ið tryggjar tann arbeiðsfrið, ið er ein neyðug fortreyt fyri góðari politiskari stýring og leiðslu av samfelagnum. Við góðari politiskari leiðslu hugsa vit um eitt politiskt stýri, ið tekur fyrilit fyri [...] ið stýra við skiftandi parlamentariskum meirilutum, alt eftir hvørji mál, ið talan er um. Henda skipan elvir í sjálvum sær til politiskt samstarv millum allar ábyrgdarfullar politiskar flokkar, meðan [...] fór at geva eitt betri politiskt veðurlag. So var ikki. Politiski gerandisdagurin er vorðin eyðkendur av persónligum markeringum. Eitt er, at hesar markeringar ganga út yvir álvarsemi og virðing. Annað og
eini felags heimsfevnandi skipan, har eitt nú Heimsbankin skipar fyri og gongur á odda. Síðan kreppan av álvara tók seg upp, hava USA og flestøll framkomin lond sett í verk hópin av fíggjarligum og búskaparligum [...] almennum tiltøkum. Orsøkin kann vera, at Europa fyri tað fyrsta óttast inflatión, ið kann standast av hesum ovurstóru hjálparpakkum fyri skattgjaldarans pening. Fyri tað annað hava nógv tey flestu ES lond
søgulig bond, og tjóðirnar eru nær skyldar mentanarliga. Vit vóru í ríkisfelagskapi í øldir og við hesi skipan í lagnufelagskapi, ið jaliga hevur merkt viðurskiftini millum okkara tjóðir til hendan dag. Íslendingar [...] einastu fingu sersømdir, tá Ísland flutti sjómarkið út á 200 fjóðringar. Hetta hendi uttan, at mótrokning av nøkrum slag og var henda avgerð tí ein sonn vinargerð, ið føroyingar ongantíð eiga at gloyma. Ísland [...] Føroyar eru sinnaðar til at veita Íslandi eitt gjaldførislán 300 milliónir. Upphæddin verður tikin av innistandandi í Landsbankanum. Tað er einki at ivast í, at allir føroyingar fegnast um og taka undir
og fólk máttu koyra kortið ígjøgnum eini tíggju ferðir verður sagt frá Ansni, sum hevur ábyrgdina av at avgreiða gjaldandi bilarnir, sum skulu gjøgnum tunnilin. Nógv kappróðrarfólk vóru, sum skuldu við [...] koyrt ein kilometur í vinstru síðu. Aðrir bilar fylgdu eftir og ein løtu var ein samanhangandi røð av bilum í vinstru síðu oman í móti tunnlinum. - Tað var rímuliga gott sýni, og eg meti ikki at nakar [...] skulu koyra varliga, so tamarhaldið ikki verður mist á støðuni, sigur hann. Ansni, sum hevur ábyrgdina av at avgreiða bíðirøðina við Vágatunnilin, metur ikki, at nakar vandi var á ferð, og teir valdu ikki
Hermansen. Samstundis sum nýggju rørini verða løgd, verða eisini stabbarnir, sum halda teimum, stoyptir av nýggjum, eins og nýtt hús verður stoypt har, rørið fer inn í fjallið beint undir Ryskivatni. Umframt [...] stórarbeiði at skifta slíka rørleiðing úr, sigur Bjarki Hermansen. Talan er um knappliga 700 metrar av røri, sum liggja upp í 230 metra hædd frá sjóvarmálanum. Rørini skulu leggjast, so hallið passar sera [...] neyvt. Til at flyta og leggja hesi rørini hevur SEV nýtt tyrluna hjá Atlantsflogi, og hevur hendan skipan roynst sera væl, sigur Bjarki Hermansen, verkleiðari hjá elfelagnum SEV. Rørini eru komin til landið
