huga. Tað merkir so samstundis, at arbeiðið væntandi fer at taka longri tíð. Tó skal fjarhitin ætlandi ikki leggjast í somu grøv, men hinvegin er ætlanin at gera arbeiðið á ein slíkan hátt, at tað slepst [...] reinsibrunnar setast á leiðingarnar fyri hvørjar 40 metrar. Tríkvart millión Fyri góðum ári síðani var so farið undir at gera verkætlan, og ein ráðgevi, Pb Consult, fór í gongd við at gera endaligt projekt [...] slepst undan alt ovn ógvum eykaarbeiði, tá fjarhitaleiðningurin skal leggjast seinni. Mælt var til, at arbeiðið varð boðið út í einum, tó so, at arbeiðstøkan verður deild upp í tvey stig, ovari og niðari partur
á Villingardalsvegnum í longri tíð, men knappliga ein dagin var gesturin burtur. - Konan, Tóra, helt fyri, at nú mundu onkur ketta hava gjørt enda á honum. Andrias heldur, at tað serliga eru smáfuglaungarnir [...] átti nú túrin niðuraftur. Hóast hon neyvan kennir danska orðafellið, "Højt at flyve, dybt at falde", var hon ikki eins trygg á beinunum, tá ið hon skuldi koma sær niðuraftur úr trænum, sum tá ið hon so hugagóð [...] deyðsseyð afturfyri. Abbi mín gjørdi enda á hesum frensi og fekk ein deyðsseyð í løn. - So nógv hevði tað at týða fyri haðan, at onkur fekk lívið av frensinum, sigur Andrias Reinert at enda.
okkum sjálvi og handfara kreppur verður ment. Eg helt, at tað var ræðandi at fara á kompromis við tað, sigur hon. – Sálarfrøðingar siga, at tað kann hava stórar sálarligar avleiðingar fyri børnini, tá tey [...] bakkasti. – Tað er umráðadni, at man ikki bíðar, til politikarar og landið gera okkurt. Vit eiga børnini, tey eru lítil nú, og tí er tað er nú, vit mugu handla. Tað eru nógvir mátar at gera tað uppá. Alt [...] hjá barninum. – Tað var ræðandi at lesa um, hvussu umráðandi tilknýti er til foreldrini, og hvussu menningin hjá okkum menniskjum er tengd at tilknýtinum vit hava fyrstu livitíðina. Tað er her evni til
lýsiframleiðsluna rættiliga í gongd. Men tað var ikki nóg stórur áhugi millum fiskimenn at taka livur, og so var ikki annað at gera enn at lata aftur. Tað var nú spell kortini, heldur Eirikur á Húsamørk [...] bygningi, sum fyri nøkrum árum síðan varð bygdur til livravirkið hjá spf. H. Konoy Tað ganga menn og stoypa gólv í ovaru hæddini inni í bygninginum. Ein betongbilur stendur uttan fyri og letur betong renna gjøgnum [...] væntar ein umsetning upp á einar 20 milliónir krónur árliga, sigur Eirikur á Húsamørk. Tað byggir hann á, at tað koma eini 28.000-30.000 tons av høvdum frá føroysku fiskavirkjunum árliga. Hetta fer sum
hvørs endamál var at tryggja betri atkomu til tey, ið millum annað sita í koyristóli. Tað tykist sum um, at landsstýrismaðurin við vinnumálum ikki hevur tikið atlit til ST-sáttmálan, tá farið var í holt við [...] flogfarið, · nýtir koyristól” Tað er óheppið, tá flogvøllurin verður útbygdur fyri nógvar milliónir, at atlit ikki verður tikið til tey, ið hava likamligar avbjóðingar. Tað átti at verið ein sjálvsagdur [...] borðin umborð. Ein sjálvsagdur rættur, tá tey klára at pakka kuffertið, tjekka inni, koma til og frá flogvøllinum sjálvi, men tá tað kemur til at koma umborð á flogfarið verða noydd at biðja um hjálp, tí tey
