hugnaligt at síggja stóra áhugan hjá fólki, sum ár um ár koma til bygdar við kampingvogni, og hesir plaga at vera einir 160 til 180 í tali. Hóast verkfall er, og tað kundi verið trupult at hjá fólki at fingið [...] verður farið í holt við at fyrireika tiltakið, sum skal verða árið eftir, sigur Eyð, sum onga løtu ivast í, at tað hevur stóran týdning fyri kommuna, at so mong fólk fáa høvi at savnast til hugna og veitslulag [...] og annars er vorðin dagførdur. Borgarstjórin vísir á, at kommunan eisini hevur gjørt burtur úr við at asfaltera her niðri á økinum, men av tí, at vit fingu verkfall, er tey ikki komin heilt undir land
er sagt, so haldi eg, at vit hava ein møguleika at sleppa víðari frá hesum bólki, sigur Morten Olsen. - Men so ræður tað um, at spælararnir eru væl fyri, at liðið fæst rigga, og at vit sleppa undan skaðum [...] stórur munur á at venja eitt landslið og eitt europeiskt felag. Ein stórur fyrimunur við at verða landsliðvenjari í Danmark er, at tú hevur bara danskar spælarar at hugsa um. Skalt tú vera venjari í einum [...] vanda, at vit kunnu tapa við hvørt, heldur enn at spæla verjukendan og destruktivan fótbólt fyri at vinna hvørjaferð. - Vit eru eitt lítið land, men tá tað ræður um fótbólt, hava vit onga orsøk til at smæðast
serligur. Her skuldi vera so veðurringt, søgdu tey. Keypmenninir grenjaðu, tí nú noyddust teir at fáa sær bil fyri at kunna koma inn á gólvið, og teir søgdu seg vera vísar í, at vit fóru at missa nógvan handil [...] húkar, mat og alt annað. Ordrarnir vórðu gjøgnumgingnir fleiri ferðir fyri at vera vísir í, at alt var komið við. Menninir blivu við at koma eftir onkrum, til báturin loysti. Sum frá leið slepti fyritøkan sær [...] nógvastaðni tá, at eg minnist menn koma inn og biðja um at fáa 20 krónur í forskoti, sigur Sigmund. Umborð á skipunum livdu menninir heldur ikki so flott, sum teir gera nú. - Eg minnist, einaferðina, at pápi Hans
fingið eina giktsjúku, sum plágar meg. Læknin hjá mær í Danmark ráddi mær til at fara til eitt heitt land í eitt tíðarskeið at vera, tí hitin hjálpir uppá sjúkuna, sigur Annbjørn Simonsen. Hann tók læknan uppá [...] verður rátt fólki frá at geva fátækum og heimleysum pening. Peningurin verður ofta nýttur til rúsevni í staðin. - George fortaldi mær, at tey ríku ofta tóku børn inn í síni heim at halda jól. Øll hava sjálvsagt [...] heimleys har, at tað munar ikki, um nøkur verða tikin inn til eina familju at halda jól. Tað eru framvegis so nógv eftir á gøtuni, sum ikki fáa møguleikan. Tískil fór Annbjørn Simonsen út at keypa ost og
úr rúgvuni av góðum minnum, men eg kann fyri stuttleikar fortelja, at frá tí at eg var heilt lítil, segði eg altíð, at eg skuldi vera politikkari, tá eg bleiv vaksin. Men einaferð á ólavsøku, tá eg var [...] minnist frá tí at eg var heilt lítil, at fólk altíð vóru inni hjá okkum á ólavsøku. Hugalagið var altíð líka gott, og fólk sungu og vóru í góðum lag. Eg minnist, hvussu eg og vinkonurnar plagdu at renna yvirum [...] hugalagið, og tað at práta við fólk oman eftir gongugøtuni á ólavsøku eina heilt serliga sjarmu, sum tú ikki upplivir aðrar dagar í árinum. - Hevur tú eitt serligt ólavsøkuminni? Tað er torført at velja eitt
