at dagføra flogferðslulógina, so vit kunnu gerast partur av evropeiska flogferðslumarknaðinum. Tað merkir kapping, sum skuldi givið betri tænastu og lægri prísir. Eg haldi, at tilmælið frá tunnilsnevndini [...] Men samstundis verða tey færri, sum eru í virkisførum aldri. Hetta er ikki nøkur eldrabyrða. Tað orðið havi eg hoyrt, men tað er ikki til í mínum høvdi. Tvørturímóti fáa vit eitt ríkari samfelag fyri øll [...] liðug í oktober. Út frá henni skal gerast ein neyvari játtanarskipan, so lættari verður at síggja, hvat peningurin skal brúkast til, og hvussu hann verður brúktur. Eg leggi dent á, at landsstýrið ætlar
rundan um, eisini við gyltum bókstavum: TEIR SJÓLÓTUST FYRI FØÐILANDIÐ. Niðast á steininum var skriftorðið úr Johannesar Evangelium: Ingen har større Kærlighed end denne, at han sætter sit liv til for sine [...] sjónum, síðan vit fingu havfiskiskap. Fólkatalið er í dag um dupult so stórt sum tað var tá. Hetta merkir, at í dag hevði hetta svarað til einar 125 mans í besta aldri, sum fórust eftir einum ári. Vit kunnu [...] fyri børnini. Hildið var, at tað var ringast fyri tey, sum vóru so stór, at tey skiltu rættuliga, hvat tey høvdu mist. Maria, mamma Goje, segði, at eingin kom yvir at missa mammuna sum ung. Pápabeiggin