mettur at vera millum 30 og 50 ár. Tað er reiðaríið Fosnavaag Havfiske, sum eigur rækjutrolaran Remøy. Skiparin á Remøy, Kjetil Ervik (mynd), segði við NRK, at tað var eitt óbehagiligt upplivilsi at fáa [...] hending. - Í fyrstani hildu vit, at tað vóru oljuklæði, sum lógu aftast í trolposanum, men tá vit kannaðu hetta nærri, vísti tað seg, at partar av einum menniskja vóru inni í oljuklæðunum. Tá steðgaðu vit [...] partvís var í upploysningi. - Talan er um ein útlendskan sjómann, sum hevur ligið í sjónum í fleiri ár, segði kanningarleiðarin. Sagt hevur áður verið, at talan er um sjómann og at oljuklæðini, hann var í,
Tað var nakað av vindi, men turt, tá hátíðarhaldið byrjaði í Dali seinnapartin henda dagin. Sum løtan leið, fór at regna, men tað órógvaði ikki hátíðarhaldið. Sjálvt tiltakið varð hildið niðri [...] seinasta skotið í Dalstunlinum av, var Anfinn Johannesen í Dali, ið starvaðist sum maskinførari hjá Landsverki í meira enn 40 ár, har hann gavst í 2013. Tað var eitt rættiligt buldur, og fólk hvukku [...] vórðu hildnar í Dali hesa løtu. Stjórin í Landsverki, Sigurd Lamhauge, røddi um, hvussu arbeiðið inni í tunlinum hevði gingist, og hann fegnaðist um, at eingi óhapp høvdu verið undir arbeiðnum. Hann
keyptu vøruna, tí vøran skuldi verða við á framsýningini til hon var liðug. Fyrireikararnir av Gluggaglæmu siga, at talið av vitjandi í miðal var oman fyri 300 um dagin. Havandi í huga at stevnan vardi níggju [...] Á henda hátt bar til at síggja, hvussu listarfólkini arbeiddu seg fram til tað endaliga úrslitið. Afturvendandi tiltak Tað vóru tær báðar, Jónhild Johannesen og Randi Vang, sum skipaðu fyri handverksstevnuni [...] talið av vitjandi førdi eisini við sær, at framsýnararnir á handverksstevnuni seldu heilt væl, og tað er sjálvsagt at fegnast um. Tó hava keypararnir av framsýndu vørunum verið noyddir til at bíða til
hevði teknað okkum eina hems – ella eitt útsýnistorn, sum onkur hevur nevt tað. ##med3## Einaferð, mitt í byggingini, var tað upp á tal um vit skuldu droppa hemsina. Hon kostar ikki onki at gera og er [...] og eru so glað fyri avgerðina. Hemsin er tað, sum ger okkara hús serlig og vit elska tað, sum er eitt sindur øðrvísi. Har uppi fara vit at sita nógv og njóta tað vakra útsýnið yvir Havnina og Nólsoyarfjørð [...] og íblástur er nokk at taka av til hvussu tað skal innrættast har uppi. Ætlanin er eisini at gera ein innbygdan bonk í vindeygað við madrassu og pútum, har tað fer at vera so hugnaligt at sita og hyggja
Tað er kolandi stormur í morgun, og løgreglan hevur eisini fingið eina ørgrynnu av fráboðanum um stormskaðar. – Tað er kolandi stormur, eisini mitt í Havnini, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Hann [...] fingið 44 fráboðanir um stormskaðar klokkan 13 í dag. Tað byrjaði tíðliga í morgun, klokkan 6.30 tá ið fráboðanir komu úr Suðuroy og í Norðoyggjum. Tað vardi ein góðan tíma, men so varð friður til klokkan [...] sigur løgreglan, men nú er hæsað av aftur, í hvussu so er fyribils. Men tað er framvegis rættiliga nógvur vindur. – Í Gøtu var kolandi stormur, og har fór ein stór bingja á flog, og ímeðan tey royndu