gera nakrar royndir, sum byggjast kann víðari á. – Talan er um menningararbeiði, sum ikki bert fatar um próvtøkuhættir, men eisini møguliga tillaging av undirvísing og førleikamenning av lærarum og próvdómarum [...] millum annað í svarið til ein grein 52a fyrispurning frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu fyri Framsókn, sum spyr um vitlíki og undirvísing. Spurningarnir hjá Honnu Jensen eru soljóðandi: 1. Hvørjar eru tær ítøkiligu [...] spurning 1, at í skúlahøpi kann vitlíki vera sera hent og munadygt hjálparamboð, men hetta er treytað av talgildisbúgving hjá bæði lærarum og næmingum. – Við talgildisbúgving meinast í hesum førum at hava
Leitingin eftir teimum, sum yvirlivdu, heldur fram eftir stóru vatnflóðina, sum hendi fríggjadagin í nógvum regni í amerikanska statinum Texas. Millum tey saknaðu eru 11 gentur, sum vóru á summarleguni Camp [...] upp á í minsta lagi 67 leygardagin. Millum tey deyðu eru 21 børn. Fleiri av børnunum, sum doyðu, vóru luttakarar á Camp Mystic, sum er ein kristin summarlega, skrivar Washington Post. Vatn úr ánni Guadalupe [...] funnin á lívi. Ógreitt er júst hvussu nógvar av gentunum eru staðfestar deyðar. Hini, sum lótu lív í sambandi við vatnflóðina, vórðu funnin í øðrum pørtum av Texas í Travis County, Burnet County og Kendall
Finnlandi, ið hevði bæði meira spæl og væl fleiri málmøguleikar enn Noreg. Men tað vóru tær norsku sum tóku av møguleikunum. Finnland gav Noreg eina hjálpandi hond við at gera sjálvmál longu í triðja minutti [...] seg víðari til fjórðingsfinalurnar í EM-endaspælinum í Sveis. Hetta hóast tær bert hava spælt tveir av trimum dystum í innleiðandi bólki A. Á Tourbillon leikvøllinum í Sion eydnaðist tað Noregi at vinna
60 dagar. Innan tað tíðarskeiðið skal Hamas sleppa umleið helvtini av teimum livandi og helvtini av teimum deyðu ísraelsku gíslunum, sum enn eru í varðhaldi hjá Hamas. Eftir hetta verða 22 gíslar eftir í [...] útbering av neyðhjálp til Gaza, og hon skal býtast út í Gaza umvegis skipanir, sum ST og aðrir altjóða hjálparfelagsskapir stuðla. Í dag er tað fyrst og fremst Gaza Humanitarian Foundation (GHF), sum Ísrael [...] semingsmenninir hava fingið greið boð um at gera eina vápnahvíldaravtalu í Gaza undir teimum treytum, sum Ísrael hevur góðkent frammanundan. Tað sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, áðrenn
varð spældur leysur av Marius Kryger Lindh. So var reyði leyparin rullaður út fyri B36, sum ikki megnaði at taka av. Nógvu óroyndu B36 spælararnir tóktust tyngdir av fínu støðuni, sum teir vóru komnir í. [...] handaru síðu av málinum. Tá vóru 52 minuttir farnir, og í 62. minutti var tað Hannes Agnarsson, sum við handara stólpa heilfluktaði bóltin í málið eftir innlegg úr høgru frá Símuni Sólheim, sum snilt varð [...] dygst uttanfyri brotsteigin steðgaði Pæturi J. Petersen hjá B36, ið varð spældur leysur av Ragnari Samuelsen, sum vann nærdyst við Noah Mnenéy. Alex Troleis tók reyða kortið úr lummanum, og eftir 10 minuttir
fólkamorðið, sum Ísrael fremur í Gazageiranum - tey tilvildarligu drápini á ósek og nýtsluna av svøltan sum krígsvápn. Tað sigur brasilski forsetin, Lula da Silva, á BRICS-toppfundinum, sum er í Rio de [...] de Janeiro í dag, og sum heldur fram í morgin. BRICS-londini eru savnað í brasilska stórbýnum á toppfundi. Hvørki kinesiski forsetin, Xi Jinping ella russiski forsetin, Vladimir Putin, eru fysiskt við á [...] teir luttaka á netinum, verður sagt. Altjóða revsirættardómstólurin, ICC. hevur sent út handtøkuboð av russiska forsetanum fyri krígsbrotsverk í Ukraina, og Brasilia er limur í ICC. Tískil hevur Brasilia
við stóru búskapunum, sum ikki eru vesturlendskir, Brasil, India, Kina og Suðurafrika. Toppfundurin er í Rio de Janeiro. Putin er ikki fysiskt til staðar á toppfundinum. Hetta kemst av, at altjóða revsirætturin
málini fyrsta hálva tíman av dystinum. AIK hevði bóltin 70 prosent av tíðini, og teir høvdu munandi fleiri royndir innanfyri málrammurnar enn mótstøðuliðið, men teir tóku ikki av. Halmstad hevði tvær royndir [...] royndir innanfyri málrammurnar, og teir tóku av báðu ferðirnar. Samstundis sum AIK tapti, so vunnu hini oddaliðini, Mjällby og Hammarby sínar dystir. Mjällby er fremst við 34 stigum, Hammarby hevur 33 stig [...] Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm var favorittur undan útidystinum móti Halmstad í bestu svensku fótbóltsdeildini. Dysturin var leiktur tíðliga seinnapartin í dag. Men
partin av málinum upp til nýggja viðgerð. – Løgmálaráðið tók niðurstøðuna til eftirtektar og hevur tikið fyrisitingarliga partin av málinum upp til nýggja viðgerð. Fyrisitingarligi parturin av málinum [...] Tað var Jacob Vestergaard, sum sendi Bjarna Kárasyni Petersen, løgmálaráðharra, ein grein 52 fyrispurning um málið, ið er melda til løgregluna sum valskvik í Oyndarfirði. Grein 52 a fyrispurningurin hjá [...] liðugt við sítt kanningararbeiðið, sigur Bjarni Kárason Petersen, sum upplýsir, at klaga varð um málið til Løgtingsins umboðsmann, sum tann 23. apríl 2025 sendi Løgmálaráðnum sína niðurstøðu, har Løgtingsins
landinum. Sum skilst, luttekur russiski forsetin, Vladimir Putin, um netið. Hann torir helst ikki til Brasilia, tí landið er limur í altjóða revsirættardómstólinum, ICC, sum hevur sent út handtøkuboð av russiska [...] BRICS-londini vóru, sum styttingin sigur, Brasilia, Rusland, India, Kina og Suðurafrika. Í fjør varð BRICS-samstarvið víðkað til eisini at fevna um Egyptaland, Etiopia, Indonesia, Iran, Saudiarabia og [...] Sameindu Arabisku Emiratini. Toppfundurin millum londini er byrjaður í Brasilia - uttan fysiska luttøku av Vladimir Putin og Xi Jinping. NRK veit at siga, at kinesiski forsetin, Xi Jinping, kemur ikki á fundin