Konsertirnar verða leygardagin 23. oktober í Christianskirkjuni klokan 1600 og í Vesturkirkjuni sama dag klokkan 2000. Á skránni eru árstíðirnar eftir Antonio Vivaldi, Chacony eftir Henry Purcell, [...] Ole Bull og Chanson de Nuit eftir Edward Elgar. Í árstíðunum av Vivaldi fara vit at møta fýra føroyskar violinsnidlingar, sum fara at spæla soloirnar í verkinum. Sámal Petersen spælir várið, Øssur Bæk [...] Ensemble, Rúni er limur í Danmarks Radios Symfoniorkester og Rúni Sørensen er konsertmeistari og leiðari av Sjællands Symfoniorkester. Saman við teimum spælir partur av strúkarunum í Føroya Symfoniorkestri
Men hann mátti eta lyftið í seg aftur. Har skuldi eingin slingur vera í valsinum, søgdu leiðararnir í samgonguni. Øll samgongan skuldi atkvøða fyri teirri semju, sum var gjørd í fíggjarnevndini. Og ongum [...] avgerð í samgonguni. Eg havi tí á tingi spurt Kaj Leo Johannesen, um hann skipaði fyri tí. Men tað gjørdi hann ikki. Leiðarin, sum vera skal. Tað vísir kanska best av øllum, hvør einki vald hevur í landsstýrinum [...] Tað var ein turrislig staðfesting, sum Dimma gjørdi í eini oddagrein um dagarnar: "Tað sær út til, at vit hava trupulleikar við at stýra landinum". Sær út til... So hava tey ið hvussu er ikki sagt ov nógv
Nevndin í National Academy of Sciences, sum hevur kannað viðurskiftini, sigur seg eisini vera stak væl nøgda við framløguna, ið yvirlæknin Pál Weihe og doktarin Philippe Grandjean høvdu í USA í 1998. Tað [...] er nú viðurkend úti í heimi. Amerikanska kongressin almannakunngjørdi mánadagin eina frágreiðing um kyksilvur, ið vísindastovnurin - National Academy of Sciences - hevur latið gjørt. Í frágreiðingini stendur [...] samfelagnum einar 100 milliardir krónur. Leggjast til grund Í frágreiðingini verður skotið upp, at føroyska kanningin verður brúkt sum grundarlag í framtíðararbeiðnum móti dálking. Kanningin verður róst sum
almennu verklagsætlanina sum eitt týdningarmikið lið í royndunum at stýra gongdini í búskapinum.Sí greinina "útbyggingar fyri 1,6 milliard...." aðrastaðni í blaðnum Karsten Hansen sigur, at tær um- og útbyggingar [...] er ein partur av teirri 10 ára verklagsætlanini, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum arbeiðir við í løtuni. Hann sigur, at Landssjúkrahúsið er fullkomiliga afturútsiglt og er sera illa fyri [...] heilsumál í hesum 10 ára skeiðnum. Hann sigur, at ætlanin er síðani, at Almanna- og Heilsumálastýrið skal gera av, hvussu peningurin verður brúktur best møguligt. Hann sigur, at hann ivast ikki í, at uppskot
partaeigararnir í P/F Bakkafrost Eigari Tal av partabrøvum Virði í dag Virðið mánadagin munur 1 FOLKETRYGDFONDET NOR 5.153.004 8.71% 2.178.174.791 2.659.465.364 481.290.574 2 JACOBSEN Johan Regin FRO 4.611 [...] Jacobsen í Bakkafrost verd 2,38 milliardir krónur. Nú eru tey verd 1,95 milliardir krónur. Coronavirusið hevur ávirkað partabrævamarknaðir kring allan heimin. Eisini hjá Bakkafrost. Størsti partaeigari í Bakkafrost [...] 20 teir størstu partaeigararnir hava hesa vikuna mist tilsamans góðar 3 milliardir krónur í partabrævavirði í Bakkafrost. Tilsamans er virðið á Bakkafrost lækkað úr 30,1 milliardum donskum krónum til 24
