Jóan Símun Edmundsson uttanfyri ein part av venjingini. Hallur Hansson hevur trupulleikar við fótinum, meðan Jóan Símun Edmundsson hevur eitt eymt knæ. ##med4## EM-landsdysturin móti Rumenia verður á Tórsvølli [...] Føroyska landsliðið hevur í dag havt sína fyrstu venjing á Tórsvølli undan EM-landsdystunum móti Rumenia og Malta, sum verða 12. og 15. oktober. Tað órógvar venjingina, at seks av spælarunum hava verið [...] hita upp saman við liðnum, men fara so at gera øvislir við Álvi Hansen. Kristian er málverjin og hevur biðið um at sleppa at venja fult við, sigur Lars Olsen. Hann heldur at dystarflytingin órógvar, men
fýra milliónir krónur – stava frá løgregluni, sum hevur brúkt 4.200 arbeiðstímar upp á fyrireikingarnar. – Í sambandi við útsettu ríkisvitjanina hevur Ríkisløgreglan gjørt upp mettar útreiðslur í hesum [...] avlýstar flogferðir og nakrar túrar við hýruvogni. Naviair, sum stendur fyri flogleiðsluni í Danmark, hevur brúkt 20.000 krónur upp á at fyrireika vitjanina. Naviair skuldi havt verið til arbeiðis, tá Secret [...] stóra ballón av eini babyútgávu av Donald Trump upp í innara Keypmannahavn. Transportministeriet hevur havt útreiðslur upp á 327,05 krónur. Tað svarar til ein tíma arbeiði, sum er farið til »et par te
Kuldi, vánaligur vøllur og hart spæl. Tað hevur mangan verið uppskriftin hjá einum føroyskum liði. Leygarkvøldið bleiv uppskriftin brúkt móti okkum. Sjáldan hevur eitt føroyska landsliðsstig verið møtt av [...] mars 2017 spældi føroyska landsliðið HM-undankappingardyst á útivølli Andorra. Árið frammanundan hevur Føroyar vunnið 2-0 á útivølli móti Lettlandi og spælt málleysan javnleik móti Ungarn á Tórsvølli. [...] ongan áhuga hevði at spæla fótbólt ella undirhalda. Landsliðið varð ávarað undan dystinum. Andorra hevur ongan áhuga í spæla ella undirhalda, men teir yvirspæla hvørja støðu og royna at petta dystin sundur
hundur. Hann er tó ikki við móti Føroyum hesaferð, 40 ára gamli Ildefons Lima sum hevur spælt 128 landsdystir, og hevur skorað 11 mál fyri Andorra síðani 1997. Ildefons Lima sum enn spælir í bestu fótb [...] aftur. Ildefons Lima hevur heima í Andorra eitt ótrúligt savn av óvaskaðum fótbóltstroyggjum frá spælarum, ið hava umboðað øll møgulig landslið o.o. lið, ið Ildefons Lima hevur spælt ímóti. Og summar
undir Fjalli, hon gongur 3. árið á búskaparbreyt á Glasi og hevur, síðan hon var 14 ára gomul, arbeitt í tænastuvinnuni. Seinastu árini hevur Milia verið sera virkin í lokalfelagnum hjá Sosialistisk Ung [...] strembar eftir at verða røddin hjá teimum, ið ikki hava tak yvir høvdið. Teimum sum ikki verða hoyrd og hevur ongantíð verið bangin at rópa hart og gera tað sum skal til fyri rættvísi. Soleiðis verður eisini [...] og tí er prísstøði alt ov høgt. Tað skal verða lættari at fáa bústað í Tórshavnar Kommunu, og tað hevur Kommunan eisini heimildi til at gera. – Lata vit standa til, fáa vit ein høvuðstað har bara tey,
skal standa á egnum beinum, hevur blaðið seinastu tíðina ment eina nýggja heimasíðu, og hon verður tikin í brúk í dag. Hóast heimasíða og blað hanga óloysiliga saman, so hevur Dimmalætting størri ætlanir [...] Eftir at blaðið hevur samstarvað við Portalin um tilfar og lýsingar í nøkur ár, er leiðslan á Dimmalætting komin til ta niðurstøðu, at tað er rættast og best, at heimasíðan hjá fyritøkuni, á sama hátt [...] journalistikki frá universitetinum í Roskilde, settur at taka sær av heimasíðuni hjá blaðnum. Sigurjón hevur arbeitt við talgildum miðlum bæði í Føroyum og í Danmark, og eisini við videoframleiðslu. Tí verður
og tað Kristin Michelsen, tingmaður Sjálvstýri, samdur í. Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta tríggjar milliónir til trygdarútgerð í tunlunum Norður um [...] hvussu hon verður brúkt, og tað skulu politikarar ikki blanda seg upp í. Teir vísa á, at Landsverk hevur gjørt púra greitt, at er trygdin ikki í lagi á einum vegastrekki, eini brúgv ella í einum tunli [...] ikki tøkur til hesa útgerð. – Undir viðgerðini í Fíggjarnevndini er tað eisini upplýst, Landsverk hevur játtan til at seta framkomna trygdarútgerð í allar tunlar. Tað varð eisini upplýst, at tað er ikki
hann um franska heimsspekingin og rithøvundan, Albert Camus, sum hevur sagt, at "... setir tú tær eitt mál, ert tú liðugur..." Hetta hevur sambært bókini eisini verið motto'ið hjá Egil Drillo Olsen gjøgnum [...] Egil Drillo Olsen, róptur Drillo, sum eitt nú fekk Noreg við til tvey endaspøl í HM í fótbólti, hevur skrivað sína sjálvsævisøgu. Í samband við útgávuna sigur hann við norska Dagbladet, at hann neyvan [...] , Oslo, og lítur aftur á lívið hjá sær. Í samrøðu við Dagbladet sigur Egil Drillo Olsen, at hann hevur verið merktur av sonevndu Camus-filosofiini og tískil leggur hann ikki ætlanir fleiri ár fram í tíðina
samband aftur til hini liðini í botninum. FM1 og In.fo hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, sum verður á Argjum klokkan 19. Fótbóltssambandið hevur boðað frá, at ongir áskoðarar verða til dyst fram til [...] gini. Á Argjum verður nú vónað, at belgiski Jasper Van Der Heyden verður klárur til dystin. Hann hevur verið ein lyklaspælari, tá argjamenn skulu í skjótálop. Hann fór út í dystinum móti TB við skaða á [...] men tað kom ímóti júst AB. Skála verður eisini uttan roynda stríðsmannin, Pætur Dam Jacobsen. Hann hevur leikbann. Hvørki Skála ella AB hava vunnið ein dyst í landskappingini enn. AB kann við sigri yvirhála
Klaksvíkar kommuna boðar nú frá, at UEFA hevur góðkent fótbóltsvøllin í Klaksvík, soleiðis at tað nú er loyvt at spæla altjóða skrásettar dystir har. Í tíðindaskrivi frá kommununi sigur borgarstjórin soleiðis [...] hjá KÍ longu í summar, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Klaksvíkar kommuna hevur gjøgnum seinastu árini arbeitt við at menna stadionøkið við Djúpumýru, so til ber at spæla altjóða [...] vøllurin varð skiftur og samstundis varð eisini gjørt klár til sprinklaraskipan í vøllin. Somuleiðis hevur verið arbeitt við einum nýggjum skýli út frá KÍ-høllini, sum er gjørt eftir altjóða standardum, so