málskjúttarnar. Klæmint var á vøllinum alla tíðina, meðan Petur Knudsen fór av vøllinum, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Tølini siga, hvussu stórur munur tað var á liðunum, og at hetta á ongan hátt var dagurin [...] sítt íkast til góða lagið. Við stórari og mælskari áskoðarafjøld í fylginum vann NSÍ 5-0 í Hólmanum á Eiði. Stóri sigurin ber við sær, at NSÍ framvegis hevur fulla úrtøku og er topplið. Eftir sjey umfør [...] fer NSÍ við stórum sjálvsáliti at vitja HB. Hjá EB/Streymi snýr tað seg um at gloyma tað, sum í dag gekk fyri seg í Hólmanum, áðrenn B36 verður mótstøðuliðið í Gundadali. Dysturin millum B36 og EB/Streym
Soleiðis sigur Strandferðslan í fráboðan í dag: Á Krambatanga gekk tað í morgun ov seint við at fáa ítróttarfólk umborð á Smyril, tí talgildi parturin í bíleggingarskipanini, ið skal handfara størri bólkar [...] verður tí frameftir skipað soleiðis, at hesi koma skjótari umborð. Síðani síðsta summar hava akfør á suðuroyarleiðini kunnað keypt ferðaseðil umvegis bíleggingarskipanina. Nú ið nýggja prísskipanin varð [...] knøppum trimum vikum síðani, var tað við tí fortreyt, at eisini ferðafólk bíleggja og keypa ferðaseðilin á alnótini. ”Samanumtikið eru bíleggingarskipanin og nýggja prísskipanin væl móttiknar. Stórar broytingar
fram til 1972, tá bilurin bleiv seldur á uppboðssølu og keyptur av eini kvinnu, sum kallaðist Grethe Warner. Bilurin bleiv brúktur til at koyra á donsku markini á Skagen leiðini. – Síðani varð bilurin seldur [...] seldur. Hann bleiv sundurtikin og hevur staðið í varðveitslu á einum bóndagarði á Sælandi frá 1994 til eg fekk fatur á bilinum í 2021, greiðir Tummas Davidsen frá. – Eg fór síðan í gongd við at seta bilin [...] hægri ella lægri gearing við øllum fýra hjólunum ella velja bakhjólstrekk einans. – Bilurin kom á Skala og inn á neystaloftið hjá pápa mín-um, Kajberg Davidsen, har bilurin bleiv sett-ur so mikið í stand,
einsamøll. Ja, nú nevndu vit, at ivaleyst er franskt blóð í æðrunum á suðuroyingum. Á sama hátt er arvurin og hugmyndirnar evropeiskar her á landi. Gaman í kalla vit okkum serstøk tjóð – og tað eru vit eisini [...] hann liggur grivin í heimbygdini Fámjin. Og at halda flaggdag á slíkum stað er sjálvsagt serstøk kensla. Tvøroyrar Hornorkestur setti dám á við frálíkum horntónleiki, og umframt at fólk komu við bili, so [...] navnið á bygdini stavar frá eini søgn úr 16. øld tá Doffin og sonur hansara róðu út vestanfyri. Eitt franskt skip lá og bíðaði eftir líkindum, og teir báðir feðgarnir bjóðaðu tveimum fronskum kvinnum á skipinum
Reykjavík fór at vinna á Afturelding í Mosfellsbær í kvøld. Víkingur hevði eisini eina greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum. Men tað gekk ikki eftir vild hjá Gunnari, ið kom á vøllin í 64. minutti [...] sigur. Hrannar Snær Magnússon skoraði sigursmálið upp á brotsspark fýra minuttir aftaná Gunnar kom á vøllin. Víkingur, Breiðablik og Stjarnan hava á øðrum, triðja og fjórða plássinum seks stig hvør fyri [...] fótbóltsliði á Ísafjørðinum, Hörði, ið lat ísafjarðarbikarið og ísafjarðasúlurnar til føroysku steypakappingarnar, árini millum 1955 og 1988. Komandi mánakvøld klokkan 20.15 spælir Víkingur dyst á útivølli
øllum at døma onkur, sum ikki hevur varnast tað, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Úr Trongisvági komu boð um, at seyður gekk leysur í bygdini. Talan var um 14 seyðir. Aktingarmaðurin fekk boðini [...] Tá løgreglan í gjáramorgunin kanna ferðsluna kring skúlan á Skúlatrøð í Klaksvík vóru trý mál skrivað, har bilførarar fingu klipp í koyrikortið. Tað fingu teir, tí teir koyrdu ímóti ferðslurætninginum [...] vísti seg, at tað var eitt rulluportur, sum ikki riggaði sum tað skuldi. Tá løgreglan kannaði ferðsluna á Stangarvegnum í Klaksvík í gjár, vórðu fýra mál skrivað. Har er ferðmarkið sett niður í 40 km um tíman
gingið seg fastan. Hann var farin úr Tjørnuvík til gongu til Saksuna, og var nú á veg aftur til Tjørnuvíkar. Men mjørki var komin á hann, og hann var vilstur. Tað vísti seg, at hann hevði gingið til Sjeyndir [...] tey sendu fólk á staðið, og tey komu aftur til Tjørnuvíkar í øllum góðum, men tað var ein drúgvur túrur, tí tey komu ikki aftur til Tjørnuvíkar fyrr enn einaferð í nátt, sigur vaktleiðarin á politistøðini [...] eingin vandi var á ferð, maðurin var væl ílatin, og at bjargingartiltakið hjá Sunda kommunu var væl úr hondum greitt, sigur hann. Í nátt var ein fráboðan um eitt lítið ferðsluóhapp á Sundi. Har var eingin
Sarpugerði gekk tað javnt á millum heimafavorittarnar í Víkingi og Skála, sum spælir í næstbestu deildini. Hálvleiksstøðan var 1-1. Poul Kallsberg átti uppleggið, tá ið Jørgen Nielsen legði Víking á odda. Tað [...] hálvfinaluni. 20. mai hittast KÍ og AB í Klaksvík, og 21. mai hittast B68 og Víkingur á Toftum. 18. juni hittast AB og KÍ á Argjum, og 19. juni hittast Víkingur og B68 í Norðragøtu. KÍ vann seg í hálvfinaluna [...] 3-2 sigri á útivølli ímóti EB/Streymi, sum eina løtu í fyrra hálvleiki var frammanfyri 2-0. Sigursmálið skoraði AB fimm minuttir undan leikloki. Í kvøld vann B68 seg í hálvfinaluna við 6-3 sigri á útivølli
sum vóru 12-14 ára aldur, mannaðu bátin Broddur, sum Niclas í Koltri smíðaði í 1974. Tað gekk gott hjá gentunum á Broddi til allar stevnurnar í fjør og felagið gjørdi tí av at fáa smíðað ein nýggjan Brodd
una. Heini á Borg greiðir frá, at Kemm og Birgar vóru so glaðir fyri bilin, tá teir komu heim úr Íslandi, at teir fóru niður á bildekkið á Norrønu og koyrdu biltúr við bilinum á dekkinum á túrinum heim [...] til 1973. Tá hevði hann havt gott eyga á hesum sama bili, sum ein bilasýnsmaður átti. Maðurin kendi onkran í familjuni hjá Kemm har yviri, og kom hann onkuntíð á vitjan við Rambler bilinum. Fyrst í 1990-unum [...] vóru so glaðir fyri, at bilurin varð seldur av landinum. Teir ynsktu heldur, at bilurin kom á eitt bilasavn á Egilstøðum nærhendis Seyðisfirði. Men endin var, at Kemm og Birgar fóru avstað við bilinum og