letur tað vera upp til lesaran at avgera, hvussu søgan skal skiljast ella tulkast. Hin góði søguskrivarin megnar at vísa lesaranum á ymsar møguligar tulkingar, men letur tað vera upp til lesaran at avgera [...] lisin soleiðis. Rakar ikki mál Høvuðsmálið við bókini er at peika á væntandi fullveldi sum orsøk til ringt skil í Føroyum. Hetta er samstundis tann veiki parturin av bókini. Hóast sannførandi royndir eydnast [...] Slíkum ber ikki til at tryggja seg ímóti stýrisskipanarliga, uttan so, at demokratii verður vrakað sum grundhugsan. Veikleikin við demokratinum er, at tann klóki kann lumpa tann minni klóka til at taka avgerðir
einki eftir til skipi, so tað er ikki møguligt at landa meira enn tey 25 % uttanlands, sum ikki hava eyka gjald álagt. Hettar viðførur at pelagisku virkini hava einkarætt uppá 75 % av rávøruni til matna. Møguleiki [...] slepst framat, at landa fiskin “køkulturur” til virkini. Sum støðan er, so hoyrist javnan at skipini hjá teimum, sum í dag eiga virkini, altíð hava framíhjárætt til landing. Um tað er so, veit eg ikki, men [...] hoyringsskriv um fiskivinnunýskipanina soleiðis at vit kundu koma við okkara viðmerkingum. Tað sær ikki út til at landstyrismaðurin ætlar at vit skulu verða hoyringspartur og tí komi eg við okkara viðmerkingum
hevði í øllum førum sera ringt við at halda bóltinum fyrstu løturnar. Tað var eisini eitt málmanskiks av teimum stóru, sum longu í 8. minutti gav Súna Fríða Johannesen høvi til at skora í eitt tómt mál [...] HB longu økt leiðsluna til 2-0. Eitt langt útspark frá Bárði endaði hjá GÍ-verjuleikara, men temjingin var vánalig, og knappliga var Andrew av Fløtum leysur og skoraði lætt til 2-0. Tá var seinni hálvleikur [...] framvegis nógv eftir í álopspartinum, og fríggjadagin gekk illa at fáa spælið at koyra nóg leingi til, at tað veruliga kundi geva úrslit. HB-málverjin Bárður Johannesen hevði ógvuliga lítið at gera í fyrra
dag, ganga nakrir dagar ímillum er ringt at koma í gongd aftur. Sum so nógv onnur havi eisini eg ein dreym um at mála burturav, men tað vil tíðin vísa, um tað ber til. At mála undir trýsti dámar mær væl [...] verða upptikin til framsýningar. Eg vil ikki siga, at nýggju rákini, ið eru frammi, siga mær so nógv. - Møguliga eri eg ov tradisjónellur, eg máli landsløg og havi ikki beinleiðis hug til at finna uppá [...] verkum hjá Øssuri, tey flestu eru málað í ár. Framsýningin letur upp sunnudagin 14. mars og er opin til 23. apríl. - Eg kom í samband við tey, ið skipa fyri framsýningini á Fjóni, fyrstu ferð eg hevði framsýning
má siga nei ella taka billyklarnar frá onkrum. Men eg kenni onki til, at fólk gera seg so ómøgulig, at tað ikki ber til at tosa tey til sættis. Nú arbeiði eg bara um dagin, men fyrr var eg eisni her um [...] dansistað til tey ungu, sigur Hjørdis ikki sørt ill á málinum. "Hvør er omma tín?" Tað hvørki sæst ella hoyrist, at Hjørdis fyllir 70 seinni í ár. Hon er framvegis ein av teimum fremstu, tá tey sláa ring uppi [...] út um diskin, inntil onkur rópti, "Ná tit. So er Hjørdis her!" So tómdu tey gløsini og gjørdu seg til at fara uttan meir roks. - Klaksvíkingarnir, sum koma her kenna meg so væl og vita, hvørjar reglurnar