BROYTINGARNAR og umskipan av øllum tí almenna bygnaðinum hava m.a. við sær, at landsstýrismenn flyta úr Tinganesi og við teimum eisini teirra stýri. Hetta hava vit longu sæð er hent við eitt nú heilsu- [...] ið, sum skal flyta í bygningarnar á Bryggjubakka. NÚ er tað so, at Vinnumálastýrið eftir verandi skipan skal tæna tveimum landsstýrismonnum, tvs. bæði Finnboga Arge og Eyðun Elttør. Undir Vinnumálastýrinum [...] Jarðfrøðissavninum, í hvussu er fyribils. Nettupp Jarðfrøðssavnið og Oljuumsitingin eru tveir partar av somu søk, og tí er skeivt nú at skilja hesar sundur við at leggja oljuumsiting á Bryggjubakka og hava
dystinum millum NSÍ og KÍ í Runavík sunnudagin. KÍ fekk bæði Zoran Mancic og Harley Bertholdsen riknar av vølli, og úrslitið 0-0 merkti helst, at KÍ misti sín FM-møguleika. Birgir Sondum stóð fyri dømingini [...] 37. minutti, og í 61. minutti fær hann so eitt afturat, tá hann tók bóltin við hondini. Eyðstein Skipanes spældi bóltin framvið honum til vinstru og fór sjálvur til høgru. Zoran rætti við fríum vilja hondina [...] gjørdi hann við at kalla meg fyri ein HB-fanatikara og alt møguligt annað. Birgir Sondum sigur, at av tí sama skuldi nærum einki til, áðrenn tað bleiv rok í Runavík sunnudagin. ? Eg skilji heldur ikki
gjørdu í farna mánaði um tøkugjøldini, hevur verið umrødd í fjølmiðlunum ta seinastu tíðina. Sumt av tí sum hevur verið sagt, hevur ikki verið serliga jaligt, og tí er hóskandi við hesi frágreiðingini: [...] tað sum vit kundu roknað við at fingið, um semjan ikki bleiv gjørd. Í hesum førinum hava vit eina skipan, sum millum annað hevur við sær stóran váða í sambandi við langtíðaravtalur. Við nýggju semjuni dettur [...] dettur tann váðin burtur. Avgjøldini hækka, til tey koma uppá 7,5%, men tá søluprísurin fyri eitt kilo av laksi er meira enn 15 krónur omanfyri framleiðslukostnaðin, hækkar avgjaldsprosentið ikki meira (sum
góðsku á stovninum og harvið trivnaðin hjá børnum og starvsfólkum, er at halda áfram við verandi skipan av stovninum sum sjálvsognarstovnur. Varðveita Dagstovn Sankta Jósefs sum sjálvsorgnarstovn Vit vilja [...] til í Varðagøtu. Í 2022 byrjaði vøggustova eisini á dagstovninum. Virksemið varð í nógv ár væl rikið av fransiskanarasystrunum, og fleiri teirra hava havt virkandi tilknýti til stovnin ella verið í starvi [...] verða lýstar, og kunningin átti fyrst og fremst at verið beinleiðis givin teimum, ið verða ávirkað av hesari avgerð. Afturat hesum, eru vit – nevnd, leiðsla, starvsfólk og foreldur - ósamd í, at hetta
Løgreglan hevur aftur hetta vikuskiftið havt úr at gera av ávirkaðum fólki, sum ikki dugir sær hógv. Heilar fimtan ferðir ringdi fólk til alarmsentralin um vikuskiftið um full fólk. Harumframt vóru fleiri [...] in um hálvgum fimmtíðina varð ein fullur maður í rullistóli koyrdur úr einum vertshúsi í Havn. Men av tí, at ongin vildi kennast við mannin, tíansheldur hjálpa honum heim, varð løgreglan boðsend. Sløkkiliðið [...] við vinkonunum, men hevði eftir øllum at døma fingið ov nógv niðurum. Løgreglan tók gentuna upp, og av tí at hon er so ung, vórðu foreldrini boðsend, og frágreiðing skrivað til sosialu myndugleikarnar.