tey ungu aftur í Eydnuna. Vit vita jú, at tað fara bussar við ungum higani til Havnar. Ætlanin var eisini at hava eitt »syngið við kvøld« áðrenn jólini, men tað er so útsett, inntil einaferð eftir jól. [...] ? Vit mugu viðganga, at tað hevur verið ógvuliga lítil aktivitetur í Eydnuni í seinastuni, men nú eru vit so farin at arbeiða við at bøta um tað, verður sagt úr Eydnuni. Fyrsta tiltakið verður nú sunnudagin [...] vænta eisini, at so verður sunnukvøldið. Men ætlanin er ikki at fylla so nógv fólk inn, at tað gerst trongt inni. Tí mæla fyrireikararnir til, at fólk ringja til Eydnuna á tlf 722322 og bíleggja atgongumerki
Eg haldi, at tað er beinleiðis skomm, hvussu óambitiøsur mentanarpolitikkurin hevur verið seinastu árini. Tað hevur næstan bara snúð seg um forboð. Og ikki um frælsi og kreativitet. Tað ber til at fáa [...] sangir. Summi skrála av gleði, tí tey seta ein ávísan sang í samband við góð minni. Onnur tára, tí tað var júst hasin sangurin, sum hjálpti teimum í sorgini. Tónleikur, filmur og list sum heild er kenslur [...] Jenis av Rana segði í Andglettinum ein dagin, at hann toldi væl øll sløg av satiru. Ger hann nú tað innast inni? Kunnu vit vera trygg við, at øll satira og øll list hevur somu fortreytir at koma ígjøgnum
umsitur málsøkið. Fyrst var leingingin 6 vikur úr 38 til 44, síðani 2 vikur upp 46 vikur og nú 48 vikur. Rætturin til barsilsfarloyvi er annars í alt 52 vikur, t.v.s. 4 vikur longri enn tíðarskeiðið við rætti [...] barnið. Síðani 1. mars í ár hevur útgjaldið úr Barsilsskipanini verið eftirlønargevandi. Áðrenn varð tað tvungna eftirlønargjaldið drigið av barsilspeninginum, og foreldur fingu eina lægri upphædd útgoldna
eina ávísing til mammografi skannaðar. Bíðitíðin verður sjálvandi longri, hjá teimum, ið fáa eina ávísing stutt eftir at radiologurin var her, enn hjá teimum, ið fáa eina ávísing beint áðrenn hann vitjar [...] Landsstýriskvinnan sigur, at eini 35 til 45 kvinnur verða vístar til kliniska mammografi um mánaðin. Tað svara til eini 500 kvinnur um árið. Landsstýriskvinnan sigur, at hon kundi hugsað sær, at bíðitíðin
Tað var í sambandi við uppskotið til fíggjarlóg fyri 2011, at Innlendismálaráðið hevur álagt Akstovuni eitt krav um at hava avlop í 2011 uppá 1,25 mió krónur. - Fyri at røkka kravinum, hevur leiðslan framt [...] til sýn við bilinum og til verkligar koyriroyndir fara at økjast munandi; harafturat má roknast við longri avgreiðslutíðum við skráseting av bilum, eins og tænastustigið sum heild versnar. Inntøkurnar hjá
málinum, og hevur svarað, at hann ætlar sær ikki at broyta avgerðina. Sami persónur hevur annars í longri tíð verið orsøkin til rættiliga stóra misnøgd eitt nú í USA, sum annars veitir Ísrael stóra fíggjarliga [...] palestinum aftur. AT nema viðspurningin um Jerusalem og fremja einvísar broytingar har, sum um talan var um, at býurin einans er jødisk ogn, er at spæla við eld. Tí vit øll vita, at ikki bert jødar men eisini [...] øðrumegin og muhamedsfólk hinumegin. Jerusalem eigur framhaldandi at vera ein fleirreligióna býur. Tað fer at tæna øllum pørtum best. Tí spælir ísraelski forsætisráðharrin við eld, tá hann nú so smátt er
Í dagsins samfelagi eru tað nógv, sum t.d. stríðast við strongd, spenningshøvuðpínu, troyttleika, veika immunverju, spenningar í kroppinum, høgt blóðtrýst og aðrar smásjúkur, sum mangan hópa seg upp og [...] seg um heilsuna hjá starvsfólkunum. Nakað, sum bæði leiðsla og arbeiðsfólki fáa gleði av, og upp á longri sikt skapar hetta størri fíggarligan vinning fyri fyritøkuna, sigur Gunnvá, sum skraddaraseymar eina [...] mangan hevur hildið skeið í rødd, rørslu og drama og hevur royndir við at arbeiða við fólki. Gunnvá var eisini við í teimum fyrstu Pipar & Salt sendingunum hjá sjónvarpinum og sjónleikinum Ginu Søgur. Meira
eg havt umstøður til tað, var eg rýmdur onkra aðrastaðni at búð, sigur Jákup Oluf. Bjarti Mortensen sigur somuleiðis, at tað er ótolandi at búgva á hotellinum. Sleppa ikki í bað Tað, sum teir báðir serliga [...] tey bara eitt lítið kamar. Tað eru fólk, sum hava búð tvey, trý og fýra inni á einum lítlum kamari í vikur, eitt nú tá ið tey eru niðri við sjúkum børnum. ? Tað er ikki lív. Tað rætta hevði verið, at fólk [...] nøkrum av kømurunum og tað hevur verið til stóran ampa hjá teimum sjúklingum, sum hava havt tey kømuruni. ?Somuleiðis virkar útluftingin ikki og tað er lítið tespuligt, tá ið tað eru 30 hitastig uttanfyri
m, men tað var ikki frítt, at tað kendist eitt sindur av altjóða skjálvta við Løkin í Runavík, sjálvt um tað í leikskránni í sambandi við uppgerðina ímóti GÍ staðiliga varð undirstrikað, at tað bara skuldi [...] minuttirnar, og tað var akkurát soleiðis, at teir megnaðu at byrgja fyri Lyn málum. Hesa síðstu løtuna varð Steven Lüstu rikin av vøllinum, tí hann hevði fingið tvey gul kort, og tað var hann sera royttur [...] verið spældir á Svangaskarði. Tað skal Lyn ikki. Teir fara at búgva í Runavík. Illur verjuspælari Tá ið Herfølge við Jákupi Mikkelsen millum stólparnar vann DM í 2000, var Steven Lüstu álit í miðverjuni
latið bíða eftir sær, má sigast. Upprunaliga var ætlanin, at málið skuldi koma fyri 28. juli, men tá var tað útsett í fjúrtan dagar til í dag. Men hvussu tað fer at spæla av, veit Sigmundur einki um. ? [...] Reunion tóku passið frá Sigmundi Andreasen. Og líka síðan tað hevur hann gingið og bíða. Í fyrsta umfarið var málið fyri við býarrættin og har var avgjørt, at hann ikki skuldi fáa passið aftur, sum mynd [...] heldur ikki at læra tað, sigur Sigmundur avgjørdur. Men tað merkir so eisini, at hann ikki kundi tosa beinleiðis við teir tríggjar dómararnar, sum sótu frammanfyri honum í morgun. ? So má tað bara ganga ígjøgnum