Grindin í Norðragøtu hevur lagt beinini. Tá alt kom til alt, vísti tað seg, at talan var um væl færri hval, enn mann helt. - Hetta er eingin stór grind. Tað mugu hægst vera einir 20 hval, sigur Zakaris
Fuglfirðingar eru í góðveðrinum í kvøld á veg norður aftur eftir væl eydnaðan túr í Suðuroy. Á Vágseiði hevur ÍF í dag vunnið 6-0 ímóti teimum næstbestu hjá Suðringum. Hetta er triðja ferðin í ár, at ÍF vinnur [...] Thomsen. Stóri sigurin ber við sær, at ÍF nú er trettan stig frammanfyri B68, ið er einasta liðið, sum hevur verið roknað at vera hóttan ímóti ÍF í kappingini um at flyta upp. Tað eru fimtan stig eftir at spæla
Tað hevur gingið væl hjá Atletico Madrid síðani Diego Simeone tók við høvuðsvenjarastarvinum í 2011. Undir hansara leiðslu hevur Atletico Madrid vunnið La Liga í 2014, sponsku steypakappingina í 2013 og [...] og Europa League í 2012 og í 2018. Haraftrat hevur Atletico við Diego Simeone sum venjara vunnið UEFA Super Cup í 2012 og í 2018. Liðið var eisini í Champions League finaluni í 2014 og 2016, men tær vóru [...] Madrid boðaði á tíðindafundi í dag frá, at tey ætla at løna Diego Simeone fyri hansara avrik, og hevur Diego Simeone fingið longt sáttmálan sum høvuðsvenjari fram til summarið í 2022. Hesi farnu átta árini
nógvur vindur í kvøld um alt landið. Tað merkist hjá løgregluni, sum hevur fingið nakrar fráboðanir um smærri skaðar, sum vindurin hevur ført til. Vakthavandi fortelur, at klokkan 18:42 fekk løgreglan eina [...] átaksleiðaran í Kollafirði at hyggja nærri eftir byggitilfarinum, men hevur einki frætt aftur, sigur vakthavandi. Í Suðuroynni hevur stormurin serliga gjørt um seg í kvøld, og á Tvøroyri er eitt vindeyga [...] vindeygað. Og beint nú - klokkan 21:35 - hevur løgreglan fingið boð um eina takplátu í Havn, sum er loysnað. Hetta er í Berjabrekku, og Tórshavnar Sløkkilið hevur fingið boð um at hyggja eftir hesum.
Nú hevur løgtingið endaliga samtykt, at vit skulu hava eina varskógvaraskipan fyri tey, sum arbeiða í almennu fyrisitingini. Tað merkir, at starvsfólk, sum varnast eitthvørt óregluligt á arbeiðsplássunum [...] tí av teimum 23 løgtingsfólkunum, sum vóru til staðar, atkvøddu 12 fyri og 11 atkvøddu ímóti. Tað hevur verið stór ósemja um hetta málið. Tey í samgonguni hava ført fram, at talan er um eina neyðuga skipan
uppgerð við José Mourinho, sum stutt seinni bleiv koyrdur. Í dag er alt broytt. Ole Gunnar Solskjær hevur fingið savnað alt Manchester United, spælarar sum Paul Pogba og Anthony Martial blóma, meðan PSG er [...] ivasamur. FC Porto er uttan áleyparan Vincent Aboubakar, Moussa Marega, meðan Jesus Manuel Corona hevur leikbann. Champions League 1/8: Manchester United – PSG (20.00) AS Roma – FC Porto (20.00)
Tórshavnar Býráð hevur nú mist vónina um at fáa fiskivinnu aftur í Bacalao í Havn. Og avleiðingin av tí er, at nú skal bygningurin brúkast til ymisk frítíðarítriv. Í hesum sambandi hevur býráðið samtykt [...] hetta ein framskygd ætlan. Á býráðsfundi staðfesti á býráðsfundi í gjár, at nú hevur Bacalao staðið tómt í átta ár, men tað hevur ikki eydnast at fáa nakran at taka vinnuliga virksemið upp aftur, sum einaferð [...] fiskavirki, men hesi seinastu átta árini hevur tað staðið tómt. Annars eru fleiri royndir gjørdar at fáa fiskavirking, ella annað vinnulív, aftur í húsið, og onkuntíð hevur tað verið nær við, men so er tað dottið
vakmyndaupptøkuni, sum løgreglan síðan hevur eftirlýst. - Men, hesir báðir persónarnir eru framvegis ikki eyðmerktir, sigur løgreglan. Norska heimasíðan – www.vg.no – hevur fleiri ferðir spurt løgregluna, hvussu [...] hesir persónar ikki hava latið við seg koma, eftir at so nógv skriving hevur verið í miðlunum um málið, men heldur ikki her hevur løgreglan nakrar viðmerkingar. [...] hendi eftir hetta, er ein gáta hjá familjuni og norsku løgregluni, sum í samfullar tríggjar mánaðir hevur roynt at loyst gátuna. Tá maður Anne-Elisabeth Hagen, miljarderurin, Tom Hagen, kom heim úr arbeiði
TB hevur sett nýggjan høvuðsungdómsvenjara í starv. Tað skrivar felagið á heimasíðu sínari. Talan er um 33 ára gamla danan, Kian Røn, sum hevur royndur sum spælari í næstbestu donsku deildini, men var [...] var darvaður av skaðum. Hann hevur tískil heldur valt venjaraleiðina, og hann hevur eitt nú royndir sum talentvenjari í AGF, men kemur nú til TB úr einum venjarastarvi í Silkeborg IF. - Sum høvuðsungdómsvenjari
Benjaminsen hevur takkað fyri seg á føroyska landsliðnum. Grein úr FSF-dystarblaðnum um Fróða Benjaminsen - Síðstu árini hava Lars Olsen og eg javnan tosa saman um, hvussu mín støða hevur verið. Eg visti [...] tá hann var innskiftur í ósigri fyri Litava. Síðan var miðvallarin fastur fúsur á liðnum, og hann hevur verið millum fyrstu nøvnini á taktikktalvuni, óansæð um venjarin var Allan Simonsen, Henrik Larsen [...] Olsen, Brian Kerr ella Lars Olsen. Hesir hava allir havt gleði av stríðshugaða spælaranum. - Tað hevur altíð verið ein æra at umboða Føroyar. Tað er sjálvandi minni hugaligt, tá tað gongur illa. Tú skalt