hevur vunnið seg á triðjaplássið saman við Kyndli og Stjørnuni í bestu kvinnudeildini. STÍF legði seg frammum beinanvegin í dystinum, og tær hildu tørn allan dystin. Heimaliðið legði seg tíðliga frammum [...] Stjørnuni varð vístur av vølli, fyri at hava sagt nøkur borgarlið orð við dómararnar. STÍF fara vitjan Kyndli sunnudagin, og vinna tær tann dystin, liggja tær best fyri í kappingini um bronsumerkini. Dysturin [...] mansverja Asta Petrauskiene og Alina Olaru stóran part av dystinum, so fingu tær kortini flestu málini fyri heimaliðið STÍF hevur fyrr í ár havt trupulleikar fyrr, at mótstøðuliðini at mansverja, men hóskvøldið
Mølby tók við starvinum í apríl, og millum annað segði hann seg hava brúk fyri einum spælara sum Julian Johnsson í sínum framtíðarætlanum fyri liðið. Men í fyrrakvøldið vóru dagarnir hjá Jan Mølby í felagnum [...] fáa vind í seglini hetta hálva árið, hann hevur sitið í venjarasessinum. Sum skilst, bjóðaði Mølby seg fyri viku síðani til at leggja starvið frá sær, men leiðslan í felagnum gav honum tá eina viku aftrat [...] Tá Julian Johnsson í juli mánaði vendi heimaftur til føroyskan fótbólt og B36, eftir at hava roynt seg í enska 3. deildarfelagnum Hull City, hevði hann nakrar mánaðir frammanundan fingið nýggjan venjara
væleydnað, hóast tað ikki var tað heilt stóra tiltakið. Onkur helt fyri, at tað skal ikki so øgiliga nógv til fyri at skapa jólahýr. Øll gleða seg jú til jóla, og tá jólatónar eru at hoyra, so verða fólk beinanvegin [...] og hoyra klangin frá horntónum. Heilt fitt av fólki savnaðust uttan fyri Sparikassan at lurta, og meðan kuldin spakuliga trongdi seg inn á skinn, fingu fólk ein heitan kaffimunn ella temunn frá starvsfólkunum [...] Gleðilig jól. Gunnar Nolsøe, marknaðarleiðari í Norðoya Sparikassi, sigur, at Sparikassin fer at skipa fyri líknandi tiltøkum hvønn hósdag frá nú av til jóla. - Vit ætla at hava tónleik við hvørja ferð og so
Nólsoy hevur ikki víst seg at virka so væl, og tað letur eisini til, at forstáilsi fyri skipanini hjá teimum millum fólk ikki er so gott, helst tí at tøknin er nýggj og tí uppførir seg øðrvísi. Og so undirmettu [...] vísa ein góðan vilja, sigur dagligi leiðarin fyri Televarpinum, sum í løtuni hevur um 700 haldarar. Spurdur um hetta ikki er eitt fíggjarligt bakkast fyri Televarpið, svarar Aksel, at soleiðis kann ein [...] Aksel Haraldsen, dagligur leiðari á Televarpinum sigur, at bæði Televarpið og kundarnir hava rent seg í fleiri byrjunartrupulleikar enn væntað. Og tí hevur Televarpið gjørt av, at bjóða sínum kundum tann
stúrir fyri, at hesin hátturin at leggja trýst á leiðsluna fer at breiða seg til aðrar deildir eisini og so kann leiðslan skjótt missa tamarhaldið á støðuni. Tí vil leiðslan ikki geva eftir fyri trýsti [...] ikki bakka fyri trýsti. Spurningurin um, hvussu nógv starvsfólk skulu vera á B 6 á Landssjúkrahúsinum er eisini ein spurningur um prinsipp. Av teimum 23 sjúkrasystrunum á B 6 hava nú 18 sagt seg úr starvi [...] røktarfakligur leiðari á Landssjúkrahúsinum, sigur, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum vil ikki geva seg fyri trýsti. Leiðslan óttast, at fáa sjúkrasystrarnar á B 6 eitt úrslit burturúr at leggja trýst á leiðsluna
Føroyar hava vunnið seg í finalurnar í tvímansleiki í badminton hjá bæði monnum og hjá kvinnum. Bjarnhild í Buð Justinussen og Sanna Thorkildshøj vunnu seg í finaluna við 2-1 sigri á Elena Johnson og Chloe [...] ansen vunnu seg í finaluna við einum 2-0 sigri á Stuart Hardy og Jordan Trebert. Settmunurin var 21-12 og 21-17. Í einmansleiki hjá kvinnum tapti Miriam í Grótinum í hálvfinaluni 0-2 fyri Saru Jacobsen [...] Christiansen í hálvfinaluni 0-2 fyri Jens Frederik Nielsen úr Grønlandi. Settmunurin var 13-21 og 10-21. Í einsmansleiki hjá monnum tapti Jónas Djurhuus í hálvfinaluni 1-2 fyri Jordan Trebert úr Guernsey.
