hvat tað verður, er støða ikki tikin til. - Vit fara neyvan at sita svong 2. jóladag, sigur hon brosandi. Hon sigur, at hon hevur keypt einar 15 jólagávur. Gávurnar eru til tey nærmastu og onkur børn [...] sær í meira enn 35 ár. Tað eru nýggju tunlarnir Norður um Fjall. - Henda gávan er ikki bara til mín, men okkum øll. Eg eri sera spent eftir at vita, hvørja ávirkan tunlarnir fara at hava fyri menning og [...] eitt jólaynski? - Uha, eg havi í minsta lagi tvey jólaynski. Eg vildi ynskt, at eingin familja í Føroyum kendi seg fíggjarliga sperda, tí tað er jól. Jól og tað, sum hoyrir jólunum til, mugu vit vaksnu taka
brúka nakrar tímar á Herberginum. - Eg takki fyri tað lívið, eg fekk eftir misbrúkið, og henda dagin á Herberginum eri eg saman við fólki, sum eru í somu støðu, sum eg sjálvur var í. Hvat eta tit á jólum [...] hús í Skálavík fara vit at eta gás, sigur hann. Keypir tú jólagávur? - Eg plagi at keypa konuni jólagávu og annars okkurt til børnini, hóast konan hevur stýr á tí partinum. Hvønn týdning hava jólini fyri [...] umráðandi fyri at fara niður í ferð er at lata jólafriðin koma inn í heimini. - Í mínum arbeiði royni eg at syrgja fyri, at menniskju, sum hava trupulleikar at dragast við, hava tað teimum tørvar, so tey
jól? - Eg haldi jól í Skúvoy. Jólaaftan var tað dunna og rísalamande, og hinar dagarnar verður tað kjøt og fleskasteik. Tað sigur Anna Thomsen í Skúvoy. Keypir tú jólagávur? - Ja, eg keypi til sjey ommubørn [...] siglir úti sum aspirantur. Eg hevði viljað, at tey vóru heima. Anna Thomsen vísir á, at tað er ikki altíð so lætt at ferðast út til Skúvoyar og heimaftur hesa tíðina av árinum. - Eg havi í nógv ár bjóðað teimum [...] ommubørn og til tey nærmastu. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Jólini hava kirkjuligan týdning, og tað at vera saman við fólki. Hon sigur, at børnini eru í Danmark og Íslandi, og her eru ávikavist trý
rokaligt fyri meg. Hetta hevur oftast verið, tá eg skal ov nógv og eg føli, at tíðin røkkur ikki til – ella, at eg ikki veit, hvat eg skal keypa í allar gávurnar, eg ynski at geva. Hon heldur, at tað hevði verið [...] kenslur eru upp á spæl. Eg fái steðgað á eitt bil – hugsi um árið, sum fer, hvat eg havi gjørt og kanska, hvat eg kundi havt gjørt øðrvísi. Hvussu geri eg næsta árið enn betur? Men, eg royni eisini at minna [...] kemur tað innara barnið fram. Sjálv hongdi eg hosu upp alla tíðina, meðan eg búði heima, hóast foreldrini hildu, at tað bara hoyrir børnunum til. Men, eg veit ikki – jólamaðurin gloymdi ongantíð meg, sigur
samlast familjan til kalt borð. Keypir tú jólagávur? - Ja, tað geri eg við gleði. Eg keypi til børn og barnabørn, og eg haldi tað vera sera hugnaligt, at tað, sum liggur í hesum, kann gleða børnini og gleða hvønn [...] týdning fyri meg. Eg elski at stákast til jóla og njóta alt tað hugnaliga, sum vit verða boðin við til. Ester Mohr vísir á, at á jólum koma eisini minnini frá barndómstíðini fram, tá ikki so nógvir pengar [...] - 2. jóladag gongur leiðin til Skopunar til Kitty, og her samlast øll familjan saman aftur, sigur hon. Hvat eta tit á jólum? - Jólaaftan eta vit dunnu og alt, sum har til hoyrir, omaná verður rísalamandé
