hjá ÍF í ár. Teir løgdu seg á odda mest sum alt fyri eitt í bestu mansdeildini, og har hava teir ligið alla kappingina. Bert einaferð eru teir farnir av vøllinum sum taparar, so teirra oddastøða í meista [...] er fult uppiborin. Mikukvøldið hava fuglfirðingar enn ein torføran dyst, tá teir vitja hjá Fram í Hoyvíkshøllini. Gongdin hjá Fram hevur verið so sum so í ár. Teir hava fingið góð úrslit ímóti liðunum í [...] torført við at fingið stig ímóti teimum báðum oddaliðunum, ÍF og Mjølni. Hetta ger, at Fram liggur mest sum einsamalt á triðja plássi. Teir mugu eisini finna seg í, at ÍF er favorittur undan dystinum mikudagin
Skagen, har skipið hevur fingið stóra umvæling. Tað var fyrrapartin hósdagin, at ein ógvuslig spreinging var í maskinrúminum, sum beinanveg stóð í ljósum loga, og nógvur roykur var um alt skipið, greiðir Pauli [...] beinanveg send, men hon virkaði syndarliga illa, sigur Pauli Poulsen. Ikki fyrr enn ein hálvan tíma seinni ringdi ein norsk støð aftur og spurdi, um nakað feilti umborð. Og tað gingu fýra tímar, til hjálparskip [...] brend av í hitanum. Norðmenn, sum vóru umborð og hugdu at skaðanum, meta, at tað fer í minsta at taka einar tríggjar vikur lagi at gera aftur. Umframt kemur so, at alt skipið, sum tað er, er svart av royki
mánakvøldið kl. 19.00 og eru tað tá 7.fl. og eldri sum vísa ein part av tí tey hava vant í vetur. Stuðlar Til seinast vil felagið nýta høvið, at takka øllum sum á ein hvønn hátt hava stuðlað felagnum, uttan tykkara [...] hevur aftur í ár havt eitt innihaldsríkt fimleikaár. Liðini hjá felagnum eru full sett, tiltøkini sum felagið hevur skipað fyri, eru væl vitjaði bæði av fimleikarum og áskoðarum, Stórkappingarliðini vunnu [...] deildirnar 9 til 11 mai. Spennandi verður at síggja, hvussu hildnast har. Summarfimleikur. Felagið liggur ikki heilt stilt, hóast vanligu liðini fara í summarsteðg. Felagið hevur í fleiri ár, havt summarfimleik
føroyska súkkling aftur at koyra teinin runt Sandsvatn. Ein spennandi og sera avbjóðandi teinur. Byrjað var sum sagt við Meginskúlan, og síðan bleiv koyrt ein sokallaðan "master start". Hetta merkir at ferðin [...] heldur ikki ein lættur dystur. Á einum samlaðum triðjaplássi liggur Andrass Joensen. Munurin fram til Jákup Petur er smáir 9 minuttir. 4. etapa - Suðuroyggin Í morgin verður tað Suðuroyggin, sum er karmur [...] fimti metrar. Gunnar økti og økti, og var tað tí hann sum løtu seinni koyrdi triðjur um málstrikuna. Hetta var triði sigurin hjá Súsonnu, og hon liggur tí samanlagt á odda hjá kvinnum. Koyrdir eru tilsamans
kommunuætlanina sum hevur ligið til hoyringar sum er heilar 188 síður. Hon nevnir ein eldradepil í Kollafirði á síðu 184. Útfrá hesum havi eg spurt meg fyri hjá umsitingini, hvar hetta mál liggur. Herfrá fæst [...] Tey gera alt sum tey eru ment fyri at okkara eldru skula kenna seg so væl sum tilber. Eisini eru tey ambitiøs og finna uppá ymiskt sum heldur tey upptikin, heilt fantastiskt. Tey renna sum fluga í fløsku [...] í eitt hóskandi umhvørvið. Ein av avleiðingunum er at man ikki hevur eitt wc til hvørt búðfólk. Í 2020 kann man ikki bjóða borgarum ikki at hava egið wc. At verða heima sum longt, vísa allar kanningar
