gleðiligt at staðfesta, at nógvir eru um boðið. Venjarin vil einki siga um, hvussu liðið fer at síggja út, men á flestu plássunum er púra greitt, hvussu manningin verður. Einasta plássið, sum so at siga ikki [...] tosað um fer at koma: ? Eg sigi ikki, at tað verður hesa ferð, men møguleikin er har. Men skulu vit náa so langt, so er neyðugt, at allir spælararnir sýna rætta hugburðin og ofra seg. Eg plagi at siga við [...] sannlíkt er tað, at John Petersen verður settur mitt á miðvøllin, og at uppgávurnar hjá hinum vera eitt sindur øðrvísi, enn tær plaga at vera, tá Julian Johnsson spælir við. Vit rokna við, at teir ellivu,
Danielsen ikki at skilja. Hann heldur, at tað átti at verið líkamikið, hvussu, og við hvørjum, ferðafólk komu til Føroya. Tað, sum um ræður, er, at tey koma til Føroya. Annars sigur Uni Danielsen, at Mærsk Air [...] Hoyvík. Men av tí, at tað frættist, at fleiri av teimum stóru donsku bløðunum fegin vildu sleppa við, varð roynt at fáa lagað tað soleiðis, at tey eisini sluppu. Tað ræður jú um at fáa alla reklamu fyri [...] innbodnu. Og hetta fekk leiðsluna í Ferðaráðnum at tala at háttinum, Mærsk Air brúkti til tess at marknaðarføra nýggja stjóran. Hildið varð ikki, at tað var rætt at blanda Barbaru upp í eitt stjóraskifti í einum
er ikki so langt síðan, at Birgit fór at royna seg við at skriva. Tað byrjaði við, at Bókadeild Føroya Lærarafelags eitti á hana og Lydiu Didriksen, sum eisini er lærari, um at skriva tvær skúlabøkur, [...] til at seta seg í friði og náðum um kvøldið at skriva. Tað er nakað, hon í fleiri ár hevur ynskt sær. Ein roynd - Eg helt, eg skuldi royna at skriva eina ungdómsbók, eisini tí øll altíð klaga um, at so [...] kortini sínar trupulleikar. - Eg royni at fortelja, at tað nýtist ikki vera nøkur ávís orsøk til, at ung hava trupulleikar. Tað kann vera ein trupulleikki í sær sjálvum at vera 15 ár. Tað, sum hendir, kann
verða tann, at øll onnur mál verða skúgvað til viks. Og ein onnur er vandin fyri, at politikarar fara brúka hetta sum eitt høvi at pilka við frælsi hjá pressuni. Síðani mugu vit ansa eftir ikki at skapa øsing [...] forseta í USA, sum fer at koma nær námind jarðarferð Dianu. Eisini í Føroyum fara fólk at fylgja jarðarferðini á sjónvarpsskíggjanum, har hon verður send á teimum flestu rásunum. At deyði Dianu hevur vakt [...] Hon hevur torað at tikið lívið í egnar hendur, og hon hevur prioriterað børnini høgt. Heri Kragesteen heldur, at áhugin og samkenslan við Dianu eisini hevur nakað við fátækradømi at gera. -Í Bretlandi
ordan í notuapparatinum. Tað er í lagi at velja at geva eina bók út, uttan at hava notur við hvønn kapittull, ella á hvørjari síðu, men so eiga ávísingarnar ístaðin at standa í innganginum ella aftast í bókini [...] gjørt so einfalt, sum t.d. at nevnt Knut Kjeldstadli í innganginum saman við Kristian Erslev. At tað ikki verður víst til Kjeldstadli fær meg at illtonkja rithøvundarnar fyri at vilja taka æruna av tilfari [...] kelduviðgerð og háttaløg (metodur). Tað er gleðiligt, at tað eisini í Føroyum nú verður lagdur størri dentur á at læra næmingarnar á miðnámsskúlunum amboð at lesa søgu við sjálvi, heldur enn gamla slagið av
gjørdist hon sera rørd av at síggja, hvussu illa fólkið hevði tað - tey vóru sjúk og lógu og doyðu úti á gøtuni. Tí fekk hon í 1948 loyvi at fara frá sínum posti, og fór at hjálpa sjúkum. Móðir Teresa [...] sjúku varð hon í 1990 noydd at minka um hjálparvirksemið sítt. Móðir Teresa og Diana Prinsessa kendust væl - og tær hittust seinastu ferð í summar. Nett sum Móðir Teresa var við at fyrireika eina minninga
Breckmann vil ikki siga, at Fólkaflokkurin nú fer at nýta høvi at geva Framtaksgrunninum mønustingin, men sigur, at tað ikki er óvanligt at hjálpa fólki í neyð. Men fer Fólkaflokkurin at bjarga framtaksgrunninum [...] Eg trúði, at hann hevði ætlað at orna alt hattar sjálvur - at klára seg uttan løgtingið, tí hann hevur goymt seg hvørja ferð vit hava viljað havt fatur á honum. Vit hava bara fingið at vita, at løgtingið [...] ? Eg veit ikki, um eg skal kenna meg æraðan, nú eg frætti, at Sverri Hansen ætlar sær at koma til løgtingið at biða um hjálp. Hetta er viðmerkingin frá formanninum í Fólkaflokkinum, Óla Breckmann, tá vit
Fámien, í Saksun og nærhendis Oyndarfirði. Sosialurin skilur, at kanningarnar hava verið væleydnaðar. Teir hava í hvussu er fingið gott tilfar at arbeiða víðari við. Í Suðri var lítil munur á mátingunum, meðan [...] har streymur verður sendir niður í undirgrundini. Mótstøðan í grótinumverður mátað, soleiðis at tað ber til at fáa upplýsingar um slagið av gróti. Tað er eitt italskt kanningarfelag, sum ger kanningarnar [...] úrslit norðanfjørs. Endamálið við hesum kanningum er at vita, hvat er undir basaltinum og finnast møgulig sedimentløg millum grundfjallið og basaltið, hvussu tjúkk eru hesi.
Fámien, í Saksun og nærhendis Oyndarfirði. Sosialurin skilur, at kanningarnar hava verið væleydnaðar. Teir hava í hvussu er fingið gott tilfar at arbeiða víðari við. Í Suðri var lítil munur á mátingunum, meðan [...] har streymur verður sendir niður í undirgrundini. Mótstøðan í grótinumverður mátað, soleiðis at tað ber til at fáa upplýsingar um slagið av gróti. Tað er eitt italskt kanningarfelag, sum ger kanningarnar [...] úrslit norðanfjørs. Endamálið við hesum kanningum er at vita, hvat er undir basaltinum og finnast møgulig sedimentløg millum grundfjallið og basaltið, hvussu tjúkk eru hesi.
Á oljumessuni, sum er í Aberdeen í hesum døgum, fer oljufelagið Amerada Hess at vísa føroyskum vinnulívsfólki, hvussu felagið hevur hugsað sær sína fyrstu boring við Føroyar. Gjørt er eitt manual - ein [...] ein brúksávísing, sum sigur, hvat skal til av tilfari og tænastum. Felagið hugsar sær, at í minsta lagi ein boring verður í ár 2000, ein í ár 2001 og ein í 2002. Kostnaðurin er umleið 150 mill. kr. fyri