nú verður pláss fyri 348 áhoyrarum í høllini. Helena Dam á Neystabø var ein av teimum býráðslimunum, sum helt, at hetta var ein stórur dagur fyri býráðið. Og hon helt eisini, at nú Musikkskúlin eisini [...] Hetta er ein stórur dagur í Tórshavnar Kommunu. Tað staðfestu fleiri býráðslimir. Og orsøkin til, at teir fegnast, er, at nú hevur býráðið samtykt at byggja nýggja musikkskúla Tilsamans kostar skúlin 88 [...] einmælt samtykt og sostatt er endaligt punktum sett fyri hesum mákinum, ið hevur spøkt í býráðnum í ein hálvan mansaldur. Afturímóti upprunaligu ætlanini er skúlin gjørdur størri, eitt nú er orkesturhøllin
dómaranum, hvørki fyri ella í móti okkum ella HB, sigur Jákup á Borg og leggur afturat: - Eins og ein spælari kann hava ein minni góðan dyst, so hevði hann kanska tað hesaferð. Vit vóru níggju móti 11, og máttu [...] eisini: FSF ætlar at revsa Jákup á Borg - Eg veit, at eg fór ov langt, og tað eri eg keddur av. Hatta er ein tann sermerktasti dysturin í søguni hjá felagnum, so tað er einki at siga til, at tað vóru nógvar kenslur [...] Fótbóltssambandið hevur einki meldað út, men tað hevur ljóðað alt frá ávaring til fýra dystir leikbann er ein møguleiki.
hendi ein minni fótbóltsskelkur, tá Chelsea-stjørnan, Oscar, valdi at halda fram við fótbóltsyrkisleið sínari í kinesiskum fótbólti heldur enn at halda fram í ensku Premier League. Tó er talan um ein sáttmála [...] seldur til Shanghai SIPG fyri eina upphædd, sum svarar til umleið 460 miljónir krónur í okkara peningi. Ein, sum undrast stórliga, at Oscar velur kinesisku liguna framum Premier League er høvuðsvenjarin hjá [...] nøgd. Nú nýtist teimum ikki at hugsa um pengar meir. Jürgen Klopp sær ikki ítróttarliga virðið í, at ein góður fótbóltsleikari fer til Kina at spæla. Hann heldur, at tað bara kunnu verða pengarnir, sum lokka
kommunu, sigur, at eftir hansara metan, so er málið um læknaviðtalurnar ikki ein trupulleiki hjá Runavíkar kommunu, tí tað fyriliggur ein undirskrivað avtala millum partarnar, sum hann og Runavíkar kommuna fyrihalda [...] læknatrupulleikan í økinum. Avtalan sigur, at ein heilsudepil skal verða í Runavík fyri allar kommunurnar og inntil tað er koyrandi millum Strendur og Runavík, skal ein lækni verða á Strondum tveir dagar um vikuna [...] vikuna, sigur Tórbjørn Jacobsen. Tað skulu tríggir læknar halda til í Runavík, har ein av teimum so er tríggjar dagar í Runavík og tveir á Strondum. Teirri avtalu ynskir Sjóvar kommuna nú at fara frá sambært
meirilutin í Fíggjarnevndini. Og tey vísa samstundis á, á ferðavinnan er ein vinna í vøkstri, og tí halda tey, at ein ferðavinnuútbúgving er ein gongd leið, og nú er stundin komin at skipa eina slíka í Føroyum [...] Nú skal ein ferðavinnuútbúgving setast á stovn í Vestmanna. Tað eru bæði samgongan og andstøðan í fíggjarnevndini, samd um. Fíggjarnevndin hevur viðgjørt uppskotið til fíggkjarlóg fyri næsta ár og í kvøld [...] framhaldandi viðgerð. Samgonga og andstøða eru ósamd um nógv mál, men eitt, tey eru samd um, er at ein ferðavinnuútbúgving skal setast á stovn í Vestmanna, og tí vilja tey hava Løgtingið at samtykkja at
