ið fer í heimssøguna sum tann , ið hevur vakt mest ans nakrantíð. Tað er kanska bara jarðarferðin hjá J. F. Kennedy, forseta í USA, sum fer at koma nær námind jarðarferð Dianu. Eisini í Føroyum fara fólk [...] flestu rásunum. At deyði Dianu hevur vakt ans í Føroyum eisini sæst m.a. av teimum mongu blómunum, sum fólk hava lagt við flaggstongina á bretska konsolátinum í Havn. Johan Mortensen, bretskur konsul sigur [...] tikið lívið í egnar hendur, og hon hevur prioriterað børnini høgt. Heri Kragesteen heldur, at áhugin og samkenslan við Dianu eisini hevur nakað við fátækradømi at gera. -Í Bretlandi og ikki minst í Skotlandi
grundbók, sum verður nógv nýtt í søguundirvísingini á miðnámsskúlunum í Føroyum í dag. Har er m.a. hugtakið lítla søga og Stóra søga, ella ³lille² og ³store² historie. Í Verdens Historie eru vald dømi [...] fyri orð. Hetta er sum so onki forgjørt í, tí tann norska bókin er sera hent amboð til undirvísing í kelduviðgerð. Hon verður t.d. í løtuni nýtt sum grundbók í keldukritikki á søgudeildini við Århus U [...] er í bókmentaskránni, saman við 30 øðrum titlum, meira ella minni brúktum til bókina. Verdens Historie I er als ikki nevnd í bókmentaskránni. Hetta vil eg í frægasta føri kalla óheppið sjusk og í grovasta
gott, og eg haldi eg tori at siga, at eg havi hjálpt øllum prestum í Føroyum við at koma í kjólan. Álvheygg sat í mong ár í skúlaráðnum, og ikki minst kendur er hann frá tí, tá hann arbeiddi á Blákrossstovuni [...] Húsini í Lynggøtu í Havn hava tey selt, og í staðin hava tey keypt sær eina íbúð í lítla býnum Ruds-Vedby á Sælandi, stutt frá Slagelse. Tað hevur sína orsøk, at Astrid og Johannes hava valt at búseta [...] eg fari at sakna ymist her, tí eg havi verið í so nógvum. Mest av øllum fari eg helst at sakna tað kirkjuliga arbeiði, sigur Álvheygg, sum hevur verið deknur í 35-40 ár og annars kirkjutænari síðan 1953
merkinum til í dag, og at bilurin í Sandavági er ein hin best varðveitti av hesum slagnum í heiminum. Bilurin er í dag sum hann var, tá hann var gjørdur til herin. Hann hevur fingið nýggja last í Onglandi [...] eigur at vera í Vágunum. Við snotuliga Bedfordbilinum er so skjøtil settur á. Bilurin hjá Sandavágs kommunu er ikki tann elsti bilurin í Føroyum, men hann er elsti bilur, sum hevur verið í Føroyum alla sína [...] keyptur til Sandavags í 1949. Tað var Karl Simonsen, sum tá keypti bilin, og koyrdi bilurin til einaferð seinnapartin í fimtiárunum, tá hann varð settur inn. Tá farið varð at rudda barakkina í 1989, valdi familjan
fyri Arco. Tilsmans sjey mans frá felagnum hava verið í Føroyum í meira enn eina viku. Teir hava gjørt kanningar sínar í Suðri, millum Sumba og Fámien, í Saksun og nærhendis Oyndarfirði. Sosialurin skilur [...] hesar seinastu dagarnar gjørt kanningar í Føroyum. Talan er um eitt slag av elektromagnetiskum kanningum, har streymur verður sendir niður í undirgrundini. Mótstøðan í grótinumverður mátað, soleiðis at tað [...] skilur, at kanningarnar hava verið væleydnaðar. Teir hava í hvussu er fingið gott tilfar at arbeiða víðari við. Í Suðri var lítil munur á mátingunum, meðan tað gav eitt heilt annað úrslit norðanfjørs. Endamálið