Sosialurin hevur tikið eitt prát við ein av ungu spælarunum hjá H71, Poul Kjartan Dam, har vit m.a. hava spurgt hann um hansara vónir fyri kappingarárið, sum liggur fyri framman. Hørð venjing Eitt av e [...] eru vit sera skjótir í mótálopunum, og tað eru eisini nógvir spælarar, sum renna mótálop hjá okkum, so hetta má eisini metast sum ein stór styrki. Hann helt tó eisini, at liðið hevði ávísar vansar. - Fyrst [...] at enda, so eg haldi, at vit taka bara ein dyst á gangin, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. Tað eru tó fleiri av eldru leikarunum í felagnum, sum eru byrjaðir aftur, og hetta kann uttan
tikin burturur nú, liggur rættiliga frammiliga í teirri politisku viðgerðini, sum nú fer fram í Tinganesi í sambandi við íløgustuðulin, sigur Óli Jacobsen. Tað reu nógvir politikarar, sum ikki viljað síggja [...] ímillum John Petersen og fiskimenninar. Hann hevur verið burturstaddur og afturkomin er nógv, sum liggur á láni, sum hann má fáa avgreitt, og tí skal hann hava farloyvi allan hendan mánaðan, sigur hann. Men [...] fyri ávísum stuðuli til fiskivinnuna um tað kundi skapa arbeiðspláss, og sum fakfelagsmaður hevur hann ofta funnist at teimum, sum hava viljað øllum stuðuli til lívs, tí hann bara førir til glatan og undirgang
Stubbi 1: (Hendan stubban skal mynd til av “Micoach Speed Cell”/liggur niðri á síðuni) Hvat er Micoach Speed Cell? Tað er ein teljari, sum ikki er størri enn eitt gummibomm og kann máta hvussu nógv tú hevur [...] Samanlagt rann hann yvir 10 kilometrar. Ikki løgið, at tað var ein troyttan Gilla Sørensen, ið Sosialurin tosaði við eftir dystin. - Sikken ein gýsari, vóru fyrstu orðini úr munninum á nýggja liðskiparanum [...] áleið 225 metrar. So Gilli hevur lagt hart út vísur talvan. Hann rennur ikki eins nógv í høgnum intensiteti í seinna hálvleiki, sum í fyrra hálvleiki. Hetta kann koma av at hann ikki orkar renna, ella av onkrum
ikki endaliga avgjørt um ein slík skipan verður sett í verk, tí tað er ein politisk avgerð. Men hetta er í hvussu so er eitt mál, sum politikarar fleiri ferðir hava reist og sum politikarar siga seg taka [...] Eliasen sigur, at tað, sum nú liggur í kortunum, er at gera eina skipan við trimum prísum, har tey, sum eru fastbúgvandi á oyggjunum, fáa teir bíligastu ferðaseðlarnar, tey, sum búgva aðrastaðni í Føroyum [...] Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. Sum vit skrivaðu fyrr í dag, er ein slík skipan longu at kalla klár at seta í verk fyri tey, sum ferðast við tyrluni. LES MEIRI HER: Nú verður dýrari
enn eitt oljufelt útbygt skamt frá okkara marki. Sum skilst er Cambo ein stór oljukelda, møguliga eins stór sum Rosebank-fundið, ið liggur eitt sindur norðari, eisini stutt frá føroyska markinum. Rosebank [...] hinumegin markið. Talan er um Cambo-fundið, sum higartil hevur verið hildið heilt loyniligt. Eftir at fundið varð gjørt og mett fyribils sum lønandi varð ein avmarkingar- og metingarbrunnur boraður. Einki [...] avmarkingarbrunnar á Cambofeltinum í 2008 stóran ans, tí teir eins og oljuheimurin sum heild hava bíðað leingi eftir at fáa upplýsingar um Cambo, sum leysatíðindi hava viljað verið við er eitt veruligt oljufund