Færøernes kommando fráboðan um 804 útlendsk skip, ið vóru í føroyskum sjógvi. Kanningarflogfarið hevur ikki staðfest ólógligan fiskiskap ella oljukanningar, meðan tað hevur gjørt sínar kanningar. Bjargingar [...] midnátt komu boð frá politistøðini í Runavík um, at maðurin var vilstur í mjørkanum, men var síðani funnin í øllum góðum. Mánakvøldið 5. januar fekk Færøernes kommando eina fráboðan um, at ein maður umborð [...] trolaranum Sumbeam hevði mist fýra fingrar í eini arbeiðsvanlukku. Orsakað av tí ringa veðrinum varð ikki møguligt at senda tyrluna avstað. Triton varð tí sent avstað, og hálvan triðja tíma seinni var tað
av fyrstu døgunum. Johannnes Klein væntar ikki, at komið verður á mál á tí fundinum, ? Men eg vænti, at vit koma heilt langt, leggur hann afturat Hann veit ikki, hvønn týdning tað kann hava havt fyri málið [...] endalig tilsøgn fingin enn. ? Vit kunnu ikki fara í fíggingastovnarnar fyrrenn vit hava eina liðuga ætlan at leggja fyri teir. Og tað kunnu vit í hvussu so er ikki hava, fyrrenn vit eru samd við Fiskavirking [...] Miðvingar hava ikki enn slept vónini um at varðveita flakavirkið í bygdini. Tvørturímóti tykist tað, sum at ein loysn er beint fyri stavn. Tá ið Fiskavirking í heyst gjørdi av, at virkið í Miðvági skuldi
av tí, sum ein meiriluti á tingi vil. Hvussu ofta hevur ikki Tjóðveldisflokkurin lagt uppskot fram um loysing, føroyska grundlóg o.l., sum ikki hava tænt øðrum endamáli enn, at fólk hava fingið at vita [...] verður funnin, sum hevur poltiskar møguleikar fyri at verða samtykt. Og tað má sigast, at á tingi er tað framvegis galdandi, at tað eru tey mál, sum verða samtykt, sum flyta mørk. Men harfyri er ikki sagt [...] sagt, at okkara flokkur ikki hevur ítøkiligar ætlanir fyri, hvat okkara partur av hesum politiska samstarvi skal vera, men tað tænir avgjørt ikki nøkrum endamáli, at vit siga, at soleiðis og soleiðis skal
arbeiða í heimbygdini. Spurdur hví hann fer til Sands at arbeiða, sigur Páll á Reynatúgvu, at hann og konan Kristianna, sum er sjúkrasystir, altíð hava havt ætlanir um at flyta á bygd, og at tey hava verið [...] høgligari, tá fólk í oynni sleppur undan at ferðast í hesum ørindum, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann veit ikki, um grundarlag er fyri heiltíðarstarvi í hesum sambandi, men hevur við síðuna av fingið umboð fyri
vóru nógvir luttakarar. Byrjað varð at spæla klokkan 2 seinnapartin, og ikki fyrr enn um hálvgum tíggju-tíðina var vinnarin funnin, og aftur hesa ferð æt hann Alvin Egholm. Hann spældi í finaluni móti Peturi [...] langan leikdag, var spælið í finaluni á høgum støði. Spenningur treyt heldur ikki. Spælt varð best av 11 settum, og avgerðin fall ikki fyrr enn í 11. setti. Alvin vann sostatt 6-5. Á triðja plássi endaðu Janus
Tað var ein deiligur vetrardagur í torratíðini, eg minnist ikki akkurát árið, men tað var síðst í 1800-talinum; eg haldi tað var leygardagin áðrenn føstulávint, umleið miðjan februar. Í torratíðini róðu [...] komin aftur og hevði sett leypin av sær, fór hann inn og spurdi tá, hvar sonurin Hans Jacob var. Konan svaraði, at hann var farin til sjós. Til sjós tekur hann aftur í aftur; tað fekk hann seg illa at [...] í ferð við at leggja sjóklæðir og aðra útgerð inn í bátin. Tá sigur Dánjal Pauli, at hann væntaði ikki nakað gott veður, hann fór helst at koma høgt í ættini, tí hann hevði verið úti í Porkerisnesi, og
aftur. Stutt kann tí sigast: Tað bar ikki til hjá Skipafelagnum at hava Skotlandssiglingina saman við siglingini til Danmark á einum skilaligum tænastustøði. Tað bar ikki til við Smyrli at hava eina sjálvstøðuga [...] regluligum bilferjusambandi. Møguleikar Tað er tí ikki líkt til, at Skotlandssiglingin kann byrja av nýggjum, uttan at politiskt av nýggjum verður funnin ein loysn, sum brúkarin og føroyska samfelagið kunnu [...] , innflutning, mentunarligt samstarv og ikki minst fyri okkara møguleikar at verða meira óheftir av donskum útbúgvingum og donskum handilsfyritøkum. Tað er ikki gjørligt at byggja eina farleið millum Føroyar
Singapore bý var ikki serliga tespiligt. Tá ið vit traðkaðu úr bussinum, hoyrdu vit nøkur illfýsin buldur úr erva, og løtu seinni oysti tað niður. Vit stóðu á eini gøtu, vistu ikki, hvar og vistu ikki hvagar vit [...] sum einasta mál á skránni at finna kirkjuna, har hann og konan Poula starvast. Fyri einaferð skuld høvdu vit eydnuna við okkum, og tey vóru ikki bara blíð og týð; nei, tey tvíhildu um, at vit skuldu koma [...] og um tú ikki gav teimum tær beinanvegin, so komu tær og togaðu í teg. Eitt sindur ræðandi. Vit sóu eina konu, ið nærmast var álopin av einari apu. Hon hekk uppi á henni, og eg haldi konan gjørdist nokk
Hetta vikuskifti voldi ikki løgregluni í Havn nakað stórvegis høvuðbrýggj, tíbetur. Tað var eitt av teimum friðarligu vikuskiftum. Ein stolin bilur og ein bardagi millum ung, var tað sum løgreglan hevði [...] innbrot fráboðað løgregluni hetta vikuskifti, og av kriminaldeildini sigur John Mortensen, at tað hava ikki verið so nógv innbrot í seinastuni. ? Eitt tíðarskeið upp á 3 mánaðar, fram til august mánað, vóru [...] og at tað í høvuðsheitum er í Havn tað fyrikemur. Hann sigur eisini, at tað eftir teirra uppfatan ikki er nakar fyriskipaður innflutningur av sterkum rúsevnum til Føroya. ? Tey koma fyri, men tíbetur í
verið roknað sum eitt sjálvsagt rættarkrav, als ikki verður nøkur sjálvfylgja í framtíðini. Grundgevingin hjá landsstýrismanninum var, at tað almenna ikki framyvir fer at hava ráð til at fíggja eina nøktandi [...] vinnuførum aldri í átta- og nítíárunum, - millum teirra hevur ikki verið siðvenja at spara upp. Hetta hevði eisini samband við høga kostnaðarstøðið, ikki minst á húsamarknaðinum, í áttatiárunum, og ógvusligu [...] ið ikki hava verið so væl fyri á arbeiðsmarknaðinum, t.d. veri láglønt ella verið nógv arbeiðsleys, tey fara í høvuðsheitum bert at hava almennu eftirlønina á at líta. Spurningurin er so, um ikki hetta