fyri Arco. Tilsmans sjey mans frá felagnum hava verið í Føroyum í meira enn eina viku. Teir hava gjørt kanningar sínar í Suðri, millum Sumba og Fámien, í Saksun og nærhendis Oyndarfirði. Sosialurin skilur [...] hesar seinastu dagarnar gjørt kanningar í Føroyum. Talan er um eitt slag av elektromagnetiskum kanningum, har streymur verður sendir niður í undirgrundini. Mótstøðan í grótinumverður mátað, soleiðis at tað [...] skilur, at kanningarnar hava verið væleydnaðar. Teir hava í hvussu er fingið gott tilfar at arbeiða víðari við. Í Suðri var lítil munur á mátingunum, meðan tað gav eitt heilt annað úrslit norðanfjørs. Endamálið
vóru í gjáramorgunin á Havnarvág eftir hvør sínum føroyskum eygleiðara, sum skuldu við til tess at fylgja við royndum, sum japanararnir fara at gera eftir tunfiski í føroyskum sjógvi. Hjalti í Jákupsstovu [...] royndirnar vara. Enn er bara avtala gjørd um royndarveiðu í heyst, sigur Hjalti í Jákupsstovu. Annars kenna føroyskir myndugleikar einki til ætlanina. Hjalti í Jákupsstovu sigur, at hann, uttan at vita nakað vist [...] men tað eydnaðist ikki serliga væl. Eisini hava vit havt eini tvey skip á tunfiskaveiðu, sigur Hjalti í Jákupsstovu, sum heldur ikki góvu nakað úrslit. Men ynski hava verið um at taka royndirnar uppaftur
Kuka setti fyri aðru ferð í hálva triðju viku brotsspark í føroyska málið. Átókt fyri sjey árum síðani Brotssparkið minti ikki so lítið um tað, sum íslendingar í august 1990 fingu í Gundadali, tá teir vunnu [...] av føroysku verjuspælarunum í støðu, har íslendingarnir høvdu hornaspark, skuldi hava hildið í troyggjuna hjá einum av íslendingunum. Vit síggja ofta, at tað í nærdystum í brotsteiginum verður dømt ímóti [...] Jiri Nemec, kekkiski liðformaðurin, vóru í hornatøkum, kekkin, sum var staddur væl úti í høgru, var á veg út frá málinum, tá vongverjin óneyðugt togaði eitt sindur í hann, og so vísti mótstøðumaðurin øll
teimum. Síðani tá hava vit verið í sambandi hvør við annan, og nú er so ein avtala gjørd, men hon er bara galdandi í ein mánað, tí fyrst í novembur fer danska kappingin í vetrarfrí. Vit hava einki tosað [...] verður eftir vetrarfrítíðina, sigur vágamaðurin í HB, sum avgjørt ætlar sær at spæla í Føroyum, til landskappingin er lokin. Taptu tvær ferðir á heimavølli í eina viku Og tað er mangt, sum bendir á, at felagið [...] øllum góðum kreftum. Í síðstu viku taptu teir tvær ferðir á heimavølli ímóti Viborg, ið tykist vera á veg aftur í superliguna, sum teir fluttu niður úr í summar. Fyrst tapti Esbjerg 5-1 í landskappingini.
langt. Í Ekstrablaðnum leygardagin er stór samrøða við Allan Simonsen um millum annað hansara landsliðsarbeiðið í Føroyum. Og har tosar landsliðsvenjarin um hvussu trupult tað var at byrja í Føroyum, tí [...] minuttir ov seinir til hvíldina, sum var ásett at vera kl. 14.00 dagin fyri dystin í Prag. Ingi og Mikkjal høvdu verið ein túr í býnum, og ásannað báðir, at teir vóru ov seinir aftur á gistingarhúsið. Og eftir [...] dømi. Eg haldi bara, at hendingin í Prag var so grov, tí vit høvdu beint frammanundan avtala, at allar tíðir skuldu haldast. Og annar av spælarunum hevði áðrenn hann fór í býin spurt liðføraran um hann kundi