henda dagin, var skjótur við kollektivu revsingini, tá ið hann loksins kom fram. Herurin hevur bumbað Gasageiran, haðani yvirgangsmenninir komu, dag og nátt síðani 7. oktober - við einum steðgi í ár. USA [...] og verður sett á stand-by við jøvnum millumbilum. Boðini frá Altjóða revsidómstólinum ICC um at handtaka Netanyahu fyri krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini rína ikki við. Hvørki í Ísrael ella USA [...] bygdini Tantura nær við Haifa, men høvdu lagt vápnini, og givið seg upp í hendurnar á ísraelsmonnum. Hetta var í 1948, tá ið ísraelsmenn róku palestinar úr bygdum sínum í sambandi við at Ísrael skuldi setast
Í minsta lagi 694 fólk eru deyð og 1.670 hava fingið skaða orsakað av einum jarðskjálvta í Myanmar í gjár. Tað boðaði hernaðarjuntan í landinum frá leygarkvøldið, sambært tíðindastovuni AFP. Jarðskjálvtin [...] fríggjadagin og hevur verið máldur at hava eina styrki uppá 7,7. Jarðskjálvtin hevði sín miðdepil tætt við næststørsta býin í Myanmar, Mandalay, har umleið 1,5 milliónir fólk búgva. Seinnapartin í gjár okkara [...] merktust bæði í Tailandi og Kina. Í høvuðsstaðnum í Tailandi, Bangkok, eru í minsta lagi tíggju fólk deyð. Tey flestu doyðu, tá ein bygningur, sum varð gerð, datt niður. Tað sigur Chadchart Sittiput, guvernørur
Ætlanin var frá byrjan, at tær tríggjar skuldu savna peningin, samstarva við LISA, Listasamband Føroya, um tað listarliga, og við Fuglafjarðar kommunu um staðseting. Kommunan skuldi eiga minnismerkið, tá [...] eyguni. Eg dugdi ikki at skilja, hví eg skuldi fáa tað soleiðis, tí eg havi ikki mammu ella ommu sum er deyð í barsilssong, men, hetta kemst helst av, at eg sjálv havi fingið tríggjar keisaraskurðar. Ofta havi [...] niður í kirkjukjallaran. Nøkur komu at siga eftir, bæði kvinnur og menn, og prátið kom á siðvenjuna við allahalgannadegi, og hví tað ikki er nakað minni yvir kvinnur, sum doyðu í barsilssong. Varð farið
Hurghada í eystara parti av Egyptalandi, har ein kavbátur við ferðafólkum er sokkin. Tað var við fleiri enn 40 ferðafólkum, og seks av teimum eru deyð, skrivar tíðindastovan AFP, sum vísir á lokalar almennar [...] sendistovan í Kairo sigur við NBC, at tað er bert frætt, at fýra russar eru deyðir og at nógv sluppu óskadd frá vanlukkuni, sum fór fram umleið ein kilometur frá strondini. Eingin dani var við í vanlukkuni. Tað [...] innan fyri stutta fjarstøðu frá býnum, og tað eru júst hesi korallrivini, sum tú kanst koma tætt uppá við "Sindbad". Í november sakk seglbáturin "Sea Story" eisini út fyri Hurghada, og 11 fólk umborð doyðu
flennandi. Øll sungu við til “Á Sigursferð” Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Benjamin syngur á føroyskum. Á vetri 2024 sungu allar Føroyar við til lagið hjá honum “Sigursferð”, sum endaði við at blíva eyðkennislagið [...] í undantaksstøðu orsakað av koronu. Fyri at fáa tíðina at ganga, tekur hann sín gamla vin guitaran fram og setur seg at skriva sangir. Hann hevur ikki gjørt nakað serligt við tónleikin í nøkur ár, men knappliga [...] ger hann við heildarútgávuni, ið hevur fingið heitið Tá hvørt ljós líkist tær. Vit sita beint nú í stovuni hjá honum og konuni á Oyrasundskollegiinum, her hann hevur bjóðað inn til kaffi við havramjólk
Myndin omanfyri er úr Gazageiranum, men hon hevur ikki samband við hendingarnar seinastu 48 tímarnar. Lesið eisini - Ísrael hóttir við at hertaka Gazageiran https://www.in.fo/news-detail/israel-hotti [...] an, Reuters, ið endurgevur myndugleikarnar, sum eru undir Hamas-eftirliti. Men, her eru ikki bara deyð hesar seinastu 48 tímarnar. Fleiri eru eisini løstað, og sagt verður, at talið av løstaðum er fleiri
í nátt, verður sagt, at heilsumyndugleikarnir í sínum tølum yvir deyð skilja ikki ímillum herfólk og sivil. Ísrael sigur, at málið við álopunum í nátt var at raka "terrormál hjá Hamas", sum tikið verður [...] gsskapin Hamas í Gazageiranum. ##med2## Sagt verður, at álopini koma eftir, at Hamas heldur aftur við at lata ísraelskar gíslar leysar, og Ísrael sigur eisini, at Hamas hevur víst aftur øllum uppskotum [...] samráðst um í langa tíð, og Ísrael sigur nú sambært AFP-tíðindastovuni, at landið fer at halda fram við álopunum, so leingi, sum Hamas ikki letur gíslarnar leysar. Familjur hjá gíslunum, sum Hamas framvegis
neyðugt at foreldrini spæla við. Við tað at tað koma nýggjar bøkur, so geva vit foreldrunum eitt høvi til eina góða løtu við barninum, tað gevur nærveru, tá tú lesur okkurt, og við góðum máli er hetta veruliga [...] børnum sum byrja í fyrsta flokki, um tey eru so heppin, at onkur hevur prátað við tey og lisið við teimum. Les longri samrøðu við Niels Jákup Thomsen í Sosialinum ##med2## [...] spáddu, at nú var bókin deyð, men tað vísti seg slett ikki at halda, tað hava ongantíð verið prentaðar fleiri bøkur enn tað eru í dag. Niels Jákup Thomsen heldur at Bókadeildin við sínum út gávum ger stóran
fólkatalið vaks við umleið 900 fólkum ella 1,8 prosentum uppá eitt ár. Síðan tá er fólkavøksturin støðugt minkaður niður í ein triðing, og seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 327 fólkum, sum svara [...] fyri hvørji 1000 fólk. Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. februar 2024 og 2025. Í kommununum við fleiri enn 1000 íbúgvum var lutfalsligi fólkavøksturin størstur í Sjóvar [...] kommunu. Í kommununum við millum 500 og 1000 íbúgvum hevði Kvívíkar kommuna lutfalsliga størsta fólkavøksturin, meðan fólkatalið minkaði lutfalsliga mest í Sands kommunu. Í kommununum við færri enn 500 íbúgvum
skrivar BBC. Gene Hackman og kona hansara, klaverleikarin Betsy Arakawa, vórðu funnin deyð 26. februar, saman við einum av teirra hundum. Læknin gjørdi líkskoðan á Arakawa dagin eftir. Út frá hesum verður [...] Hackman doyði 18. februar. Hjúnini vórðu funnin deyð í hvør sínum kømrum í húsinum hjá teimum. - Tað er væl møguligt, at hann ikki varnaðist, at hon var deyð, segði Heather Jarrell á tíðindafundinum, sambært [...] r og tekin um fleiri hjartatilburðir funnin. Hjartakvikilin (pacemaker) hjá Gene Hackman steðgaði við at skráseta hjartavirksemi umleið 18. februar. Tí er tað sambært læknanum rímiligt at halda, at tað