brotsteigin. Viggo Johannesen tveitti seg fyri at takla, men hann var ov seinur, og í staðin fyri at fáa fatur á bóltinum, so smekkaði hann beinini undan Boga. Kanska var sýnið hjá dómaranum í júst hesi [...] skjótur at hyggja upp á linjuverjan, sum hevði frítt útsýni, men hann lætst sum einki, og harvið kann ikki annað enn staðfestast, at hann hevði ikki sæð tað, sum øll onnur høvdu sæð. Lítla løtu seinni bríkslaði [...] eyðsýndu, við í uppspælinum, eftir at hann hevði vunnið nærdystir. Tá ið Skála fór í álop kendist tað serliga vandamikið. Jónhard Frederiksberg, sum var betri upplagdur, enn hann leingi hevur verið tað, Bogi Gregersen
varð hann - eins og liðfelagarnir á landsliðnum - útpurraður áðrenn klokkan trý sunnunáttina. Hinir ferðaðust umvegis Zürich, meðan Andrew fleyg umvegis Frankfurt og til Keypmannahavnar, har hann lendi [...] móti botnliðnum Brønshøj. Christian var millum teir fyrstu ellivu, og hann varð skiftur út eitt korter undan leikloki. Tá hevði hann stutt frammanundan sæð gula kortið. Nú er Lyngby á fimta plássinum við [...] landsdystin í Tel-Aviv leygarkvøldið og 1. deildardystin í Sundby Idrætspark á middegi sunnudagin var hann ógvuliga moyrur, og tað kendist ikki serliga hugaligt, tí sunnudagin tapti Fremad Amager 7-0 móti
tí umráðandi er at finna bæði rætta leiðaran og røttu hølini til endamálið, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður. Hann vónar kortini, at ein kann fara undir henda stovnin av álvara longu í heyst. Hjálp [...] krøv, so verða eisini serstøk krøv sett til ein slíkan stovn. Hann skal í fyrsta lagi hava góða rúmd, vera væl ljóðisoleraður, eins og hann skal hava fleiri viðgerðarrúm til fakfólkini sum koma á staðið [...] slíkan stovn. Í farnu viku var lýst eftir leiðara til henda serdagstovnin. Og fyrrapartin í gjár fekk Hans Pauli Strøm handað eitt væl undirbygt álit um, hvussu ein slíkur stovnur kann hava umsorgan fyri júst
eydnaðist teimum at mynda nøkur álop í vinstru, har Hans Jørgen Djurhuus enn eina ferð vísti, at hann er góður styrkur at hava fingið. Samanspælið millum hann og Hanus Jacobsen riggaði væl fyrsta hálva tíman [...] um kapp eftir bóltinum. KÍ málverjin tveitti seg, og tað tóktist sum um, at hann stýrdi bóltinum út til hornaspark, áðrenn hann brast saman við GÍ álopsspælaranum, sum fór um koll. Dómarin bríkslaði fyri [...] og 22 metrar úr málinum. Marek Vierzbicki, sum fyrsta tíman vísti somu góðu evni á miðvøllinum, sum hann seinastu 16 árini hevur víst kring Føroya land, smekkaði til, bólturin fór flatt ígjøgnum manngarðin
viðkomandi somgongulimur, sum er tinglimur, bar seg at sum hann gjørdi, og heitti á flokk hansara um at seta hann uttanfyri alla politiska ávirkan, um hann ikki makkaði rætt. Framferðarhátturin hjá hesum tinglimi [...] at hon er røtt. Kaj Leo tekur sær síðan heimild til einsamallur at áseta endurgevingarreglur. Og hann forbjóðar óbeinleiðis endurgeving. Eg loyvi mær at ivast í førleika hansara til tess. Ein spurningur [...] skulu hava rætt til at hava sínar meiningar, og rætt til at boða frá sínum meiningum. Og so tekur hann sær rætt til at siga hetta eisini galda fyri Norðoya Sambandsfelag. Eg helt annars, at tað vóru á
