at hann vitjaði ikki í Føroyum sum skattamálaráðharri og harvið sum partur av stjórnini. -Eg vitji í Føroyum sum partur av javnaðarflokkinum, men eg kann gott siga, at tað eg havi ført fram er eisini [...] leggi stóran dent á. Tí eg haldi vit øll fáa gagn av hesum. Ikki bert búskaparliga men eisini mentanarliga og menniskjansliga. Vit føla, at vit missa nakað av hesum samleika, um Føroyar fara úr Ríkinum. Men [...] og harvið eisini framhaldandi gevur føroyingum møguleika at varðveita nógv av teimum rættindum, sum eisini eru ein partur av sama ríkisfelagsskapi. Tað, sum eg hoyri føroyska javnaðarflokkin ynskja, er
pening úr fiskavirkisskipanini samstundis sum tey hava aðra inntøku. Hetta er ikki rætt, men av tí at umsitingin av fiskavirkisskipanini er sum hon er, so er úrslitið, at nøkur brúka skipanina á tann hátt [...] Karin Kjølbro, sum leggur afturat, at á henda hátt røkir ALS eisini eina sosiala skipan, sum í grundini fjalir ein part av trupulleikanum sum Almannastovan og kommunurnar eiga at røkja, tá tað snýr seg um [...] eini 30 til 40 túsund frá ALS. Grannskoðarin hjá skipanini, Klaus Rasmussen, hevur í sínum metingum av skipanini ikki verið so varin. Fyri sjey árum síðani segði hann, at tað er ein vandi fyri, at fisk
settir til hesa skipan hvønn dag. Kostnaðurin fyri hesa skipan var, eisini sambært upplýsingum frá Føroya Tele, væl minni enn upprunaliga vænta, men hóat tað, so er eindarprísurin fyri nýtslu av GSM fartelefon [...] Síðani føroyingar av fyrstan tíð vóru knýttir upp í hetta heimsumfatandi net eru alsamt fleiri brúkarar lagstir afturat. Tað er tí heldur ikki uttan trupulleikar, og einu tíðina gekk heilt av skriðuni, tí Føroya [...] Føroya Tele hevði mett skeivt tá mett varð um vøksturin í tali av brúkarum av internettænastu felagsins. Hetta royndu teir at bøta uppá, og tað skal sigast til teirra verju, at sambandið við internetið
310033 stendur víðaristillað til eina fartelefon hjá vakthavandi lækna, og av tí, at tað somuleiðis kann henda seg, at læknin av einari ella aðrari orsøk er staddur, har fartelefonin ikki røkkur, er avgjørt [...] ran til tá teir ikki eru á vakt, so hann kann greiða frá, hvagar ringjast skal. Hetta høvdu fleiri av kommunulæknunum sambært Halldóru gloymt, og tí fekk hon ikki at vita nummarið, ið er 310033. Barnasjúkur [...] barnasjúkur. Men síðani hálvan augusut skuldi læknalinjan havt virkað. Nýggja skipanin verður umsitin av portørunum á Landssjúkrahúsinum. Kommunulæknarnir syrgja fyri, at portørarnir fáa vaktarskipanina hjá
tveimum vikum síðani varð endaliga greitt, at talan verður ikki um nýggjan sáttmála. Ert tú vónbrotin av, at tú ikki verður venjari hjá KÍ í ár 2000? ? Ja, tað eri eg, og tað havi eg heldur ikki dult fyri [...] spælarunum? ? Eg havi eina undarliga kenslu. Familjan hjá mær hevur bara verið í Føroyum ein stuttan part av tíðini, sum eg havi verið her, og tað vil siga, at felagið og serliga spælararnir hava so at siga verið [...] ivist ikki í, at um vit høvdu samráðst við tí fyri eyga at finna eina loysn, so høvdu vit funnið eina skipan, sum báðir partar kundu liva við, men, sum eg segði, so hava vit ongantíð verið í rættuligum samráðingum
niður í 35% afturat vanligari tímaløn. Men av tí, at arbeiðarafeløgini gjørdi eitt so gott lønarhál í samráðingunum í vár, hevur meistarafelagið gjørt av av bjóða handverkarum størri lønarhækking enn sáttmálin [...] sámuliga minstuløn. ? Vit halda, at ístaðin fyri at trýsta minstulønina upp, eiga vit at finna eina aðra skipan við eini lægri minstuløn, men við ymsum ískoytum ístaðin. ? Tí tað forðar fyri, at virkið kann betala
trygging, ein økismenningarskipan ella ein sosial skipan, og um tað var ein almenn skipan, ella ikki. Sjálvur ivaðist hann ikki í, at ALS er ein almenn skipan. Men har er Karin Kjølbro ósamd. ? Tað er ongin [...] tikin fram í dagsins ljós. ?Men eg vil tó skoyta upp í, at tað hevði verið ein fyrimunur um vit vitstu av, at vit verða kannað. ?Vit eftirmeta okkum sjálvi alla tíðina. Tað eru t.d. ikki nógvir almennir stovnar [...] at hækka inngjaldið og at lækka útgjaldið. Røddir hava verið frammi um at hækka útgjaldið upp í 90% av eini arbeiðaraløn. Karin Kjølbro sigur, at verður útgjaldið hækkað, má ALS gera sær greitt, at kravið
alneyðugt við eini fólkaatkvøðu, tí Landsstýrið í veruleikanum hevur tikið sær rættin at tulka úrslitið av seinasta løgtingsvali soleiðis, at føroyingar ynskja at loysa frá Danmark. Vejarin avger samráðing [...] til at skipa Føroyar sum fullveldi, ella um Landsstýrið skal samráðast við ríkisstjórnina um eina skipan, har Føroyar framvegis eru í ríkisfelagsskapi við Danmark. ? Sum er, ætlar Landsstýrið fyrst at smíða [...] rin skjýtur upp, at fólkaatkvøðan verður hildin týsdagin 7. desember í ár. Ætlanin er, at úrslitið av atkvøðugreiðsluni skal vera grundarlagið undir víðari gongdini í spurninginum um viðurskiftini við
arbeiðsmarknaðinum, og hvat kommunur, løgting og landsstovnar skulu taka sær av. Kreppan er ikki av Kreppan í Føroyum er ikki av. Vit hava als ikki funnið nakra varðandi loysn á teimum trupulleikunum, sum [...] at okkara ríki vesturheimur livir í stóran mun av arbeiðinum og tilfeinginum hjá tí, vit nevna triða heiminum. Vit vita væl, at har arbeiðir ein fjøld av børnum og øðrum ognarleysum undir ræðuligum umstøðum [...] løntakarar, sum onkusvegna verða stýrd av fíggjarheiminum, børsinum og løgnum politiskum og bureukratiskum skipanum, sum skulu halda hjólunum malandi. Tann einfalda myndin av arbeiðarum og kapitalistum er ikki
betri og greiðari mynd av hugsan fólksins enn ein vegleiðandi fólkaatkvøða. Orsøkina segði hann vera, at hann ikki væntar, at øll fara at taka eina slíka fólkaatkvøðu í fullum álvara, av tí at talan bert er [...] ? Eg má siga, at eg eri keddur av, at Javnaðarflokkurin ikki tekur undir við uppskoti okkara um vegleiðandi fólkaatkvøðu undan samráðingunum við donsku stjórnina. Edmund Joensen heldur tað vera heilt løgi [...] tí talan er um eitt fólkaræðisligt uppskot, ið fer at vísa myndugleikunum, hvørja støðu meirilutin av føroyingunum hevur til fullveldisætlanina. Og eg haldi, at allir føroyskir flokkar, ið siga seg virða