halda fram í HM-kappingini. Hetta var ein sonevnd undan-undankapping, og nú gongur leiðin til Danmarkar, har undankappingin verður í døgunum 2. til 4. apríl. Sjálvt HM-endaspælið verður í Týsklandi í august [...] hetjurnar, tá føroyska U18 landsliðið sunnudagin í ítróttarhøllini á Hálsi og heima í stovunum runt um landið vann 21-19 á Moldova og sostatt sleppur at halda fram í HM-kappingini. Harafturat var sigurin væl [...] spæl á sera høgum stigi meginpartin av dystinum, um tað so var frá miðjuni ella frá vonginum. Í dystinum í Vestmanna fríggjakvøldið móti Kypros var StÍF-vongurin eisini millum teir bestu á føroyska liðnum
Í farnu viku, frá 24. til 28. januar, luttóku Kristian Blak og Rakul Petersen í stórfingnum festivali í Cannes, nevndur Midem. Sama stað, har gitni filmfestivalurin er. Talan er um tiltak, har fólk úr [...] ætlan er í løtuni, har Grønland, Ísland, Føroyar og Sámaland samstarva um tónleik og fløgur. Henda ætlan endar ætlandi í september, men vóna og vænta tey í Nora, at arbeiðið kann halda fram í 2 ár afturat [...] koma í samband við fólk, ið eisini fegin vilja í samband við teg, tí tey hava eisini sum endamál at knýta sambond. - Tað góða er, at ein verður tikin í álvara, um ein so sum lítið felag setir seg í samband
Bygdaleiðum koyringina. í Gøtu var veðrið so mikið ringt í gjáramorgunin, at ein altanhurð í einum húsum reyk upp og gardinurnar fóru á flog. Ikki so ógvusligt Veðurmaðurin hjá Sosialinum, Petur Skeel Jacobsen [...] miðjan januar. Tá kom vindstyrkin upp um 50 metar um sekundið í ávísum støðum. Tó væntar Petur Skeel, at vindurin fer at halda á til sunnudagin. Hann sigur, at vit kunnu vænta skrið til storm í dag og [...] og í morgin. Síðani væntar hann, at vindurin fer at minka niður í hvassan vind ella skrið til sunnudagin ella mánadagin, tá broyting aftur fer at koma í veðrið. Vanligt vetrarlágtrýst Petur Skeel Jacobsen
uppá 14%. ? Nú er Trygd til reiðar at økja um úrvalið av tryggingum. Fyrst í mars mánaði 1999 fer Trygd at bjóða biltryggingar, men í framtíðini fer felagið eisini at bjóða vinnuligar tryggingar. ? Hetta er [...] ? Við bert tveimum tryggingarfeløgum er í verukeikanum monopol á teimum økjum, har Trygd ikki bjóðar tryggingar, sigur Tryggingarfelagið Trygd í tíðindaskrivi. ? Tað eru vit á Trygd greið um, og tað hevur [...] upp til sítt endamál, um at vera eitt dygdar- og tænastuhugsað tryggingarfelag. Trygd, sum byrjaði í februar 1998 at selja sethúsa- og familjutryggingar, fekk frá byrjan góða undirtøku, og hevur felagið
i Føroya Banka. Týsdagin valdi nýggja nevndin í fíggingargrunninum í felag fimta nevndarlimin. Tað er Niels Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetni. 1. januar í ár vóru viðtøkurar fyri grunnin broyttar. Áður [...] eftirlit við at raksturin í Føroya Banka er í lagi, eins og at fylgja við búskapargongdini í samfelagnum, sigur John P Danielsen, sum eisini ger vart við at grunnurin hevur eitt rættarmál í Danmark móti Den Danske [...] arbeiða í banka og sparikassa, varð Niels Sørensen, stjóri, millum evnini, sum lúkaðu treytirnar. Hann er útbúgvin HA í Danmark, umframt at hann hevur universitetsútbúgving innan vinnulívsøkið í Bretlandi
støðan er hjá teimum veikastu í samfelagsbólkunum í lutfalli til samfelagsstøðuna annars. Vit liva í einum av teimum fáu vælferðarsamfeløgunum í heiminum, har lógarverkið í almannamálum hvílir á 9 fólk [...] gerast í stjórnarskipanarligu viðurskiftunum, óttast limir í felagsskapi okkara fyri, hvussu hetta fer at ávirka liviumstøður teirra. Tí heitir MBF inniliga á politikarar okkara um at bera so í bandi, [...] at vera. Vit taka ikki lut í politisku telvingini um fullveldisspurningin, men heita staðiliga á politikarar okkara um at hava øll tey brekaðu og sjúku í samfelagi okkara í huga, tá ið um framtíðina ræður
hildin í Bygdarhúsinum í Hósvík 20. februar kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 7. februar á tlf. 423576 ella 422050. 50 ÁRA STARVSDAGUR Í morgin [...] Niels Juel Arge, Klaksvík, havt Blikksmiðjuna í 50 ár. PRÓGV Tina T. Johannesen, Oyrarbakka, hevur 22. januar lokið prógv sum sosialráðgevi á Den Sosiale Højskole í Esbjerg.
AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í gomlu lærarahúsunum. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Havn Leygardagin kl. 17 og kl. 22.30 í Tórsgøtu [...] Barnamøti. Lívsins Orð Bønarmøti verður í dag kl. 17. Møti verður sunnudagin kl. 17. Evangeliskt møti í Runavík Evangeliskt møti verður í bygninginum hjá Alex Bærentsen í kvøld kl. 20. GLYVRAR Felagið fyri [...] kl. 16 í Losjuni. Sunnukvøldið kl. 20 í Tórsgøtu 5. Mánakvøldið kl. 20 í Tórsgøtu 5. Al-Anon Fundur fyri avvarðandi av alkoholikarum er hvønn leygardag kl. 15.30 á Brandstøðini á Oyrarbakka. Bahá?í Miðstøðin
28. januar Kornelius Nielsen, vanliga nevndur Nele, Eiði, 79 ára gamal. 29. januar Anna Sofía Høj, Innan Glyvur, 71 ára gomul. 30. januar Kitty Mørkøre, Hósvík, 74 ára gomul. Johan Heini Joensen, Syðrugøtu [...] Syðrugøtu, 88 ára gamal. Gregers Ellendersen, ættaður úr Hvalba, búsitandi í Havn, 74 ára gamal. 31. januar Ena Kjærbo, fødd Thomsen, Sumba, 68 ára gomul. 1. februar Kristianna Jacobsen, fødd Olsen, ættað [...] gamal. 3. februar Anna Eklund Johansen, Tórshavn, 80 ára gomul. Ingegerd Lützen, Norðradalur, búsitandi í Havn, 89 ára gomul. Julia Johannesen, Skála.
"Føroysk Nútíðarlist" sæst nú í Akureyri. 23. januar byrjaði sýningin og heldur hon fram til 28. februar. Í samband við sýningina handaði Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn, savnstjóranum á Akureyri, [...] Gunnar Hoydl hevur í sýningarskránni hugleiðing um føroyska list. Sagt verður, at sýningin er umboðandi og at her er møguleiki at síggja nakað av tí, ið rørist í føroyska listalívinum í løtuni. [...] Haraldsson, eina bókagávu um føroyska list. Millum annað bókina um Ingálv av Reyni. Framsýningin var fyrst í Reykjavík á Kjarvalstaðið og er nú á Akureyri. 13 føroysk listafólk eru umboðað. Astrid Andreasen, Zacharias