Hóast orðalagið hevur verið hvast millum Pyongyang og Washington seinastu mánaðarnar, brosaðu bæði amerikanarar og norðurkoreanar, tá myndamenninir sluppu at taka myndir av teimum gjáramorgunin. Tað er [...] er Kina, sum hevur fingið partarnar til samráðingarborðið at tosa um ta umstríddu norðurkoreansku kjarnorkuverkætlanina, og tað var neyvan av tilvild, at kinesisku vertirnir høvdu sett amerikonsku umboðini [...] stjórnin sigur seg vóna, at Norðurkorea fer at játta at steðga sínum kjarnorkuvápnaætlanum. Norðurkorea hevur svarað, at landið vil hava búskaparhjálp úr USA afturfyri, men Washington krevur, at Norðurkorea skal
í superliguni og so at spæla í danmarksseriuni. Tær síðstu ferðirnar hevur Jón Rói Jacobsen ikki verið við í superliguni, og tí hevur hann verið á næstbesta Brøndby liðnum, sum spælir í danmarksseriuni [...] allir vóna, at tað fer at verða pláss fyri teimum á besta liðnum. Venjari er Tom Køhlert, sum áður hevur verið venjari í superliguni, og sum tók um endan, tá ið Åge Hareide, sum nú venur Rosenborg, slepti
tað óvart á øll í vinnuni, tá oljuleiðin varð funnin. "West Navigator" hevur borað fyri Statoil, og leiðslan í oljufelagnum hevur longu gjørt av at fara undir royndarframleiðslu í nýggja økinum. Leitistjórin [...] bera til at fáa lønandi vinnu har. Tað er samstundis greitt, at tann væleydnaða boringin hjá Statoil hevur økt áhugan fyri hesum leiðunum munandi undan 18. útbjóðingarumfarinum, sum verður tíðliga næsta ár
kappingini farnu vetrarnar hevur verið íslendingurin Jakob Jónsson. Jacob kom til Føroya í 1998, tá hann gjørdist leikandi venjari hjá havnarfelagnum Kyndil. Hondbóltssnillingurin hevur verið í Føroyum í góð [...] góð fimm ár, og líkt er til hann er komin fyri at vera. Jakob Jónsson hevur funnið sær føroyska damu, og saman hava tey eina dóttur. Tá vit spyrja hann, hvørjum liðið, hann ætlar at heppa á leygardagin,
UMHVØRVI Danski ráðharrin í umhvørvismálum hevur ikki stórvegis viðmerkingar til stóru nøgdina av CO2 útláti í Føroyum. Ein kanning vísti, at Føroyar vóru millum tey trý mest dálkandi londini í heiminum [...] heiminum við koltvíiltu. Men Hans Christian Schmidt hevur ikki stórvegis viðmerkingar til nógvu dálkingina hjá ríkisfelagnum. ?Eg ynski, at øll lond fara at halda Kyotu avtaluna og fáa útlátið av CO2 niður. [...] gjørdist ráðharri, tá VK stjórnin tók við í síðst í 2001. Hann er útbúgvin skúlalærari, og hann hevur síðani 1994 sitið á Fólkatingi fyri Venstre. Hans Christian Schmidt sigur annars, at hann merkir ein
at Danmark hevur loyst uppgávuna sum formansland sera væl, og 48 prosent siga seg vera nøgd við gongdina. Bara trý prosent halda, at tað hevur gingið illa, og eitt prosent siga, at tað hevur gingið sera
Oljuvanlukkan í Spania hevur rættiliga loypt hvøkk á myndugleikarnar í fleiri ES-londum, og í gjár varð fráboðað, at ES-nevndin hevur givið 66 skipum forboð fyri at sigla ígjøgnum ES-sjógv. Roknað verður [...] galdandi altjóða reglum um skipaferðslu og trygd á sjónum, og ES-formaðurin, Anders Fogh Rasmussen, hevur sagt, at skipaferðslan er eitt so álvarssamt mál, at hon verður tikin upp til viðgerðar á toppfundinum
verkfallið byrjaði. Eitt nú hevur Chavez givið meiri enn 5.000 starvsfólkum hjá almenna oljufelagnum sekkin, tí tey tóku lut í verkfallinum. Síðani verkfallið byrjaði, hevur oljuframleiðslan í Venesuela [...] Venesuela Árni Joensen: Tað drúgva verkfallið, sum hevur lagt alt tað venesuelanska samfelagið lamið í meiri enn tveir mánaðir, er av, men tann politiska andstøðan leggur dent á, at hetta merkir ikki,
POLITIKKUR Samgongan hevur lagt á annan bógv í sjálvstýrismálinum. Í hesum sambandi hevur løgmaður sent uppskot til forsætisráðharran, har hann mælir til, at allar yvirtøkur, sum liggja uttan fyri hei [...] heimastýrislógina, verða savnaðar í eini og somu lóg. Anders Fogh Rasmussen hevur tikið væl ímóti uppskotinum. Í gjár segði annar av andstøðuflokkunum, Javnaðarflokkurin, at hann tekur undir við nýggja leistinum
Tónleikur Dagfinn Olsen Nógv hevur verið gitt um, hvat lag Guðrun Sólja Jacobsen fer at velja sær at syngja í semifinaluni í "Stjerne for en aften", tí luttakararnir kunnu ikki halda fram í kappingini [...] eitt lag hjá Mariah Carey, tá Guðrun skal taka lut í semifinaluni av Stjerne for en aften. Guðrun hevur valt lagið "Hero", sum er eitt av kendu løgunum hjá Mariah Carey. Taka fløgu upp Guðrun er í løtuni [...] og hinum vinnarunum av undanumførunum. Sangurin "Promise me", sum Guðrun vann eitt undanumfar við, hevur verið nógv at hoyra, síðani Guðrun vann við honum og Guðrun liggur ovast á føroysku tónatindunum,