við. Men tann eini súkklarin
tær í morgun skuldu spæla ímóti Gotlandi. Nógv fólk var komið at stuðla borðtennissystrunum, men gotlendska liðið var ov sterk mótstøða, hóast tað var sera nær við føroysk sett í øðrum og triðja setti. [...] Spurningurin í morgun var hvat heiðursmerki Anna og Rakul Mikkjalsdøtur skuldu fáa um herðarnar seinni í dag. Bronsan var longu tryggjað við at systrarnar høvdu spælt seg í hálvfinaluna í tvímansleiki
kappingini var fyrr í dag millum Bygma Balslev og Føroya Tele. Talan var sostatt um eina grannauppgerð í Hoyvík. Liðskipari hjá Bygma Balslev var Niels Kristian Lisberg, og liðskipari hjá Føroya Tele var Heini [...] Heini Festirstein. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Firmakappingina, ið var millum Bygma Balslev og Føroya Tele. Enn ber til hjá fyritøkum at melda til Firmakappingina á FM1. Meldað verður til við at
Tað var ein fín kapping og ein fínur kappróður, tá ið 6-mannaførini við kvinnum róðu á norðoyastevnu. Sølmundur var drúgvastur og vann, men tað var ikki fyrr enn á síðstu hundrað metrunum, at tað av álvara [...] varð ein bátslongd. Vágskvinnur umborð á Smyrli bjóðaðu leingi av og eina løtu var Smyril fremstur. Í endaspurtinum var tað um reppið, at Fortuna úr Vestmanna tók Smyril, sum kortini helt stavnin frammanfyri
Mentanarnátt var í dýrdarveðri í Havn í nátt og tað var nógv fólk í býnum. Løgreglan sigur, at tað var avbera friðarligt, men kortini fingu tey onkrar klagur um harðan tónleik. Løgreglan sigur, at men [...] mentanarnáttin var eitt serligt høvið, sum var væl lýst. Og tá ið slík tiltølk eru, er ikki annað væntandi, at tað larmar eitt sindur so tað verður ikki gjørt meiri við hesar klagurnar. At tola eitt sindur
Sledge, sum var ein av Sister Sledge, er deyð 60 ára gomul. Hon var funnin deyð í heimi sínum í Phoenix í USA, og sambært amerikanskum miðlum hevði hon ikki verið sjúk frammanundan. Sister Sledge var ein av [...] av stóru bólkunum, tá ið disco-tónleikurin var í hæddini seinast í 70’unum og fyrst í 80’unum. Sister Sledge høvdu risahitt við sanginum We Are Family, umframt at aðrir sangir hjá bólkinum eisini vórðu nógv [...] nógv spældir um tað mundið. Í 2014 var Sister Sledge í Føroyum, og tá framførdu tær á Spæliplássinum á G! Festivalinum.
Tað tykist framvegis at vera soleiðis, sum tað var í fjør. Tá var Firvaldur av Tvøroyri føroyameistari í kappingini millum gentur í 5-mannaførum. Í dag var fyrsti róðurin í ár á norðoyastevnu, har líkindini [...] fleyg avstað, og so var einki at rafla um. Tvøragentur vóru fremstar allan teinin, og á málinum vóru tær meiri enn eina bátslongd undan teimum næstu. Kappingin um næstfremsta plássið var sera tøtt. Fleiri