senn, og síðan ber til hjá dekkarunum at arbeiða á tí fjórða bananum. Trolspølini eru elektrisk, sum tey eru á nógvum stórum skipum í dag. Tað merkir, at tey eru at kalla ljóðleys, og her er eingin hydraulisk [...] hálað verður, so eingin maður kemur til skaða. Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at umborð í Nataarnaq eru allar bestu manningarumstøður. Við á hvørjum túri eru 22 mans, og her eru eisini tvær [...] tað er skipasmiðjan Mest, sum hevur staðið fyri arbeiðnum, sum varð boðið út í Íslandi og Føroyum. Tað er eitt dóttirfelag hjá Royal Greenland, Ice Trawl, ið eigur skipið, sum nú hevur verið í vinnu í eitt
ikki havt so høgt miðalstyrkital sum í ár. Tað er tí hugvekjandi at síggja, at okkara tveir fremstu telvarar kortini eru so suverenir, sum endaliga úrslitið vísir. At sæð ein veruligan dyst millum teir [...] spennandi, sum væntandi var. Báðir telvaðu væl og lívligt, og líkt var til, at talvið helst fór at enda remis, men Høgna so líkt, so er hann skarpur og náðileysur í spentum støðum, og í somu stund, at Martin [...] Vit kunnu bara fegnast um, at vit í Føroyum hava ein stórmeistara, sum telist millum teir fremstu í norðurlondum, og nú eisini aðrar góðar føroyskar telvarar, sum eru mentir at geva honum dygga mótstøðu
Tað er nokk so nógv hetta, sum eg haldi eyðkennir alt tað, sum hendir í húsinum. Haraftrat má eg siga, at fólk eru góð við húsið - og við hvørt annað, vísir Hans Erik á. ##med4## Pep-talk og samanhald Eitt [...] tað staðið, har Guds orð verður boðað, soleiðis sum tað var skrivað og sligið fast í endamálsorðingini frá 1936, - at ein her skal luttaka í arbeiðinum at breiða Guds ríki út, og styrkja samfelagslívið [...] fleiri slík bønhús verið kring oyggjarnar, helst tí at vegurin til kirkjuna, sum tey annars hoyrdu undir, var ov drúgvur. Hin 27. november í 1966, sum var 1. sunnudagur í advent, var føroysk kirkjusøga
fantastiskt arbeiði gjørt at menna føroyskan film í Føroyum. At fllmur sum skapandi vinna og saman við ferðavinnuni kann gerast eitt rættiliga stórt íkast fyri føroyska búskapin er lítið at ivast í. Fólk tyskja [...] til landsstýrismannin fyri at bera so í bandi, at hetta er blivið veruleiki. Skapandi vinnur fáa nú veruligar tryggar karmar at virka undir, og eg fegnist samstundis eisini um, at landsstýriskvinnan í mentamálum [...] kenna vit hana fyri skaldsøguna “Den afrikanske farm”, sum síðani bleiv filmsgjørd til “Mitt Afrika” Og hon greiðir víðari frá: Vit hava tørv á at siga søgur og greiða frá um okkum sjálvi og onnur, greiða
urtapotturin sum doyr spakuliga”. Eg dugi ikki væl at meta um yrkingasøvn – men eg haldi, at hetta er gott, tí tað sigur nakað, sum er ringt at siga, og lýsir eina kenslu, sum er trupul at lýsa. Yrkjarin [...] / einki, sum tú fært / givið mær”. So kemur lívið sjálvt, sum til fánýtis roynir at minna ein á, at tað enn er har, klárt at liva og njóta: ”Eg ræðist trilvandi dansin við hálva degnum, / sum í hunangslittum [...] so løgið, at fólk lata gerandismeldurin leggja seg sum tjúkkan kava oman yvir sorgina og royna at fáa hana at frysta og mestsum hvørva úr sinninum, tí hvat skal mann gera? Og hvat skal mann siga, tá náttúran
