Í gjár var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í útvarpinum, umboðandi hagastýrið í Dalshaga. Landsstýrismaðurin, sum eisini situr í hagastýrinum, vissaði um, at hagastýrið hevði hoyrt eigarar í Dalshaga [...] plantur, sum trívast væl í váta lendinum í Ergidali. Í Suðuroy eru bert fá og lítil økir við mýru, og tí eigur man at vera eyka varin við at drena vátøkir í Suðuroy, sum Ergidal. Í teimum frálíku uppruna [...] vátlendi var í Ergidali. Áhugavert hevði verið at sæð gerðabókina, nær fundur við eigarar seinast hevur verið. Frá keldum hevur FNU fingið at vita, at eingin hagafundur hevur verið í Dalshaga í samfull 14
helst framleiðast í somu løtu sum hon verður brúkt. Vindmyllur, harafturímóti, framleiða ikki mest, tá mest brúk er fyri orku. Tær framleiða mest, tá nógvur vindur er. Vit eru í løtuni í teirri støðu, at [...] fer at seta meira ferð á grøna orkuskiftið í Føroyum. Tí hava andstøðuflokkarnir í felag lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um at skipa ein slíkan marknað. Í løtuni er støðan tann, at vit royna at seta [...] uppgávuna, og fleiri hava samanborið hetta við støðuna í Europa, har elprísirnir onkra løtu hava verið sera høgir. Men um vit hyggja eftir støðuni í Føroyum í dag, so er kostnaðurin fyri framleiðsluna rættiliga
kanningar gjørdar í Føroyum hesum viðvíkjandi, men kanningar í norðanlondum vísa, at uml. 3 – 5 % av teim eldru í Norðanlondum blíva útsett fyri ágangi av ymsum slag. Ágangurin gongur fyri seg bæði í privatum heimum [...] sum skulu loysast – eisini í einum framkomnum vælferðarsamfelagi sum okkara. Føroyar líkjast í nógvar mátar okkara grannalondum, og har hoyra vit tíverri við jøvnum millumbilum í fjølmiðlunum um ágang av [...] seg vera toppskorari í kanningini. Seksuellur og sálarligur ágangur hendir eisini og ágangur í samband við mangul uppá umsorgan og hjálp. Aloftast blívur ágangurin framdur av fólki í familjuni, ella øðrum
útreiðslum og teir kunnu heldur ikki faa nakra fríhandilsavtalu við ES - so lat royna at uppføra okkum anstendigt og búgvi og fáa hetta málið avgreitt. - Eg ivisit ikki í at á Løgtingið fær meiriluta fyri [...] i i NATO høpi . Soleiðis skrivar Johan Dahl, løgtingsmaður, á sínum vanga á facebook. - Vit kunnu ikki brúka eina uttanlandsnevnd sum gongur i fleiri bólkum , sum ein sloppin grind, til nakað , tí eitt [...] m, so málið fær eina 1. og 2. viðger og er so avgreitt. Hetta kann ivaleyst eisini gerast á einum ikki alment atkomiligum tingfundi, um tað er tað sum skal til. At bliva við at halda at vit kunnu seta
Hann sigur í dag, at troyggjan framvegis ikki er komin afturíaftur. Rumenia kom til HM-endaspælið í USA í 1994, har teir komu í fjórðingsfinaluna, eftir fleiri góð avrik. Gheorghe Hagi var í essinum og skoraði [...] at Norra í 1993 var eitt landslið við fleiri komandi Premier League spælarum. Eg haldi kanska, at vit gjørdu í so nógvar broytingar í einum, sigur Jens Martin Knudsen, ið bjargaði brotssparki í dystinum [...] innandura tíma í høllini í Runavík eina ferð í 90 unum. So um tað er nakar, ið hevur hana, so er viðkomandi meir enn vælkomin aftur við henni, segði ein smáflennandi Øssur Hansen við Sosialin í 2012. Hann
