Hann var annars fyrsta vesturevropeiska halgimenni, sum pávin skírdi. Týskt navn. Ul kemur av uodal, ið er sama orð sum okkara óðal, rikus merkir eyður.
helt hann fast við trúnna. Hann setti eld á eitt skurðgudatempul í Róm og varð tikin av døgum. Grikst navn, ið merkir Guðs gáva.
rómverska keisaranum Teodosiusi Stóra, sum doyði í 395. Men teir halda, at líka skjótt hevur dagurin navn eftir kristnari gentu Teodosiu, sum varð tikin av døgum umleið ár 300. Viðhvørt verður hesin dagurin
pávanum í Róm. Karlamagnus hevur annars verið høgt í metum, ikki minst í Føroyum. Karl er germanskt navn og merkir maður, og Magnus er latínskt og merkir stórur.
Navnið merkir maður úr Adria í Norðuritaliu. Navn á fleiri keisarum. Magnus Heinason føddur hendan dagin í 1545.
Juliana, deyð umleið ár 300. Vildi ikki giftast heidna trúlovaða sínum og varð tikin av døgum. Er eisini navn á tveimum øðrum halgikvinnum. Giljanna er føroyski navanformurin. Juliana er rómverskt ættarnavn.
Summir halda ein kardinal í Róm, deyður umleið ár 1100, aðrir ein biskup í Amiens, deyður í 1115. Týskt navn settsaman av orðunum Guð og friður.
fyri fleiri krossferðum. Á einari ferð til Norðurafrika doyði hann av sjúku. Upprunaliga germanskt navn, ið merkir viðgitin og stríð.
Haruskjótingin í Føroyum, sum er um hetta mundið, kann sigast at vera ein leivdin av hesum siði. Týskt navn, samansett av orðum, ið merkja hugur og bjartur.
núverandi kirkjuni San Sebastian í Róm. Fabianus er rómverskt ættarnavn. Sebastianus er upprunaliga grikst navn, ið merkir heiðurverdur. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)