sum miðverji og miðframherji, liðformaður og íblásari. Tá KÍ sunnudagin fer í Gundadal at spæla móti HB fer Kurt Mørkøre fyri síðstu ferð í hesum umfarinum at umboða barndómsfelagið, og tá tað verður havt [...] við KÍ tað, sum er eftir at hesum árinum, og tí vóru sáttmálasamráðingarnar bæði millum Kurt Mørkøre og norska felagið og millum norska felagið og KÍ. Tony Paris, venjarin hjá KÍ, er harmur um, at teir nú [...] nú spæla av við Kurt Mørkøre, og KÍ formaðurin Svend Jacobsen, ásannar, at tað kemur illa við hjá teimum at missa liðformannin og undangongumannin á liðnum, nú teir avgerandi dystirnir í landskappingini
dystir í ár, vóru omaná tá teir gulu og bláu úr Gøtu vitjaðu. Bæði liðini royndu at spæla bólt, og tað var eisini gott spæl at síggja mesta av tíðini. Tað gjørdi góðan mun, at bæði liðini høvdu spælarar á liðnum [...] Erland Tvørfoss ímóti, hann gjørdi skjótt av, smekkaði til, og bólturin streyk upp í samankomingina. So høvdu liðini gjørt hvør sítt mál, og tað fóru tey til hálvleik við. Í seinna hálvleiki var aftur javnt [...] bóltin, og tí spurdist ikki so nógvir kjansir burtur úr. Men tá eitt korter var eftir at spæla fór EB/Streymur fram um. Vinjard Dam hevði seinasta fótin á bóltinum, sum var sendur inn úr síðuni, og síðani
ber væl til at ímynda sær møguleian, at Sumba fer at fáa stig. Annað vikuskifti skal B71 til Sumbiar, og tað verður í tí dystinum og so í 18. og síðsta umfarinum, tá VB og Sumba bresta saman, at lagnan hjá [...] Stórsigurin ger, at B36 bøtti væl um sín málmun, sum nú er væl betri enn tann hjá KÍ, og tað kann fara at hava týdning seinni í heyst. At bólturin er rundur og at alt framvegis kann henda varð aftur staðfest [...] aftur er trý og fýra stig undan GÍ og HB, so er einki avgjørt enn, og myndin kann venda so skjótt. Sunnudagin skal KÍ í Gundadal at spæla móti HB. KÍ hevur fyrst Europa Cup at hugsa um, og tað er ikki óhugsandi
løgtingsmaður á, at at lógin og kunngerðir um vinnuligan fiskiskap eru so holut, at tað ber væl til at svika við fiskidøgum. Tað var serliga møguleikarnar at keypa og selja fiskidagar, sum hann hugsað um. Hann [...] segði, at tað stendur í kunngerðini, sum Hendrik Old visir til, at tað ikki er loyvt at flyta dagar frá útróðrarbátum til trolarar. ? Og so er tað ikki loyvt, sama um millumlið verða brúkt, tí tað er ikki [...] skuldi vera at keypa og selja fiskidagar. ? Samstundis sum formaðurin í vinnunevndini, Heini O. Heinesen harmast um størri, at størri umsetiligheit, tí tað førir til størri veiðitrýst, og til at útróðrarflotin
fyri láninum. ? Og sakførarin, sum arbeiðir við málinum, hevur bara gjørt sítt arbeiðið og tað er at krevja skuldina inn. ? Og ber tað ikki til at krevja skuldina inn, er tað hansara skylda at tryggja Lan [...] tiltøkum uttanlands. Og tað í sær sjálvum er eitt stórt virði. ? Og tað, at Landsstýrið nú ger úrtøku í henni, ger í hvussu so er tað, at ongin annar kann krevja hana á tvang uttan at Landsstýrið kemur upp [...] kanska heldur tvørturímóti. Nú eru tað mong sum vísa á, at tað eru nógvir føroyingar, sum hava fingið eftirgivið milliónir í skuld. Og tey halda, at tað er sjálvsagt, at tær 600.000 krónurnar, sum Johanna