sýningina í Listaskálanum í ár. Ein fingur til listaklandrið? Ovurstóri, silvurlitti Fukkjúfingurin slapp gjøgnum nálareygað, og Ólavsøkudagarnar stóð hann so og mól runt í niðara salinum í Listaskálanum [...] listamanninum Sámali Blak var upprunaliga gjørdur í sambandi við luttøkuna hjá bólkinum 200 á G-festivalinum, har hann eisini var at síggja seinast. Tað, sum vit ikki vistu, var, at verkið eisini hevur verið ein [...] vera ein tann mest kollveltandi listamaðurin í fyrru helvt av farnu øld. Men, sum ein ummælari tók til, kanska var meininginum hjá Sámali Blak og teimum í 200 við verkinum at geva allari ósemjuni innan
at tað ikki er loyvt at ganga við hundi á gøtuni ávís tíðarskeið á árinum. Innast í Skálafirði, har Fjarðará skipar Ósan, er eitt serstakt stað, sum skal mennast og verjast. Upprunin til málið í hesum umfarinum [...] hjá Runavíkar kommunu. Tá komið var innast í fjørðin, var sjón fyri søgn, at ein kaldan dag í januar vóru omanfyri 15 ymisk fuglasløg at síggja. Summi eru í vetrarvist og onnur búgva har alt árið. Tað [...] fuglasløg innast í botninum, og er hetta við tíðini vorðið eitt yndisstað hjá ”fuglafjepparum”. Í stóri ósanum, har feskt vatn møtir sjógvi, og sjóvarmálin flytur seg nakað, hóast sjóvarfall ikki røkkur inn
Í dýrdarveðrinum sum var týsdagin í Fuglafirði, høvdu systkinabørnini Vár, Julia-Maria, Henrietta og Djóni leitað sær oman í bátahylin. Ílatin bjargingarvest og við tráu í hond, stóðu tey so fitt og vónaðu [...] botninum fór at býta á. Tey hava roynt í fleiri dagar eftir hesi góðu skrubbu, men tað hevði so ikki eydnast teimum at fáa hana á. Hetta vistu vit á Sosialinum sjálvsagt ikki, tá vit fóru oman til tey og spurdu [...] skrubban er á, rópa tey, og í felag baksa tey hana í upp á turt. Hetta er fyrstu ferð at vit fáa skrubbu her niðri, sigur ovurfegna Vár, sum skundar sær at siga okkum, at tað ikki var hon sum fekk skrubbuna
á sumri 2020 til á sumri í fjør, vaks fólkatalið 1,5 prosent. Vøksturin er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,5 prosent. Alt hetta merkir, at nú er fólkatalið í Føroyum farið upp um 54.000 [...] Hetta seinasta árið øktust fólkatalið í Føroyum 698 fólk. Tað vísir seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni. Sostatt veksur fólkatalið ikki so nógv longur, sum tað hevur gjørt, tí hetta seinasta árið vaks fólkatalið [...] akkurát 54.072 fólk í landinum. Vøksturin kemur av burðaravlopi upp á 163 fólk og nettoflyting upp á 535. Men Hagstovan staðfestir, at burðaravlopið hevur verið serstakliga lágt fyrra hálvár í ár. Lutfalsliga
lív í tí einasta danska dreingjabólkinum, sum hevur megnað at blivið vælumtókur. Triðji limurin í bólkinum Esben Duus fór í mars burturúr C21. Men David og Søren steðgaðu ikki á, men hava spælt í alt summar [...] stovnaðu teir bólkin. Tá teir spældu í eini veitslu, hittu teir David, ið beinanvegin tók ein gittara í hond og sang og spældi við teimum. Hann bleiv triðji limurin í bólkinum. Dylan og Beatles David sigur [...] hava hug at halda fram við at arbeiða saman, men eru ikki heilt greiðir yvir í hvørjum samanhangi. Teir vilja fegin flyta seg tónlistarliga, og kanna í løtuni møguleikar og áhuga hjá plátufeløgum, fyri teirra