Í døgunum 30. juli til 5. august verður ein Norðurlandakapping fyri U-16 lið í Gundadali í Havn. Luttakandi londini verða Danmark, England, Finland, Ísland, Noreg, Skotland, Svøríki og Føroyar. Allir [...] Magnussen, Jógvan Martin Olsen, Mathias Davidsen og Pætur Clementsen. U-14 landsliðið skal luttaka í eini kapping í Skotlandi, sum eitur Aberdeen International Football Festival. Ferðalagið fer avstað 17. juli [...] Thorsteinsson, Rani D. Christiansen, Frank Poulsen, Bjarni Jørgensen, Rókur F. Jespersen, HB. Arnfinn í Bartalsstovu, GÍ. Marni Djurhuus, EB/Streymur. Tummas Pauli Olsen, B71. Ingi Højsted, Mortan Johannesen
(br.), 78. Dómari: Petur Reinert B36: Jákup Mikkelsen – Johan V. Gunnarsson, Herbert í Lon Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Alex José dos Santos – Heini í Skorini (Jóan Pauli Jacobsen, 43.), Klæmint Matras, Ingi [...] (Martin Tausen, 65.), Eyðstein í Lágabø, Aco Pandurovic, Jón Krosslág Poulsen, Dan Djurhuus, Marco Moavic Dómari: Dagfinn Olsen Gult kort: Jón K. Poulsen, Suni úr Hørg, Eyðstein í Lágabø, Dimitri Jankovic AB:
Jacobsen, 61. 3-0: Bergur Midjord, 90. Dómari: Lars Müller B36: Jóan Pauli Jakobsen – Johan Ellingsgaard, Herbert í Lon Jacobsen, Klæmint Matras, Magnus Olsen – Bergur Midjord, Róaldur Jacobsen, Dennis [...] 69.), Stig-Roar Søbstad Gult kort: Nikolaj L. Eriksen, Mortan úr Hørg ÍF: Andras Gango – Fritleif í Lambanum, Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Jan Ellingsgaard – Alexander Jovevic (Ali Ellingsgaard, 78
hús í Havn omanfyri Smæruna. Hesa tíðina gekk Ingibjørg í Realskúla í Havn. Pápin hevði vikar fyri seg í skúlanum í Klaksvík. Men nú mátti hann hvørja viku fara til Klaksvíkar at passa arbeiðið í Sparikassanum [...] búsettust í Havn. Hesa tíðina var Ingibjørg javnan í Klaksvík, har hon var avloysari í Norðoya Sparikassa. Í Føroya Sparikassa: Hevur lært Marner upp Men so fekk Ingibjørg arbeiði í Føroya Sparikassa í 1966 [...] var lærari í 42 ár í Fugloy og Svínoy, og hann var eisini í fremstu røð í fráhaldsørsluni saman við Absalon Guttormson á Trøllanesi. Pápi Ingibjørg var Símun Petur Zachariassen. Hann var føddur í 1887. Símun
skiparanum Johan í Gjørðum í Porkeri, 87 ár. Eftir eru Margreta, sum hevur búð í Danmark síðan hon var ung, og Anna, ið somuleiðis býr í Danmark. Einasti bróðir, ið eftir er, er Sigurd, sum býr í Hoyvík og [...] mjólka teimum átta kúnum í kjallaranum. Hon var í bønum í hoyna. Hon gjørdi ikki bert matin og vaskaði upp, men hon vaskaði eisini klæði í baljuni og skolaði tey í lækjuni. Hon var í torvi við øllum børnunum [...] og faðir Elsebeth Kristinu bæði vóru fødd í Hoyvík og doypt í sama vatni í Havnar kirkju. Gamalt var, at tey, sum vóru doypt í sama vatni, eisini gingu saman í hjúnalag. Tey vuksu upp sum grannar, men tað