rætt, tá hann á eini vátari breyt koyrdi fremstur um málstrikuna. Vónin um heimsmeistaraheitið er tó næstan horvin, Tí oddafiskurin í HM kappingini Fernando Alonso megnaði at fáa annað pláss. Hann hevur sostatt [...] var hugsandi at royna annað. Giancarlo Fisichella upplivdi, hvussu hált tað var á breytini, tá ið hann við nógvari ferð misti tamarhaldið á bilinum, ið sorlaðist í ein dekkvegg. Fisichella hevði skift [...] sostatt fluttur aftur av triðju til trettandu byrjunarstøðu. Í royndini at berja seg upp aftur, trýsti hann bilin eitt sindur ov nógv. Tað eina dekkið rakti málaða kantin á breytini, ið var sum gler, og Renault
var tómt eftir Hans Paula Samuelsen, er sannur bóltsnillingur. Hann torir at bjóða av ein móti einum, hann hevur eyga fyri samanspælinum, og sjálvsálitið fekk skump rætta vegin, tá ið hann hevði minkað um [...] tá ið hann smoygdi sær framum Jens Martin og stýrdi innleggi úr høgru frá Egili á Bø í málið, og innskifti Sonni L. Petersen setti síðsta naglan í móti sínum gomlu liðfeløgum. Fyrst vann hann bóltin av [...] og undan steðginum javnaðu teir. Teitur Joensen hevði frammanundan sneitt seg leysan, og tá hevði hann bæði møguleika at royna sjálvur og at spæla Sorin Anghel, sum var einsamallur saman við honum, men
smáhundur í øllum førum ikki er dýrur í drift. Hann kostaði nakað at fáa, tí hann er ein ektaður chiwauwa, ættaður úr Slovakia. Men síðani hann kom til landið hevur hann ikki verið dýrur. ? Eg brúki uml. 200 kr [...] hundar og ikki hvølpar. ? Ein seyðahundahvølpur t.d., vigar minni enn 15 kg, men hann vigar nógv meiri enn tað, tá hann er vaksin. Tí er smáhundafelagið ikki fyri teir. Ætlanin er at savna teir hundarnar [...] tann elskuligi hvølpurin, sum tey so fegin vilja hava, einaferð fer at verða vaksin, og tá verður hann kanska ikki so elskuligur meiri. Tey mugu altíð minnast til, at tað fylgir ein ábyrgd við at fáa sær
til land og fólk og var ikki bangin fyri at vísa tað. At hann seinni var í fjøldini í festivaldansinum í tjaldinum og at tað seinni frættist, at hann útsetti fráferðina úr Føroyum, meðan bólkurin hjá honum [...] betri og betri. McFadden byrjaði meira og meira at slappa av og at samskifta við lurtarafjøldina. Hann gjørdi greitt, at henda fyrsta ferðin í Føroyum var góð og at honum dámdi landið. Allar kvinnurnar [...] millum kvinnuligar áhoyrarar. No Hero McFadden hevði nú áhoyrararnar í sínum lógva. He s no Hero, sang hann síðani. Talan gjørdist meira og meira um eina framførslu, har McFadden prógvaði sína góðu mannfólkarødd
orsøkin til, at landsstýrismaðurin ikki hevur ætlanir um at nerta dansktfakið hesum umfari. Ger hann tað, er hann bangin fyri, at vit enda aftur í sama gamla kjakinum um, nær dansktfrálæran skal byrja við tí [...] Ikki undirmeta danskt Hóast landsstýrismaðurin ongar ítøkiligar kanningar hevur at halda seg til, er hann ikki í iva um, at neyðugt er at betra um fremmandmálsligu førleikarnar hjá føroyingum. Og hóast tað [...] ítøkilig prógv um, at jú fyrr næmingar læra eitt fremmandamál, jú betri fara teir at duga tað, heldur hann tað framvegis vera eina gongda leið at flyta byrjunarfrálæruna í enskum úr 5. niður í 3. flokk ? Tað