eyguni eftir Jacob Just í longri tíð, og fleiri onnur feløg vóru um boðið. Umsíðir er tað eydnast teimum at lokka hann til felagið. Jacob Just kann bæði spæla í verjuni og sum verjukendur miðvallari. Hann kann [...] venjingina. Fyrsti dysturin í landskappingini eftir vetrarsteðgin verður móti B-1909, og hann verður spældur fyrst í mars mánaði. [...] sum eru uppá tal. Í næstu viku kemur ein svenskur leikari til felagið. Hann skal til royndarvenjing og sannføra venjaran um síni evni sum fótbóltsleikari. Ein leikari er hinvegin á veg úr felagnum. Talan
fekk egningarmaskinan ein part, og svaraði hetta til um 3% av teimum 45. Undir kreppuni fyrst 90-unum gav at kalla hvør einasti túrur hjá ísfiskalínubátum minstuløn, og svøvlalína varð roknað sum ein møguleiki [...] m í 1971 kom parturin upp á 44,5% og nakað seinni uppá 45%. Nøkur ár seinni vildu vit stuðla uppundir, at skipini fingu egningarmaskinu, sum bæði lætti um arbeiðið og kravdi minni fólk, so meira kom burturúr [...] hann var, og við teirri minking í manningartalinum, sum er úrslit av nevndu tiltøkum er vøksturin í prosentpartinum pr. mann enn størri. Í sama tíðarskeið er inntøkutrygdin munandi batnað og saman við
búsitandi í Havn. Hann eitur Arni Joensen og er skipari á »Odense Mærsk« Arni var bæði blíður og tíður og hetta gjørdist til eina drúgva vitjan við nógvum og hugnaligur práti. »Odense Mærsk« Hevur seinastu [...] siglt í føstum farti í Australiu og Arni hevur verið við. Hesin charturin var av nú og teir fóru at sigla aðrastaðni. Óli hevði ongantíð fyrr verið umborð á so stórum skipi og hann var annars heilt ovfarin [...] ein sannur Globetrottari og hann hevur ferðast víða um lond. Seinastu mongu árini hevur hann verið formaður á sjómannadeildini hjá stóra altjóða flutningsfelagsskapinum, ITF og í hesum sambandi er hann
frásøgn frá teimum knapt 90 og 94 ára gomlu hjúnunum Kristinu Sofíu, Dinnifíu, og Jógvan Sofus Ferjá úr Gjógv. Dinnifía hevur eins og Andrias í Tarti eitt ótrúligt minni og Jógvan Sofus hevur verið til [...] innihald, og millum tað best umtókta tilfarið var ein fastur siðsøguligur táttur, har serligur dentur varð lagdur á frásøgur um lívið hjá føroyingum, sum tað hevur verið í farnum døgum. Fyrst og fremst [...] Tórhall Andreassen, ættaður frá Norðskála. Pápin og abbin vóru fiskimenn, og tey vóru 14 systkin. Av hesum vóru 8 brøður, sum eisini gjørdust sjómenn, og fimm av teimum gjørdust skiparar. Ein av teimum
hesum sama persóni og flokki hansara. Í 1980-árunum var tað serliga Atli Dam og Kjartan Hoydal, sum fingu toyggi frá Óla Jacobsen. Í 1990-árunum hevur tað so serliga verið undirritaða, og eisini eitt skifti [...] Vit síggja tó, at tá Óli er mest óndsinnaður og grovur í sínum álopum á fakfelagsrørsluna, so torir hann ikki at seta sítt navn undir illgitingarnar og útspillingarnar, men fjalir seg aftan fyri sokallaða [...] FF-blaðnum frá 4. desember 1997 tekur út parta av sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og leyst frá øllum samanhangi í sáttmálanum annars leggur Føroya Arbeiðarafelag undir ikki
seinnapartin av 19. øld. Fyrst greiðir hon frá um pápan Andreas Christian. Síðan greiðir hon frá um lívið í Havn og um lívið á Viðareiði, Hvalba og á Nesi, har hon var presta- og próstakona. Seinasta ár [...] árini skrivað siðsøgu í FF-blaðnum og Sosialinum. Nakað av hesum er komið út í bók. Ein teirra er “Havið tók Teir”, sum er um lagnusøguna hjá føroyskum fiskimonnum og teirra avvarðandi. Ein onnur av hesum
Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, sigur hann. Spónin í Men tað merkir als ikki, at nýggi landsstýrismaðurin ikki hevur hugsjónir og tankar um, hvussu viðurskiftini skulu skipast. Tað hevur hann. Og hann er [...] sambandi við, at eg nú taki við. Og nú er so langt útliðið, at eg veit ikki, hvat kann gerast beint nú. Eg kenni heldur ikki smálutirnir í málinum.Tað má eg fyrst seta meg inn í og so fari er at vita, um tað [...] bæði útjaðarálitinum og økismenningarálitinum. ? Eg haldi, at tað er neyðugt, at politiska skipanin ger sær greitt, hvussu Føroyar skulu síggja út í framtíðini - og arbeiðir hareftir. Og tað er ongin ivin
hevur verið um formansstríðið í FSF, og fráfarandi formaðurin, Dánjal Andreasen, stóð serliga fyri skotum, og tað endaði so við, at hann valdi at leggja kongin og taka seg aftur sum valevni. Ein meiriluti [...] Føroya var fyrst í síðsta mánaða, var nógv umrødda formansvalið útsett til ein nðggjan fund, ið verður nú komandi leygardag. Til aðalfundin var bert tað eina valevni, Frithleif Olsen, og hetta mettu fleiri [...] upp til formanssessin tá, og feløgini vildu fegin hava møguleikan at velja millum í minsta lagi tvey valevnir. Tískil setti VB fram uppskot um, at formansvalið var útsett, og hetta var samtykt. Nú er FSF
Sjey er nóg mikið Ikki fyrr enn fyrrapartin mánadagin eydnaðist at fáa orð á stjóran á Toll- og Skattstovuni og hann afturvísti øllum søgunum. ? Eg havi eisini hoyrt hasar søgurnar, men kann bert siga, at [...] skuldi vera fakligur leiðari fyri allari innkrevjingini og sita í stýrinum. ? Ætlanin er, at hon skal í stýrið at arbeiða at taka sær av uppgávum og tann ætlanin heldur fram, sigur Óli. EDV-skipanin haltar [...] edvskipanin ikki hevur verið tøk til tíðina. ? Skipanin er føroysk og tað hevur í hesum føri havt vansar við sær fyri okkum. Mótrokningin koyrir og skipanin, sum skal stýra eykatrekkinum verður klár um eina viku
árini og sum var við at stovna felagið, er Óli Hammer. Hann roknar við, at hann fer úr nevndini, tá eykaaðalfundur verður í felagnum. ? Tað koma nýggir pengar inn í felagið, og eg haldi tað er púra natúrligt [...] vandasjógvi, men støðan í felagnum tykist verða komin í rættlag aftur. Nýggj feløg og grunnar hava gjørt íløgur í Smyril Line, og hetta skal tryggja, at byggingin av nýggja ferðamannaskipinum kann halda fram [...] rættiliga sannlíkt, at nýggj nevnd verður vald, og eg vóni bara, at tað verða skilafólk, sum koma í nevndina, sigur Óli Hammer. ? Tað koma nýggir pengar í felagið, og tað eru teir, sum nú skulu taka avgerðirnar