var tað tí, at dómarin helt seg hava hoyrt hann siga, sum dómarin ikki bríggjaði seg um. Skála vann dystir og er topplið við 55 stigum. Tað var KÍ, sum beinanvegin legði seg á odda. Málskjútti var Kristoffur [...] KÍ. Tá ið eitt lítið korter var eftir, sá Teitur Poulsen hjá Skála reytt fyri fríspark. So sá Dávid B. Andreasen gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini reytt, og tveir minuttir seinni var reyða kortið [...] Kristoffur Jakobsen, sum var málskjútti fyri aðru ferð í ár. Miðskeiðis í 1. hálvleiki javnaði Skála. Málskjútti var Carlos Ferreira eftir sending frá Hanusi Mikkelsen. Hetta var 17. málið hjá Carlos Ferreira
part, kunna vit tað sama gevast at drepa grind, tí tá snýr tað seg bara um at ríka seg upp. Tað eru eisini kendir føroyingar, sum leggja seg út í kjakið. Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks minnir seljaran á at [...] maður seg, sum lýsti tvøst av springara til sølu á Facebook í gjár. Eitt er at selja tvøst, men í hesum føri var tað serliga prísurin, sum fekk fólk at øtast. Tvøstið verður nevniliga selt fyri 675 krónur [...] enntá fyri at gera kvetti. Talan er um tvøst at springarunum, sum vórðu hildnir til í Gøtu í fyrradagin. Onkur hevur roknað út, at við hesum prísinum kundi seljarin skora einar 150.000 krónur fyri ein einstakan
úr Føroyum í fimm ár og endurgjald á slakar 13.000 krónur. Maðurin játtaði seg beinanvegin sekan í ákærunum, men segði seg samstundis ikki minnast tað, sum var farið fram, tí hann var so drukkin. Hendingin [...] ára gamli maðurin úr Russlandi tvær vikur at kæra dómin. Hann segði seg vera ógvuliga harman um íkomnu støðuna og bað um umbering fyri tað, hann hevði gjørt. [...] ikki í stovuni. So var tað, at hann helt, at talan mátti vera um ein fullan mann, sum hevði vilst seg inn til sín, men so var ikki. Benjamin greiddi í rættinum frá, hvussu hann hevði spurt fremmanda mannin
aftur um seg, og evarska lítla løtu tóktist spourningurin um, hvør fór at vinna, at verða svaraður við kapping millum hesar báðar bátarnar. Men 50 metrar úr málinum mannaði Klaksvíkingur seg upp aftur [...] kynt undir vónina um, at tað aftur skuldi eydnast mest vinnandi 10-mannafarinum yvirhøvur at koma fyri seg eftir trý søguliga soltin ár. Á Norðoyastevnu stemmaði tað ikki hjá Havnarbátinum, sum misti eitt [...] einstáttað, tí ein bátur hevur verið rættuliga suverenur. Tað skal leitast heilt aftur til 2004 fyri at finna eina kapping, har tað vóru fleiri enn tveir vinnarar. Hetta árið vann Havnarbáturin tríggjar