vita, hvør tað var, og fekk samband við hana á Facebook, og síðani hevur løgreglan fingið váttað, at talan er um kvinna, leitað hevur verið eftir, og sostatt er leitingin avblást, sigur løgreglan. Hon [...] Kvinnan, sum leitað hevur verið eftir vestanfyri í Sandvík, er komin aftur í aftur í øllum góðum. Sum vit skrivaðu í áðni var talan um eina unga, týska kvinnu, sum kom suður við Smyrli í morgun og sum
fyri HB, sum leitar eftir styrki. In.fo hevur fingið upplýst frá keldum, at René Shaki Joensen er í samráðinum við HB, og at eitt skiftið er upp á pláss. Hann hevur í løtuni sáttmála við íslendska Grindavík [...] meðan HB leitar eftir styrki, eftir eina minni góða byrjan upp á kappingarárið, har miðvøllurin hevur verið ein avbjóðing. ##med2## Sum skilst, ætlar HB at fáa 26 ára gamla René Shaki Joensen til felagið
við. Skála hevur nú spælt tríggjar dystir, sum allir eru endaðir við javnleiki. EB/Streymur hevur eisini spælt tríggjar dystir. Javnleikurin á Skála var fyrsta stigið, sum EB/Streymur hevur vunnið í ár
viðmælir hundaeigarum at seta seg í samband við djóralækna, um hundur teirra hevur etið vátfóður frá Hill’s Pet Nutrition og hevur tekin um D-vitamin eitran. Í Føroyum er talan um eitt slag av fóðri, sum keyparin [...] vuni. - Um tú liggur inni við hesi vøru, skal tú beina hana burtur ella lata hana aftur hagar tú hevur keypt hana, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
varaforsetin Mike Pence í einari røðu í dag. Frammanundan hevur amerikanski rúmdarstovnurin NASA arbeitt við einari tíðarætlan, har málið hevur verið at seta fólk á mánan innan tey næstu níggju árini, men [...] avstað við amerikanskum rakettum frá amerikanskari jørð, segði Pence. USA er higartil einasta tjóð, ið hevur megnað at sett menniskjur á mánan. Í 1969 gjørdust Neil Armstrong og Buzz Aldrin fyrstu persónar á
flokkurin frá í tíðindaskrivi í dag, aftaná at flokkurin hevur havt landsfund við Gjógv Avgerðin fellir í kjalarvørrinum av, at Bjørn á Heygum alment hevur verið frammi og funnist at leiðslustílinum hjá Jógvani [...] stilla upp fyri Sjálvstýri, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi. Harumframt verður upplýst, at flokkurin hevur hugt nærri at virkseminum í Streymoyar Sjálvstýrisfelag, har Bjørn á Heygum er formaður. - Á fundinum
boðar í dag frá, at bólkarnir Tinganest og Páll Finnur Páll spæla á festivalinum í august. Tinganest hevur síðani áttatiárini skrivað og sungið sangir fyri føroyingum. Teirra gløggu eygleiðingar, skeivu vinklar [...] Páll í einari serstøðu. Síðani teir av álvara fingu gjøgnumbrot við sanginum Forelskaður sjónleikari hevur bólkurin givið føroyingum eina langa røð av hittum. Teir kunnu verða forherðaðir í sínum tekstum, [...] hvørt bæði speiskir og hvassir, men teir duga eisini at vera eymir og festligir. Páll Finnur Páll hevur havt nógvar góðar løtur á Summar Festivalinum, og í ár fara teir aftur at fáa stóra tjaldið at kóka
Nielsen verður ikki við, tá B36 í morgin spælir móti AB í 7. umfari í Betri deildini hjá monnum. Hann hevur í vikuni verið innlagdur, eftir at hann spældi við innaribløðing í 3-0 sigrinum á 07 Vestur. Í fyrra [...] spælir í fyrsta lagi um eina viku. Tað er eitt sindur av mannfalli í B36 í løtuni. Róaldur Jakobsen hevur trupulleikar við fótinum, sum kanna vísa seg at verða ein kroniskur skaði. Tað vil siga, at hann í [...] vikur. Somuleiðis er Jónas Tór Næs illa skaddur í økslini, meðan Christian R. Mouritsen framvegis hevur trupulleikar í fótinum og verður heldur ikki við. Betri deildin menn: 7. umfar TB/FCS/Royn – HB (15
Hann gjørdist kendur í 2011 við lagnum »Levels« og hevur givið út tvær útgávur. Tann fyrra, »True«, kom í 2013, meðan »Stories« kom í 2015. Hann hevur harumframt havt tvær stórar heimsumferðir í kalarvørrinum [...] Me Up«, sum bæði komu ovast á hittlistarnar í fleiri londum. Eitt annað svenskt blað, Expressen, hevur verið í samband við svenska uttanríkisráðið. Har verður váttað, at ein svii í 30 árunum er funnin
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur júst nú lagt broytingaruppskot fram, sum máar grundarlagið undan pensjónsuppskotinum hjá samgonguni. Í dag viðgerð løgtingið uppskot um at broyta pensjónirnar [...] á pensjónsøkinum, at pensjónsaldurin skal hækka so, at pensjónsaldurin framyvir er 68 ár. Men nú hevur Páll á Reynatúgvu, løgtingstingmaður fyri Tjóðveldi, lagt eitt broytingaruppskot fram. Broytingaruppskotið [...] uppskotinum, tí hetta er avgerandi fyri fíggingina av teimum broytingum á pensjónsøkinum, sum samgongan hevur sagt seg vilja gera. Hetta skrivaði Páll á Reynatúgvu í november mánaði í fjør um sama evni: - Sum