Tað er stór kapping í FM stríðnum í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum 14 – 16 ára gamlir. Í dag vann Geytin úr Eysturkommunu, meðan Sævarmoy úr Klaksvík var næstfremst. Hetta ber við sær, at tað [...] eitt stig á muni millum hesar báðar bátarnar, ið eru teir fremstu og einastu, sum av álvara eru við í FM kappingini. Sævarmoy hevur 33 stig, og Geytin hevur 32 stig. Geytin legði øgiliga bragdliga fyri
Høgni døma vanliga í donskum hondbólti, har teir hava dømt í 2. deild í vetur, men hava í væntu at rykkja upp í 1. deild til komandi kappingarár. Andrias og Høgni royndu seg eisini í Young Referess Program [...] dómarapar í Føroyum, Thomas Juul Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe, skulu døma í W19 EHF Championship kappingini í Litava frá 10. – 16. juli, har Føroya eisini luttaka. Teir skulu døma 5 dystir í kappingini [...] Andrias og Høgni Fríðuson Gaard út í Europa at døma. Teir skulu til Podgorica í Montenegro at døma EUSA Handball Games 2023, sum er kapping millum universitetslið í Europa. Kappingin er frá 9. – 14. juli
staðfestir formaðurin í Skjótisamband Føroya, Esmar Joensen. Skjúttarnir eru hesir: Í OL skeet Tórur Fløtt, SBF Jóhann Fløtt, SBF Í English Skeet Jógvan Egholm, VBF Herleif Hammer, VBM Í OL trap Jón Jacobsen [...] Jacobsen, VBM Finn Ludvig, VBM Í Automatic Ball Trap Per S. Hansen, EYS Alex Johannesen, EYS Úttiknu íðkararnir skulu umboða Føroyar í einstaklinga kapping og liðkapping, í tí greinini teir eru úttiknir til [...] úttikið eitt landslið í English Skeet. Hendan greinin verður vanliga ikki skotin í Føroyum, men útfrá royndunum á Føroyaleikunum, so er avgerð tikin um at úttaka eitt landslið í English Skeet. Fýra av
Eisini eru eigararnir sannførdir um, at tað verður øllum samfelagnum til gagns við meiri kapping, sigar teir í tíðindaskrivi. Felagið hevur fingið navnið Krafta. Nevndin er mannað við Árna Ellefsen, formanni
føroyska landsliðnum á Guernsey. Í Føroyum hevur Wong eisini gjørt vart við sum leikari í ár, tí til Kontrast FM fyrr í ár gjørdist hann saman við Akseli Poulsen føroyameistari í tvímansleiki. Hvørjar væntanir [...] Guernsey, men persónliga vænti eg, at okkara góða lið kemur í finaluna í liðkappingini, meðan eg sjálvur fari eftir gullheiðursmerki í míni kapping. Skrivar Badmintonsamband Føroya. [...] við sær til Føroya við komu í 2019. Í badminton verður kappingin Sudirman vanliga nevnd heimsmeistaraskapið fyri lið, og spurdur um besta úrslit hansara, vísir Wong á, at hann í 2015 saman við sínum liðfeløgum
Hann var nevniliga eisini við á NUM í Kemi í Finnlandi í fjør summar, og tá bleiv hann nummar fýra í einstaklingakappingini í compound í bólkinum 18-20 ár og vann bronsu í liðkappingini á einum blandaðum [...] Petersen gull í einstaklingakappingini og silvur í liðkappingini á NUM í Noregi. Seinni í vikuni fer hann við føroyska landsliðnum til Guernsey at taka lut í Oyggjaleikunum 2023, sum verða í døgunum 8.-14 [...] Føroyski landsliðsskjúttin Sámuel Petersen vann gull í U21-bólkinum í compound í norðurlendsku ungdómsmeistarakappingini í bogaskjóting um vikuskiftið. Í tí yngra endanum vóru føroysku skjúttarnir væl við
sum mál at lyfta 213kg í tí samlaða úrslitinum fyri at megna kravið til tað norðurlendska meistaraheitið í Landskrona í oktobur mánaði í ár. Pól megnaði 213kg til ta seinnu royndina í stoyt røðini. Leif á [...] til tað norðurlendska meistaraheitið í 2023, kappaðist við tí í huga at seta nýggj føroysk met í -67kg vektbólkinum. Hetta megnaði hann sanniliga. Royndin á 117kg í stoyt og tað samlaða úrslitið á 212kg [...] danskur vektlyftari í 109kg bólkinum. Hendan kappingin snúði seg eisini um at samla stig við at lyfta flest kilo upp um høvd. Úrslitið verður uppgjørt eftir fýra teimum bestu íðkarunum í felagnum. Tó skal
sigurin í Hólmanum á Eiði í dag fara víkingarnir at rigga til luttøkuna í ársins europeisku kapping. Enn er nógv at spæla um og fyri, áðrenn tað verður greitt, hvat fjórða føroyska liðið verður í Europa [...] Europa í 2024. KÍ, B36, sum nú er næstfremst, og HB liggja væl í svinginum, og um vikuskiftið er møguleikin betraður ikki so lítið hjá Víkingi aftur at vinna europeiskt atgongumerki. Í gjár tapti 07 Vestur á [...] Tað hevur aftur og aftur verið tosað um, at vánirnar fyri, at Víkingur í 2024 skuldi vera við í Europakapping, sóu út til ikki at vera so góðar, og at víkingarnir vóru undir trýsti, tí 07 Vestur seinastu
spurningurin, hvussu tað verður í teimum trimum kappingunum, sum eru eftir í ár. Hóast Fípan Fagra ikki vann í dag, so styrkti Fípan Fagra um sína støðu í FM kappingini. Í FM kappingini er Tjaldrið næstfremst [...] ferðirnar, men í dag endaði Fípan Fagra við kvinnum næstfremst. Orsøkin til, at Fípan Fagra ikki var fyrst á mál í dag, var, at ein bátur var við í kappingini og vann, sum ikki hevur verið við higartil í ár. Tað [...] tær verið so suverenar, at talan ikki hevur verið um kapping. Tí bjóðaðu tær seg í dag fram í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum, og ta kappingina vunnu tær eisini. Sigurin var rættiliga sannførandi
ongantíð leys av kappingarneytunum, sum klaksvíksdreingir høvdu í stýriborð og bakborð, og Geytin og Báran vóru støðugt í øgiligari kapping um næstfremsta plássið. Tað eydnaðist ongantíð avbjóðarunum heilt [...] Fyrr í dag vunnu dreingirnir umborð á Fípuni Føgru hjá Klaksvíkar Róðrarfelag kappróðurin millum teir 17 – 18 ára gomlu, og nú vunnu dreingirnir umborð á Sævarmoy kappingina millum teir yngru dreingirnar