verða øll aftur samlað hjá henni. - Jóladag eri eg boðin til døgurða, og 2. jóladag koma øll her til mín at eta døgurða. Tað gleði eg meg serliga nógv til. Davia vísir á, at jólaaftan eta tey altíð stokt [...] jóladag er ikki nøkur føst menu, men í ár verður tað helst feskt lambskjøt og alt tað, sum her hoyrir til. - Dessertin verður ísur, smákøkur og karamellur, sigur hon. Keypir tú jólagávur? - Ja, eg keypi jólagávur [...] føddur. Hann sum skal bjarga okkum frá syndini. Og so er tað eisini hann, eg kann venda mær til, tá alt kanska ikki gongur so væl. Men, eg takki eisini Jesusi, tá tað gongur væl. Davia Nicolajsen vísir á, at
- Her er tíverri ikki javnstøða á tí økinum, og eg keypi bara ta einu jólagávuna. Síðan er tað konan, sum tekur sær av øllum gávunum. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Eg elski hesa tíðina. Henda [...] Hvar heldur tú jól? - Eg haldi jól í Trongisvági saman við mínum kæru. Jólaaftan byrjar sum oftast við, at vit fara í kirkjugarðin og minnast tey farnu. Seinni um dagin eru vit til jólahald á Suðuroyar [...] brúnkaði eplir, sós og ikki at gloyma taffelkips - nakað, sum øll burdu roynt, heldur Søren fyri. Seinni jólaaftan eta tey mandlurís og alt tað góða og søta, sum hoyrir jólunum til. Keypir tú jólagávur?
jólagávur? - Eg havi eina góða konu, sum dámar sera væl at keypa. Mær dámar sera illa at ganga í handlum, so her sleppi eg so deiliga lætt. Eg keypi eina gávu fast, og onkuntíð keypi eg okkurt til børnini eisini [...] hjá foreldrum, sigur Høgni Tausen. Hvat eta tit á jólum? - Vit eru rættliga siðbundin, tá tað kemur til jól. Á middegi jólaaftan eta vit ræstan fisk og garnatálg, fyltan saltaðan sperðil og kókað spik. Omaná
okkurt hondgjørt í pakkunum, sum fara av húsunum. Eg tími ikki at tuska runt fyri at finna gávur ella keypa, so eg ikki havi fyri breyð í januar. Tað kann ikki vera meiningin við jólagávum. Og hon sigur víðari: [...] smørkrem innan og er alkoholfrí. - Eg kann ikki síggja stokta gás. Gás er góður føstumatur – turkað og við drýli afturvið, leggur hon aftrat. Keypir tú jólagávur? - Eg keypi nakrar jólagávur. Vit hava fýra [...] jólini fyri teg? - Eg eri ein av teimum sum longu í oktober havi hugt eftir tí fyrsta jólafilminum. Eg elski jólini, og hetta er tann hátíðin, sum hevur mest at siga fyri meg. Tískil gleði eg meg minst líka
rokast dagarnar fram til jóla, men tá jólini koma, er bara at taka tað róligt; tá er einki opið, og einki er at renna til. Hevur tú nakað jólaynski? - Eg ynski bara, at øll tey, eg eri góð við, eru frísk [...] Hvar heldur tú jól? - Øll jólini verða hildin í Vestmanna. Eg keypti hús í Vestmanna í vár, so hetta verða fyrstu jólini, har eg og børnini halda jól í húsunum. Tað sigur Anna Jakobsen. Hvat eta tit á [...] plaga vit systkin við familju at samlast til brunsj, og tá er tað eitt sindur ymiskt, hvat vit eta. 2. jóladag er tað ræst kjøt. Keypir tú jólagávur? - Eg keypi nógvar jólagávur. Vit eru sjey systkin, og