ásannar, at tað er so lætt at vera eftirklókur, men í øllum førum eru fólk í Fámjin sera fegin, og tað er eingin ivi um, at hetta verður ein góður tunnil. - Nú vóna vit bara, at Landsverk fer at skipa so [...] um, at bygdin einaferð kann fara at veksa aftur, er tunnilin, men eins og hjá øðrum smáplássum hava vit onga trygd fyri nøkrum. Arni Teindal sigur, at í øllum førum er greitt, at tunnilin kemur at gera [...] raskur, og nógv verður lagt fyri æruna at møta upp. - Eg noyðist at ásanna, at tað ikki altíð hevur verið so skilagott at farið um Øraskarð, og tað vóru túrar, har bilurin dansaði eftir vegnum, bæði av
funnið ein máta at stytta um leiðina millum tjaldingarøkið og festivaløkið. "Vit halda tað also vera for langt at koma oman á festivaløkið, so vit ætla okkum at skreiða oman. Vit fingu ein at taka tey við [...] í gjár," sigur Hildibjarta Simonsen. "Vit hava ikki roynt tað veruliga enn. Men eg rokni við at tað fer at rigga. Ein situr í ringinum og tvær á krokodilluni," sigur Unnur Danielsen. "Einasti trupulleikin [...] hvar vit skulu goyma baðidjórini, meðan vit eru á festivaløkinum. Eg ætli mær, ið hvussu so er ikki at ganga runt við teimum har niðri," sigur Kristina Thomassen smáflennandi. "Nei, men vit kenna onkran
fyri hvørjum øðrum og eru blíð. Tað haldi eg vera ótrúliga stórt og gott, sigur Bogi avgjørdur. Í morgin fara Bogi og Gintare at gera tað sama sum í dag umframt at fara til midnáttarsangin og listaframsýningar [...] Havn og Gintare Strigunaite úr Litava lærdu at kennast á universitetinum í Prag og eru í dag par og vænta fyrsta barnið í november. Í ár er fyrstu ferð, at Gintare er á ólavsøku, og hon hevur bitið fast [...] Gintare hava í dag hugt eftir kappróðri og annars gingið oman og niðan. - Vit steðga á leið annan hvønn metur. Men tað er sjarman við ólavsøkuni, at man bara fer, har man fer, og man tosar við øll ymisk,
fyri sær. At hann løtu seinni gjørdist hepni vinnarin, av stóra bláa gekkinum á heili 260.000 kr, kom ikki óvart á hann. - Eg kendi á mær, at eg fór at vinna. Mamma bað meg tískil fara oman á Statoil í [...] Saltangará at keypa gekkahefti. Eg leyp oman og náddi tað so dánt. Sum vera man hava nógv verið hjá Jóni og forvitnast seinastu dagarnar. Serliga hava nógv fregnast um, hvat hann ætlar sær at brúka pengarnar [...] pengarnar til: - Eg fari at brúka hvørt oyra til eini nýggj hús. Tað ræður um at seta pengarnar eitt rætt stað. Eg hevði 39 SMS og 38 ósvaraðar uppringingar, tá eg legði hornið á eftir Gekkin. Fleiri hava
fer at vera til ampa fyri miðbýin í Havn. Heldur væntar hann, at har fer hin parturin av mentanini, sum ikki verður at finna uppi við Stórutjørn, at halda til. Somuleiðis hóvar honum tankan um, at hetta [...] m, sum Gunnar Hoydal ikki metir vera fyrimyndir, ið vit eiga at leggja okkum eftir at endurtaka í komandi byggingum. Hann leggur afturat, at tað er ikki fyri einki, at slík bygging onkuntíð er blivin kallað [...] torført at fáa barnafamiljur at støðast leingi, hóast húsini eru vælgjørd. Hinvegin kann úrslitið verða eitt annað, um tað eydnast at fáa fólk í øllum aldri at búgva har. Hetta kann gerast við at byggja