bleiv seldur víða um landið. Nakað varð selt til Hvalvíkar, har tað var í umbúna at byggja eina nýggja kirkju. Hin gamla var komin á fallandi fót, og náttina til 22. januar 1829 fór hon um koll í eini vestanódn [...] gomul kirkjubygd Hvalvík er, er ikki nógv skrivligt at finna um, men eitt sindur hava vit funnið fram til. Fyrsti prestur aftan á trúbótina æt Petur Lydersen Færøe, (1538-1588). Hann sat á Kjalnesi. Fyrsta [...] plássið í bygdini. Hvar skuldi so hendan nýggja kirkjan standa? Vit kunnu siga, at har komu hægri maktir til hjálpar. Ein fjøl við árstalinum 1816 á varð fokin heim á Tøvuna, helst við eini meldurhvirlu og hevði
teir vóru farnir til hvíldar, slógu borgarmennirnir, íbúgvar Sódomu, ring um húsið, bæði ungir og gamlir, hvør maður av húsi. Og teir rópaðu á Lot og søgdu: »Hvar eru menninir, sum komu til tín í kvøld? Send [...] hann gera seg til dómara; men nú skulu vit fara verri við tær enn við teimum«. Og teir løgdu á mannin, á Lot, og nærkaðust til at bróta upp hurðina. Tá rættu mennirnir hondina útum, tóku Lot til sín inn í [...] vitja Lot. Men báðir einglarnir komu um kvøldið til Sódomu; og tá ið Lot, sum sat í borgarliði Sódomo, bar eyga við teir, fór hann ímóti teimum, lútaði til jarðar og mælti: »Góðu menn, komið inn hjá træli
á, men ikki ov ofta. Man kann eisini siga, at í mun til arar beinleiis sendingar í útvarpinum, so ber til at vera navnleysur, tá i man ringir inn til beinleiis telefonpráti hjá okkum. Hvat kann man gera [...] provokera fólk til at ringja inn. Ta ber jú ikki til at gera røddirnar ókennandi í beinleiis sendingum. Kanska hevi ta veri eitt hugskot at havt nøkur fólk uttanífrá tøk, sum vóru klár til at ringja inn [...] bara eg, men eisini fleiri onnur, sum gera sendingar til ungdómin. So eg haldi, at útvarpi er væl fyri, tá ta kemur til ungdómin. Sjónvarpi hevur einki til ungdómin. Dimmalætting hevur ³Krydd², ta er gott
viljin og dreymarnir eru til tónleikin, og Lenu dámar tað, ið hon ger, so vísir hon samtíðis á, at tað hevur sín prís. - Til dømis hava vit eingi hús og ongan bil, men búgva til leigu í eini kjallaraíbúð [...] er annars so natúrliga til reiðar at práta um sítt hjartabarn, tónleikin. Leygarkvøldið verður pallurin fluttur úr venjingarhølinum í einum av virkisbygningunum í Havnadali til konsertsalin í Norðurla [...] læruríkir. - Eg haldi at Óli trúði meira uppá meg, enn eg gjørdi sjálv. Hann fekk meg til at sláa meg leysa og geva meg fult út til tónleikin. Endurfødd Tað sæst tíðuliga á Lenu, at hon hoyrir heima mitt í tónleikinum
Frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi koyrir hann skandinaviskar møblar út til fólk í Anchorage. Skandinaviskir møbler eru »inn« í hesum ríka oljulandinum. Og tá tað í løtuni ber til at forvinna meiri pening [...] Aleutoyggjunum og gjørdi skáp til ein skúla. Teir flugu út í oyggjarnar í einum lítlum flogfari til hesa bygdina, sum skuldi hava ein skúla fyri 10 milliónir dollarar - til 10 børn. Seinri fekk hann arbeiði [...] Grønlandi. Fór til Danmarkar at ganga í skúla, men á Grønjordskolleginum á Amager møtti hann Camillu. Camilla er úr Alaska, og tá hon bara var útskiftislesandi í Danmark eitt skifti, fluttu tey til tann 49.