gjørdu vart við støðuna hjá politiska myndugleikanum, men tey hava ikki frætt nakað aftur. Tá bað Strandferðslan um eina eykajáttan upp á 22 milliónir, men tey fingu 11. Tá varð eisini nevnt, at varð ferðaætlanin [...] virkandi stjóri á Strandferðsluni. Hann vil ikki siga nágreiniliga, hvussu nógv fer at mangla í, men tað skilst á honum, at talan verður yvir 20 milliónir, kanska upp ímóti 30 milliónum, sum fara at mangla [...] ferðaætlanin skerd 50 prosent longu tá, hevði tað borið til at hildið játtanina. Men tað hoyrdu tey einki aftur um. Síðani tá er oljan dýrkað nógv afturat og nú er støðan tann, at verður eingin eykajáttan,
móti HB í gjár. Vanliga fyrstaval er norski Markus Pettersen, men hann bleiv sjúkur upp til dystin. KÍ hevur eisini fingið sær Róa M. Hentze, men hann er skaddur. Tí fall valið á 49 ára gamla ungarska mál [...] málmansvenjaran hjá KÍ, Géza Túri. Hann venur vanliga við eina til tvær ferðir um vikuna, men hevur ikki spælt síðani juni 2018, tá hann var 44 ára gamal. The International Federation of Football History [...] fyri báðar er, at teir hildu málið reint í sínum metdysti. * Her er ikki talan um heimsmet í søguni, men elsti spælari sum spælir í eini bestu deild nú.
Tað endaði við favorittsigri á Svangaskarði. Inntil tað restaði eitt korter, var tað málleyst, men so fekk HB hol á, og lítla løtu seinni var støðan 2-0. Sigurin ber við sær, at HB er næstfremst við 32 [...] sær, at B68 er á sætta plássi við 11 stigum. HB hevði betri tak á bóltinum mesta partin av tíðini, men heimamenninir vístu góðan hugburð, og teir vóru eldhugaðir. Heilt avgerandi fyri dystargongdina og [...] reytt. Eiler Rasmussen hevði gula kortið á lofti eftir samanbrest millum Viljorm Davidsen og Dabo, men hjálpardómarin gav dómarunum boð um, at talan var um brot, sum átti at sektast við reyðum korti. B
ælingur, men møguliga eisini sólglottar. Móti kvøldi minkar hann vindin og sunnunáttina stívt andøvsgul. Bert okkurt ælið og hitin millum 4 og 6 stig. Veðrið sunnudagin: Stívt andøvsgul av vestri, men hann [...] hann minkar vindin til lot av ymsum ættum. Um morgunin okkurt ælið, men annars turt og sólglottar. Hitin um 6 stig. Mánanáttina veksur hann vindin til hvassan vind av eystri og regn. Veðrið mánadagin: Upp [...] og 8 stig. Veðrið týsdagin og mikudagin: Upp í hvassan vind av útsynningi og suðri og sólglottar, men eisini ælingur. Hitin millum 5 og 8 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst í landnyrðing úr Føroyum hvørvur n
settið varð vunnið 25-14. Men í øðrum setti fekk TB rættiliga mótstøðu. TB var á odda 10-7 og 14-10, áðrenn tað eydnaðist Ternuni at javna til 18-18. TB togaði seg framum aftur, men Ternan javnaði aftur til [...] sær triðjaplássið aftur, eftir at SÍ hevði havt tað til láns í eitt samdøgur. Bæði hava tó 9 stig, men TB hevur betri settmun. Haraftrat hevur TB spælt ein dyst færri, veit Flogbóltssambandið at siga. TB [...] Johanna Christiansdóttir í blokkin og út til 26-24 til TB. Triðja sett var rímiliga javnt fyrstu løtuna, men so líðandi streyk TB avstað, og 8-8 gjørdist til 12-8 og 15-11, áðrenn tað veruliga skrædnaði millum
Í nátt hevur løgreglan havt ein liggjandi gest. Hesin er framvegis á støðini, men sleppur eftir øllum at døma útaftur at halda nýggjár, nú vit hava nýggjársaftan í dag. Tað var klokkan 01.24 í nátt, at [...] Havn. - Tá vit komu á staðið, gjørdist hann ikki minni ólátaður og hóttandi. Maðurin varð handtikin, men slapp sær leysur aftur og royndi at renna undan løgregluni. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at [...] maðurin beinanvegin varð handtikin aftur. - Tú kanst renna undan løgregluni, áðrenn tú verður handtikin, men tá tú slítur teg leysan og rennur avstað aftur eftir handtøku, verður tað eitt mál aftrat. Løgreglan
verður afturhildið, men kann halda leiðina fram við sínari sigling. - Við avhoyringum, greiningum og ásteðarkanningum kunnu vit við vissu siga, at málið ikki snýr seg um herverk, men vit hava eisini staðfest [...] Kaðalslitið í Eystursjónum millum Svøríki og Lettland hin 26. januar var ikki herverk, men eitt óhapp. Tað vísa kanningarnar, sum svenska løgreglan hevur gjørt. Hendingin varð annars kannað sum grovt herverk [...] skipið, Vezhen úr Bulgaria. Svenska løgreglan er komin eftir, at skipið var orsøkin til kaðalslitið, men at talan var um eitt óhapp - og ikki um eina tilætlaða atgerð. - Kanningarnar hjá okkum vísa týðiliga
verið alsamt fleiri menn við nógvum árum á baki millum nýggju hermenninar í russiska herinum. Tað eru menn, sum bjóða seg fram at berjast í krígnum í Ukraina. Men tað eru eisini menn, sum verða mettir sum
serlingur á tónleikaøkinum. Men í skrivandi løtu eri eg servanda røddin hjá einum serstakum bólki í samfelagnum. Vit hava upplivað tað fyrr. So hetta er neyvan nakað mistak, men eitt tilvitað val av sokallaðu [...] sokallaðu tónleikaserfrøðini. Men erlig talt. Hví er Sera Verð ikki á tí metlanga listanum av sangum, nú føroyingar skulu velja Ársins útvarpshitt fyri 2024. Kanska er Sera Verð ikki í nøkrum serklassa. Ella [...] videolagið ikki sermerkt nokk. ##med2## Okkurt siga tey serkønu. Kanska hava tey eina heilt serliga orsøk. Men veruleikin er kortini tann, at Sera Verð hevur omanfyri 21.000 sýningar á You Tube, og sangurin og
kann kykna upp á. Antin kyknar hann av sær sjálvum, men tað er ómetaliga sjáldan at tað hendur. Ein onnur orsøk kann vera ein feilur í elektrisitetinum, men hesi báðir møguleikarnir eru ikki til staðar í hesum [...] vórðu tvey fólk tikin, tí illgruni var um um, at tað vóru tey, sum høvdi sett eld á, men tey vórði latin leys aftur. Men Michael Gram sigur, at løgreglan hevur ymsar ábendingar at ganga eftir. Hann sigur [...] umstøðurnar siga okkum eisini so mikið sum, at vit eru sannførd um, at eldurin er ásettur við vilja. Men akkurát, hvussu eldurin er ásettur, duga tey ikki at siga. Hann sigur, at skaðin er lutfalsliga avmarkaður