nøktandi hagtøl um heildina. Men tað er greitt, at tá ið stovnar landsins bjóða vørur út í kapping, gjøgnum útboð ella tilboðsfyrispurning, so eru royndirnar aloftast sera góðar. Tað eru nógv dømi um stovnar, [...] hvussu væl tað loysir seg peningaliga at bjóða út? 4. Eru ætlanir um at gera keyp landsins meiri gjøgnumskygd – eisini smærru upphæddirnar? 5. Um ja, hvussu langt er man komin við hesum? Í svarinum til fyrsta [...] undantøk, er yvirlit yvir og tá ikki altíð í mun sáttmálaupphædd, sigur landsstýrisvkinnan, sum heldur fram: – Nevnast kann, at í 2022 vóru 48 útboð á Keypsportalinum, í 2023 var talið 41, og í 2024 vóru aftur
YouTube í 35 pørtum, umleið 5-11 minuttir hvør. Um tú skrivar SNEKKJAN í leititeigin á YouTube, kemur tú fram á hann. Tú kanst trýsta á ta stóru myndina, so verða allir partar spældir – ein fyri og annan [...] føroyskar róðrarbátar. Eitt, sum ofta verður ført fram ímóti føroyska róðrarbátinum, er, at hann er torførari at viðlíkahalda enn ein plastbátur. Men um ein føroyskur róðrarbátur verður drigin, spulaður [...] væl og leingi, sigur Árni Nicolajsen. Tað, sum eg helt manglaði í einum filmi hjá Sjónvarpi Føroya um føroyskt træbátasmíð, og sum Finnbogi Ísaksson í sínari tíð framleiddi, var, at filmurin ikki vísti
varð mett, at knapt 16% av sílum nærhendis aling høvdu so mikið av lús, at teirra møguleiki fyri at yvirliva var lítil. Verkætlanin heldur væntandi fram í 2025. Øll frágreiðingin frá Sjósílaverkætlanini 2024 [...] skyldug at halda lúsatølini lág í mai, juni og juli fyri at verja sílasmolt, og verkætlanin skal meta um, hvørt hetta samsvarar við føroyska sjósílið. Til kanningarnar hava ymiskar mannagongdir verið royndar [...] fara á sjógv í mai-juni, og at ferðingin er ávirkað av hita og avfalli. Síl við flest lús eru skrásett um summarið, tá ið lítið avfall ger tað torført hjá teimum at lúsa seg av í feskvatni. Kanningarnar vísa
at vinna, men hann hevur ein møguleika aftrat, tí um eitt ár kann hann kappast fyri seinastu ferð, áðrenn hann fellur fyri aldursmarkinum. Luitjen - og so hini Tað er ikki yvir at dylja, at føroyameistarin [...] fara at vinna heiðursmerki í norðurlendsku kappingunum komandi árini uttan so, at onkur av teimum yngstu fer at taka seg nógv fram. Føroyar hava fyrr vunnið heiðursmerki í hesum kappingunum, nevnast kunnu [...] sigraði bæði í U-16 bólkinum og U-20 bólkinum fyri teir elstu. Spennandi verður, um Luitjen ger honum kynstrið eftir um eitt ár. NM í ungdómstalvi 2025 í Íslandi A-bólkurin - U-20 1. IM 2370 Aleksandr
børnini ongantíð tvørtum um vegin. Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag. Børnini eru smá á vøkstri og hava tí avmarkað sýni og síggjast heldur ikki so væl. - Sjálvt um foreldur ella ommur og abbar [...] serliga væl eftir teimum. Tað sigur Morten Hust, dagstovnaleiðari í Vestmanna, sum fegnast um, at kommunan økir um trygdina við dagstovnin, Gjáarlon. Yvir av grøna feltinum, hinumegin vegin, er uppmerking [...] til parkeringsbásar, sum eru í grannalagnum ella til parkering fram við vegnum á Fjalslíð. Í Vestmanna kommunu heita tey á bilførarar um ikki at parkera við svingið niðan móti Heygalíð, tí sýnið her verður