Tit, sum gera nógv meira við talvi enn tey flestu, vita bæði, hvussu best er at byrja og hvussu best er at enda. Og tit vita eisini, at alt er ikki bara svart ella hvítt, tí tað ber eisini til at sættast [...] løgd í at vinna. Men eingin vinnur, uttan onkur er at dystast við, so øll tit, sum eru við, hava tykkara stóra týdning fyri hesar dagarnar og hvussu alt endar. Vit í høvuðsstaðnum eru fegin um, at FM-kappingin [...] talvi! Ofta verður tikið til, at alt er ikki bara svart ella hvítt. Nei, kanska ikki! Men hjá tykkum 65, sum líka fram til langafríggjadag skulu flyta talvfólkið, er so at siga alt svart ella hvítt hesar
##med5## - Nógv er at siga tøkk fyri, at vit, hóast alt hava heilsuna at fara frá húsum til gudstænastu her, segði Jógvan Fríðriksson Tann seinna uppgávan krevur munandi meiri av Magnusi, sum annars er organistur [...] eftir tí, sum hin fær fram við ljómborðinum á fartelefon síni. Úrslitið av hesum samráðingum verður, at ein sálmur verður lækkaður nakað, meðan tað ber væl til at syngja hinar tríggjar soleiðis, sum Magnus [...] hjá einum smádrongi at hava okkurt við at stytta sær stundir við Hetta eru eitt foreldrapar og sonur teirra, sum eru komin alla ta longu leiðina úr Bangkok í Thailandi til Trøllanesar at vitja skyldfólk.
hesa eyka útreiðsluna, sum nú fór at koma. Onkur tinglimur fór so langt sum at siga seg hava illgruna um, at endamálið hjá landsstýrinum var at gera privatu feløgini rík, heldur enn at fremja grøna orkuskiftið [...] Hetta er úrslit av, at vit í undanfarna landsstýri settu ferð á arbeiðið at fáa størri part av elframleiðsluni at koma frá varandi orkukeldum, samtíðis sum fólk vórðu eggjaði til at umleggja orkunýtsluna [...] eina vindmyllulund upp á Gellingarkletti, sum kann framleiða umleið 26% av allari framleiðsluni hjá SEV. Ein onnur vindmyllulund er eisini reist í Flatnahaga, sum kann framleiða 15% av allari framleiðsluni
Í lesarabrævinum førir Hans Jacob Thomsen fram, at eg skal hava gjørt ein feil við at vísa til, at Karen Helene Ultveit-Moe í síni framløgu sipaði til, at um hennara uppskot bleiv sett í verk, hevði tað [...] ein strámann, sum løgtingsmaðurin roynir at berja niður, tí eg havi ikki sagt, at føroyska alivinnan ikki skal rinda meira enn tann norska. Tvørturímóti. Hinvegin skal havast í huga, at tað á ráðstevnuni [...] Eg umhugsaði at lata vera við at svara ófantaliga persónsálopinum hjá Hans Jacob Thomsen, løgtingslimi fyri Javnaðarflokkin. Men tá Hans Jákup endar lesarabrævið við at sáa iva um míni motivir og seta
tøkugjaldi. Um meiningin var, at hetta skal skiljast sum ein hóttan, stendur enn ósvarað, men fyritøkur hava aðrar møguleikar at finna fígging til teirra íløgur, enn at lata verða við at gjalda fyri framleiðslugøgn [...] framløgur, harímillum Ragnar Nystøyl, ið eisini plagar at hava framløgur á árligu aliráðstevnuni. Í framløgunum hjá Ragnari á árligu aliráðstevnunum plagar hann at vísa eitt sindur týðiligari hagtøl yvir mett [...] Noreg so at siga onki gjalda í tøkugjaldi. Sjálvandi kann ein partur vera dugnaskapur, og ein partur er heilt víst, at føroysku alifyritøkurnar koyra størri smolt á sjógv enn tær norsku, men at munurin