fer spakuliga í ein landnyrðing og viknar. Hetta ger, at Føroyar liggja í einum luftstreymi av landnyrðingi ella norðri. Mánadagin fer eitt lágtrýst við Skotland væntandi spakuliga í ein landnyrðing, men [...] men seinni í vikuni fer ein veikur hátrýstsryggur framvið okkum av vestri. Í dag Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s, men út á seinnapartin fleyr til gul av [...] náttina millum 7 og 10 stig. Mánadagin Lot til andvøsgul av eystri, 3 til 8 m/s, sum seinni snarar í ein norðan og møguliga øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men møguliga okkurt æl
karmur um forvitnisliga ítróttartilboðið. - Nógv brúka Áargøtu til ein renni- ella gongutúr, og tí kemur útgerðin at standa sera væl fyri sum ein liður í venjingini hjá teimum, ið dáma at vera úti í náttúruni [...] Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at Trongisvágur við hesum tekur eitt fet víðari í gongdini í at gerast ein sannur ítróttarmiðdepil. - Frammanundan eiga vit frálíka fótbóltsøkið við Stórá og ítróttarhøllina [...] FIFA-vøllur liggur beint við ítróttarhøllina, og er tað sjáldan, at hann ikki er í brúk. - Cross-fit er ein venjingarháttur, ið er sera væl umtóktur í dag. Kring heimin verður hesin serstaki venjingarháttur
Rætti seinnapartin fekk ein ungur maður 30 tímar samfelagstænastu fyri fullur at hava koyrt ein bil á sjógvin. Føroya Rættur skuldi seinnapartin royna at gera av, hvør hevði koyrt ein bil 21. apríl í 2009 [...] avgjørt við ákæran, at varð hann dømdur, vildi hann gera samfelagstænastu í 30 tímar, svarandi til ein treytaðan dóm á 20 dagar. Í rættinum seinnapartin varð vinmaður hansara avhoyrdur, men tað var týðiligt [...] vitnisfrágreiðing hansara, og minti vitnið meira en einaferð á, at hann var undir rættarábyrgd. Síðani var ein kvinna førd sum vitni, og hon virkaði álítandi á ákæra og dómara. Og eftir hennara vitnisfrágreiðing
Tað er nú staðfest, at mannabeinini, sum ein smádrongur fann í Hvalba í summar, eru 1000 ára gomul Tað var í summar, at ein smádrongur fann nøkur mannabein í bakkanum niðanfyri Bønhúsfløtu í Hvalba. Síðan [...] um ár 1000. Hetta er fyrstu ferð, at ein tíðarfesting er gjørd, sum er tengd at einum av mongum plássum, sum bønhúsnavnið er knýtt at. Beinini geva ábending um ein fornan grevstur ella kirkjugarð. Helst [...] Helst stóð kirkja ella bønhús í kirkjugarðinum. Um so er, eru fornminnini á Bønhúsfløtu dømi um ein garð við grevstri ella kirkjugarði við kirkju, har búleikast hevur verið um ár 1000 ? tvs seint í víkingaøld
í ár skal vera fyrsta høvið at heiðra ein persón ella eitt virki, ið hevur verið við til at røkja og ríka føroyska málið í serligan mun. - Vit ivast ikki í, at ein slík Málrøktarvirðisløn fer at eggja fólki [...] hevur Mentamálaráðið longu sett kikaran á ein serliga ídnan málrøktara, men meir vilja tey ikki avdúka fyribils. Bara at viðkomandi persónur ella virki er ein, vit kenna, og sum umframt heiðurin fær eina [...] fólki til at brúka gott føroyskt mál. Eg ímyndi mær eisini, at ein málvirðisløn, sum hendan, kann skunda undir kjak um, hvat er gott mál, og kjak um málið er altíð gott, sigur Martin Næs, deildarleiðari