leikarar. Áðrenn eg skifti yvir til enskt, skal eg nýta høvið til at takka øllum teimum, ið hava hjálpt okkum at skipa fyri. Her hugsi eg serliga um flogbóltsfeløgini, ið altíð standa við okkara lið, tá [...] Um vikuskiftið hevur EM-kapping verið í flogbólti fyri U16 gentur. Eftir finaluna í gjárkvøldið millum Finnland og Danmark var hátíðarløta í Høllini á Hálsi, har heiðurslønir vóru handaðar til liðini og [...] leikararnar. Hevarin hjá SÍ, Tóta Búadóttir, varð vald sum besti leikari hjá Føroyum. Hesar eru tær Av teimum sjey heitunum fór Finnland avstað við fimm. Besti hevari: Joanna Kallinen, Finnland Besti diagonalur:
løgreglan vil vita, um grundarlag er fyri at geva bilføraranum klipp í koyrikortið, ella tað, sum verri er. Løgreglan sigur, at tveir lastbilar, og ein vøruvognur vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt, á tveimum [...] bæði lastbilar, treylarar og vøruvognar. Í hesum sambandi vórðu fleiri bilar steðgaðir, og nakrir av teimum vórðu eisini skrivaðir upp, tí teir høvdu brek av ymsum slagi. Umframt at bilførarin fær bót, var [...] sigur, at nettupp tað, at kanna teir størru bilarnar, er eitt arbeiði, sum hevur ligið á láni hjá teimum, so tað fara tey at gera meiri burtur úr í komandi tíðum.
vita, hvagar tey skulu venda sær, ringja tey til løgregluna. Og sum oftast fáa tey hjálpt teimum, ella víst teimum á, hvagar tey skulu ringja. Og í hesum sambandi hevur løgreglan eisini hetta vikuskiftið [...] viðvíkur, vóru øll viðurskifti, sum tey áttu, men sum vit lósu á info í gjár, vórðu 12 bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt síðstu nátt. Í morgun fekk løgreglan boð um, at ein bilførari hevði eitt so merkiligt [...] fráboðanum frá fólki, sum hava ringt um øll møgulig viðurskifti, bæði um fólk, sum hava fingið brúk fyri lækna, um fólk, sum sita avdottin á einum wc, um oljufýr, sum er farið at leka.
Í samband við kappingarnar í Ódnartøkum verður eisini skipað fyri eini liðkapping millum róðrarfeløgini. Ymisku róðrarfeløgini hava meldað lið til við trimum bátum í hvørjum liði, og vera stigini, sum [...] sum bátarnir vinna á Ódnartøkunum, løgd saman. Síðani vera stig givin teimum liðunum, ið hava klára seg best. Eftir fyrsta umfar, sum var róð í Havn flaggdagin, hevur høvuðsstaðurin lagt seg á odda í kappingini [...] men enn er sera tætt millum liðini. Fremst liggur Knørrur við átta stigum, men beint í hølunum á teimum liggja Argja Róðrarfelag og Havnar Róðrarfelag við sjey stigum. Í liðnum hjá Róðrarfelagnum Knørri
gomlu og avlamnu at samskifta, spæla og spæla tónleik fyri teimum. Nú ferðamannaskipið vitjaði Runavíkar havn, vísti hann eisini trimum av teimum, ið við vóru - trimum týskarum - blíðskap á sín sermerkta [...] legg út á Eystnes, har hann tók harmonikuna fram og spældi onkran góðan. - "Wunderbar", hildu tey fyri.
Hetta høvdu tey ikki upplivað áður. Tey fóru væl nøgd upp eftir landgongini, og kanska tey fortelja
beiggi Gary. Phil Neville stendur á odda fyri Valencia leygarkvøldið, og eftir hetta verður tað altso brøðraparið Neville, ið skal royna at leiða Valencia ímóti teimum sponsku fótbóltstindunum. [...] kunngjørt í dag, at nýggi venjari teirra verður Gary Neville. Felagið, ið má metast at vera ein av teimum heilt stóru aftanfyri Real Madrid og Barcelona, hevur ikki staðið seg væl í La Liga í ár. Eftir 13 [...] Laudrup fór at gerast venjari hjá Valencia, men nú verður tað ístaðin legendariski høgribakkurin, ið fyri fyrstu ferð nakrantíð sleppur at royna seg sum høvuðsvenjari. Leygardagin spælir Valencia ímóti ongum
sínámillum. Sum yngri róði Kristin Michelsen kapp í nøkur ár, og áhugin fyri kappróðri er stórur. Hann hevur stóran áhuga í teimum bátum, sum suðuroyingar manna, og hann tekur eisini eina hond í viðhvørt [...] ferð varð hildin, og fyrsta stevnan varð hildin á Tvøroyri í 1925. - Níti ár er long tíð, men langt fyri ta tíð vóru bóltfeløgini á Tvøroyri (TB/1892) og VB í Vági (VB/1905) stovnað. Borgarstjórin heldur [...] gini á 5-mannafarinum Firvaldi, og saman við øðrum fegnist eg um, at tað hevur gingið so væl hjá teimum, sigur borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu.
leinkjuna : https://www.youtube.com/watch?v=fKQ-YhROB1Y&feature=youtu.be ' og síggj hvussu tað gekk fyri seg, tá yvir hálvthundrað miðlafólk fingu handað kunningartilfar á miðlasentrinum, har sum leikirnir [...] - avmarkað økið - er alt ov oftani galdandi á leikvallunum og hallunum, har vit skulu fylgja við teimum føroysku íðkarunum. Fyrireikararnir løgdu dent á, at á summum ítróttarøkjum, sum t.d. í badminton [...] mugu biða onkran persón biða íðkararnar koma upp til miðlaøkið á staðnum til at gera eina samrøðu. Fyri føroysku miðlafólkini, og hinar miðlarnar við eru hesar fráboðaðu avmarkingarnar eitt afturstig í
starvsheitið á nýggja skúlanum, sum fer at verða bygdur úti á Fløtum. Skipað hevur verið fyri navnakapping á torshavn.fo fyri at finna navn til skúlan. Treytir í sambandi við navnakappingina vóru hesar: • Navnið [...] kommuna tilskilar sær rætt til ikki at taka av nøkrum av teimum uppskotum, sum koma inn. Tá freistin var farin vóru 252 uppskot komin inn, fleiri av teimum hava tó sama uppskot til navn. Tað eru 21, sum hava
gera síni tilmæli, sum verða løgd fyri ungdómsbýrað til støðutakan. Eins og til vanligar býráðsfundir er ein skrá gjørd, sum verður løgd á heimasíðu kommununnar dagin fyri býráðsfundin, hetta so borgarar [...] kunnu fylgja við arbeiðnum hjá ungdómsbýráðnum, er at lesa á heimasíðuni. - Ungdómsbýráðið gevur teimum ungu eina rødd, sum eg fegnist um, og sum gevur okkum, býráðspolitikarum, vitan um, hvat rørist millum [...] samtykt í Barna- og Ungdómsvirðunum, sigur Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður. Her eru níggju av teimum ungu, sum fara at manna ungdómsbýráðið í Klaksvík í morgin: Standandi frá vinstru eru tey Magnus