KÍ-málverjin, Meinhardt Joensen fegnast um, at KÍ aftaná seks dystir er haruppi, sum tað er stuttligt at verða. Hann heldur ikki, at talan var um ein av teimum mest strævnu dystunum í málinum hjá KÍ, tá [...] tá KÍ í dag á heimavølli vann 1-0 á Skála. Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra prátið, sum var við Meinhardt Joensen í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 fyrr í dag.
út fyri barndómsfelagið. Hetta var kunngjørt á ársveitsluni hjá KÍ í kvøld. Atli Danielsen hevur skrivað undir ein tvey ára sáttmála við KÍ. Atli Danielsen hevur síðsta hálvtannað árið spælt við B36, áðrenn [...] Frem og síðani við Roskilde. Samstundis boðaði leiðslan í KÍ frá, at venjarin Páll Guðlaugsson hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála við KÍ.
KÍ og NSÍ spældu í dag í árligu Klaksvíkskappingini. KÍ hevði munin í dystinum og vann 1-0. Málið skoraði verjuspælarin Sørmundur Kalsø. NSÍ hevði fyrst stóra kjansin í dystinum, og seinni hevði KÍ aðrar [...] aðrar góðar møguleikar, men allir hesir kjansir vórðu misnýttir. KÍ skal í morgin spæla ímóti B36 í finaluni í Klaksvíkskappingini. Trýst á pílin í myndini omanfyri og síggj samandrátt, sum Jóhan Thomsen
skoraðu fyri KÍ í fyrra hálvleiki, tá KÍ vann 2-0 á NSÍ norðuri í Klaksvík. 2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við annan málskjúttan hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð sum er fegin um, at KÍ fær tað at rigga [...] rigga so tíðliga í kappingini. Óttin hjá mongum var annars, at tað fór at taka heldur drúgva tíð hjá KÍ at spæla liðið saman. 3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen
umboðað barndómsfelagið KÍ, spælir komandi kappingarár í Fuglafirði. Hetta boðar ÍF frá í kvøld á heimasíðu felagsins. Gunnar Christiansen er annar leikarin, sum skiftir frá KÍ til ÍF innan stuttari tíð [...] eisini kunngjørt, at fyrrverandi KÍ leikarin, Henry Heinesen, komandi kappingarár fer at spæla fyri ÍF. 23 ára gamli Gunnar Christian hevur spælt 40 dystir í Effo-deildini fyri KÍ. Nógv teir flestu av teimum [...] dystunum, spældi hann í 2013 og 2014, tí í ár var hann bert á vøllinum einaferð fyri besta liðið hjá KÍ. Gunnar Christiansen er harafturat skrásettur fyri 2 U-21 landsdystir fyri Føroyar.
Jákup B. Andreasen skoraði í dag sítt fyrsta mál fyri KÍ í bestu deildini. Talan var um fyrsta dysti hjá 16 ára gamla Jákupi B. Andreasen frá byrjan. KÍ vann dystin móti FC Suðuroy 3-0. Til ber at síggja [...] trýsta á pílin á myndini Jákup B. Andreasen er úr kendari KÍ familju. Hann er sonur Jan Andreasen, sum í nógv ár spældi á besta liðnum hjá KÍ, til hann í 2009 takkaði fyri seg. Jan kann av álvara verða [...] verða stoltur av Jákupi, tí málið var ein sonn perla. Les eisini: Kykmyndir: KÍ - FC Suðuroy 3-0 Við støðuni 1-0 í seinna hálvleiki fekk Jákup bóltin nakað uttanfyri britsteigin. Hann smekkaði til og bóltin
gevur europeiska luttøku við sær. HB og KÍ stríðast fyri at fáa seinasta plássi, har HB er tvey stig frammanfyri KÍ, nú tað resta tvey umfør av kappingini. Um KÍ hevði tapt sín dyst móti Føroyameistarunum [...] avgjørt. KÍ vann tó dystin móti B36 2-1, har øll málini í dystinum komu í fyrra hálvleiki. Philip Lund legði fyrst B36 á odda 1-0, men við málum frá Kenan Hajdarevic og Ndende Adama Gueye vendi KÍ dystinum
Tróndur Arge hevði á Rás2 við liðskiparin hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen, aftaná 1-3 tapið hjá KÍ á heimavølli ímóti AB í kvøld. Eitt erguligt tap hjá KÍ í kapprenningini við HB um gylta fjórða plássið [...] rósa AB fyri eitt gott avrik. Sambært Jonasi var AB ikki til at kenna aftur frá dystinum fyrr í ár, tá KÍ vann 4-0 á AB. Jonas heldur, at AB-arnir vóru stríðsfúsir og løgdu eitt gott avrik fyri dagin. Jonas [...] kortini eisini kritiskur um egið avrik. Hann heldur, at tað hekk alt ov illa saman millum keturnar hjá KÍ.
r og KÍ við Margáir, meðan NSÍ á heimavølli skal spæla móti ÍF. Omanfyri ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum KÍ og AB. Tað er Jóhan Thomsen, ið eigur upptøkurnar frá dystinum. KÍ – AB [...] Við sannførandi 5-1 sigrinum á AB í dag, er KÍ aftur við í kappingini um altjóða luttøku til komandi ár. KÍ er í løtuni á 6 plássið við 36 stigum, bert eitt stig aftanfyri EB/Streym og NSÍ, ið eru ávíkavíst
í kvøld. NSÍ og KÍ bresta saman klokkan 18:00 og mangan hava uppgerðirnar verið spennandi og málríkar. Venjararnir hjá liðunum báðum, Trygvi Mortensen hjá NSÍ og Eyðun Klakstein hjá KÍ, vænta sær eisini [...] sigur seg minnast málríkar uppgerðir millum NSÍ og KÍ og hann metir eisini at bæði liðini hava sínar styrkir í framrættaða spælinum. Venjarin hjá KÍ, Eyðun Klakstein, sigur eisini at NSÍ hevur stórar dygdir [...] dygdir í framrættaða spælinum. Hann metir tó at KÍ hevur styrkt seg so mikið væl verjumessiga, at teir skuldu klára at staðið ímóti trýstinum hjá NSÍ. Páll Augustinussen skal leiða dystin við Løkin í Runavík