dagsins tekst. Og fyri at donsku gestirnir skuldu fáa nakað við, hevði hann umsett prædikuna til danskt og kopierað gestunum. Heri prestur tosaði um at vera tann, ein er. Og at vera tað her. Hann vísti [...] einki orgul at styðja sálmasanginum. So frammi í kóri sótu Páll Patursson, sum bæði var klokkari og deknur, og Dánjal Pauli í Búðini av Velbastað, sum var forsangari. Og tað bar væl til at syngja uttan [...] vísti á søguna um mannin, sum gjørdi sær fjøðurham og vildi flúgva. Tað endaði, sum kunnugt, galið, og maðurin fall aftur hagar, hann átti at vera. Tað er eisini her, vit skulu gera okkara tænastu, segði prestur
Tað er ikki loyvt at fleyga, sum einum lystir, hóast ein er eigari í Tindhólmi. Avgjørt er, at loyvt skal vera at taka 100 lundar á gyllinin. Og tað hava eigararnir góðtikið. Tindhólmur er tvær merkur [...] út at fleyga. Tað varð vorðið soleiðis, at hvør eigari tók fult av fólki við sær út, soleiðis, at royndin gjørdist ov ógvuslig. Tað fyrsta kvotauppskotið var at taka 30 fuglar á gyllinin. Men tað vann ikki [...] við 100, og tá bar til. Tað ger so aftur tað, sigur formaðurin, at onkur eigari fær sína kvotu upp á einar tveir tímar. Tað halda summir kanska vera ov lítið, nú nógv er til. Men soleiðis má ta tað nú bara
er onga løtu í iva um, at hann sjálvur fer at halda fram at eta tað, hann altíð hevur verð vanur við. Tað eru sjálvandi nýggjar dálkingarkeldur, vit kenna í dag. Men vit vita, at dálkingin hevur verið sera [...] almannakunngjørd. Tað eru nógvar ávaringaklokkur sum ringja alla tíðina, sigur hann. Og viðhvørt eru tær falskar. Men hann leggur tó dent á, at vit eiga ikki at ivast í, at í summum førum er tað rætt, tá ávarað [...] ímillum, livað av tí sama. Tað merkir bert tað, heldur Jonathan Motzfeldt, at tað ber til at liva av teirri dálkaður føðini, fólk í Grønlandi fáa í dag. So hvørt, sum vit finna fleiri og fleiri nýggjar sjúkur
klúgvandi er. Og nógvar eru røkurnar, hann fer klórandi í. Tað ber ikki til at lata vera við at hugsa um, hvussu hendan oyggin verður røkt. Hvaðani fæst fólk til at ganga á fjall til dømis? Og so leitar hugurin [...] móti forsætisráðharranum. Og forsætisráðharrin kom við øllum sínum monnum og kvinnum. Tað var sum tað eigur at vera, tá fremmandur statsleiðari vitjar. Móttøka við blómum og tí heila. Børnini høvdu gjørt [...] staðkendum fólki at vita um minnispláturnar, sum hanga á kirkjuvegginum og siga teirra syrgiligu søgu. Eisini tað hoyrir slíkari vitjan til, hóast veðrið er gott uttanfyri. Stórsligið og dapurt Í silvitni
halda tað tó ikki vera nóg stórt til at avgera tað her og nú. Tað verður tikið uppaftur, um tað verður aktuelt, varð sagt á tíðindafundinum. Tá spurt varð, hvussu leingi hesir ríkisfundirnir fóru at vera [...] Motzfeldt var sera glaður fyri, at hann nú slapp at síggja annað enn Tórshavn, sum hann tók til. Og Poul Nyrup Rasmussen duldi ikki fyri, at hann var ógvuliga fegin um at sleppa runt í Føroyum. Í Tindhólmi [...] halda, at hitin var so nógvur inni, at teir mundu fara at gera skjótt av. Hvussu var og ikki, so settust teir við fundarborðið fyri opnum vindeygum. Fullveldi í Tindhólmi Áðrenn teir fóru á fund, og onnur