eina aðra útvarpsstøð, RTL, at ein slík vápnahvíld kann vísa, um russiski forsetin, Vladimir Putin, í roynd og veru er sinnaður at samráðast um eina meira langtíðar friðaravtalu. Tað skrivar Reuters. Franski [...] n. Trump hevur trýst á fyri at fáa frið í Ukraina, men Zelensky hevur víst á iva um, hvørt ein friður fer at halda fram uttan nøktandi trygd fyri, at Russland ikki fer at leggja á Ukraina aftur. /Ritzau/ [...] við útvarpsstøðina France Inter í morgun. - Ongantíð hevur vandin fyri kríggi í Evropa og í ES verið so stórur, sigur Barrot sambært AFP. - Hóttanin blívur við at nærkast okkum. Hermótið kemur okkum alsamt
Pætur Hjalmar Evensson Hevur tú hug at arbeiða við mati ella fáa holla vitan um mat? So kundi tað kanska verið vert hjá tær at søkt inn á eina av útbúgvingunum á Matvørudeildini hjá Tekniska Skúla í Klaksvík [...] kennir og dugir við føroysku matmentanini. Til dømis at ræsa og so framvegis. Tað lærir tú ikki í Danmark, sigur hann. Umframt at læra um føroyskan mat eru eisini aðrir fyrimunir. – Tað liggur ikki fyri [...] ½ ár, og skúlagongdin fer fram á TSK. – Tað er ein hálv kokkaútbúgving, sum er ætlað til t.d. skipskokkar. Fyri at sigla sum kokkur umborð á fiskiskipum uttan fyri Føroyar, so mást tú hava hesa útbúgvingina
KÍ hevði leingi beri tak á spælinum, men NSÍ var vandamikið, tá ið tað eydnaðist at leggja bóltin fram til Heidi Sevdal, og tað var eftir framlegging í høgru, at Heidi Sevdal rann frá verjuni og við skoti [...] At NSÍ var frammanfyri 1-0 bar við sær, at tær gulu og svørtu eina løtu høvdu tak á spælinum, men so var tað, at KÍ javnaði til 1-1. Málið skoraði Durita Hummeland, sum størsta partin av tíðini var framrættað [...] Rannvá við Streym í NSÍ málinum og í handara síðunetið. Eftir útjavnandi málið fekk KÍ av álvara aftur um endan, og tá eydnaðist tað at skora sigursmálið. NSÍ misti í uppspælinum, bólturin varð spældur mitt
framtíðini. Her legði Trump uppí og segði: "Tað veitst tú einki um." - Gud forbjóði tykkum at hava kríggj, segði Zelenskyj , áðrenn Trump helt fram: - Tær nýtist ikki at siga okkum, hvussu vit fara at kenna [...] Zelenskyj vissaði aftur Trump um, at Ukraina hevur verið takksamt frá byrjan av. Hetta fekk Trump at greiða frá týdninginum av allari hernaðarútgerðini, sum USA hevur stuðlað við. - Um tit ikki høvdu okkara [...] áðrenn innrásina í 2022, og at ein vápnahvíld miseydnaðist í 2019. - Hvat slag av diplomati tosar tú um, J.D.? Hvat meinar tú við?, spurdi Zelenskyj. Vance svaraði: - Hr. - Harra forseti, við virðing haldi
verið í statunum. Tvørtur ímóti, so hevur hann tappað inn í tann føroyska sangskattin, og hevur til seinastu konsertirnar við sínum nýggju føroysku løgum givið eina ábending um, at hann kanska hevur gjørt sín [...] leingi, Lyon Hansen. Hann skrivar ótrúliga góð løg, spælir væl gittara og dugir sera væl at bera seg fram á palli. Við eini granskandi tilgongd hevur hann grivið runt í gomlum amerikonskum sangskattum og [...] og ljóðupptøkum. Hann skilur upprunan av hesum tónleiki og megnar at gera hann til sín egna – og so greiðir hann skemtiliga frá, á eini konsert, at hann ongantíð hevur verið í Amerika, og mann hugsar, at