settur oman fyri vegin beint norðanvert Gjónna. Árni Ziska av Strondum evnaði varðan til. Vígslan fór fram leygardagin hin 08. juli í fagrasta veðri. Hans J. Joensen, biskupur framdi vígsluna. Ongantíð hevur [...] lítið 6 – mannafar. Kristian, faðir Henry, strongdi nógv á at fara við í staðin fyri sonin, men hesin helt avgjørdur, at hann átti at fara, meðan pápin heldur skuldi stinga fliður í fjøruni dagin eftir, meðan [...] manningina á Klakki (10-mannafar), meðan hesir sótu og egndu á Stongunum onkustaðni. Òli Lydersen helt seg minnast, at syðradalsmenninir fingu drekkamunn frá vágsmonnunum. Dánjal, ið annars vanliga
Jóannes. Hendan dagin er Katrina farin at vitja systir sína. Á veg heim aftur til húsa gongur hon framvið tí gamla skúlanum, har tað eisini var lærarahús. Niðan til húsið var eitt portur. Sum hon í skýmingini [...] letur tað so harðliga aftur, at mamman hoyrir tað smella. Hon skilir einki av hesum, men fer leiðina fram til hús. Tað er ein góð løta at ganga heim. Tá ið hon kemur inn, situr Jóhanna har. “Situr tú her [...] , og sum minnast so langt aftur. Tað var jú ringt at skilja, at yvir 20 mans knappliga ikki vóru longur, og tað í eini tíð, har roknað varð við, at trygdin á sjónum var ein heilt onnur, enn hon var bert
á Oyri. Bæði døgurða- og nátturðasteðgur var, og tá stóð bilur og bíðaði uttan fyri virkið. Onkur helt skemtiliga fyri, at nú bíðaði svigarabbin eftir mær. Ongantíð bað eg Jógvan abba um at koma at koyra [...] til Streymin og koyrdi meg út til Jonhild og Óla Jákup. Hóast eg búði í Hósvík, ja so slapp eg ikki longur enn til Streymin við bussinum sum oftast. Góð vóru tit við meg og eg við tykkum. Av tí at Jógvan [...] kabal og Olg-omma plagdi altíð at stákast í køkinum. Men, tit eru har ikki meira, og lívið skal halda fram, men minnini hava vit. Eg og Jógvan tosa ofta um, hvussu deiligt tað er, at tit bæði fingu loyvi til
Seinastu árini tá hon kendi seg einsamalla og ikki longur fekk gingið runt í Havnini, sum hon plagdi, tosaði hon onkuntíð um at fara niður aftur, men helt kortini, at tað var her, hon hoyrdi til. Anette er [...] her heima og uttanlands. Hon var eisini klár til at vísa sína nøgd, tá hon helt, at onkur gjørdi ella segði okkurt, hon helt vera rætt. Mong munu hava fingið eina heilsan frá henni aftaná onkra almenna [...] fyri sítt arbeiði frá øllum starvsfólkunum á altjóða skrivstovuni. Hon tordi eisini alment at standa fram og finnast at órættvísi. Mangan skrivaði hon persónliga til framstandandi persónar fyri at vísa á
gjørdi ikki mun á fólki, í hennara verð vóru øll líka, hon var bara, sum hon var, óhátíðarlig beint fram og ektað. Serligan tokka hevði Anja til eldri fólk, henni dámdi so væl at vitja og tosa við tey gomlu [...] verkstaðnum vóru góð við hana. Sum vanligt til jóla skuldu tey geva starvsfólkunum jólagávur, men onkur helt tá fyri, at “Anja kann ikki fáa konfekteskju, sum hini, hon hevur sukursjúku. Skjótt blivu tey samd [...] tykkum í vitanini um, at Anja er farin til ein betri bústað, har eingin sorg, sjúka ella pína er longur. Gud hevur tikið eina av Sínum vøkru blómum heim til Sín. Hann sá hana, har hon sat í mongdini klovin
men sum hon kortini helt fram at geva okkum langt upp í nítiárini. Omma dugdi tíbetur so deiliga væl at skilja sína egnu støðu. At hon gjørdist eldri, og tí ikki kundi halda fram í heilt sama girði sum [...] truplari sjúkralegu við eyðsýndum líðingum hevði omma givið upp ondina og var nú ikki millum okkum longur. Tá eg eina løtu seinni stóð á vegnum niðan í Heygadal og leit oman yvir bygdina sum nú í næstan [...] sum hon var við til at skipa fyri. Seinasta dømi um treystið í henni var tá Landsfelag Pensjónista helt eldradag í Vestmanna í august 2008. Omma spákaði sær einsamøll ein túr niðan í høllina henda dagin
aftur til summarið 2011. Á sama hátt sum nú, gleddu vit okkum um hesa deiligu tíð sum stóð fyri framman. Fyrireikingarnar vóru farnar í gongd. Fyrireikingar, sum tey seinstu nógvu árini vóru vorin [...] at tú ikki var heilt tann sama sum tú plagdi. Tú leitaði tær læknahjálp og var til kanningar. Tú helt eisini at tað helst var best at summartúrurin var avlýstur fyri í ár. 14 dagar eftir at tú fekk boðini [...] fiskavirkið í Runavík, var hennara starvsstað í 30 ár. Hon røkti starv sítt á fiskavirkinum heilt fram til mánaðin áðrenn hon doyði. Eisini hevði mamma í nógv ár vaskiarbeiði á Stíggjanum í Saltangará
hann eisini við onkrum hvøssum, kanska glaspettum. Soutar gavst, tá ein løta var farin, men Meehan helt fram. Tvey ella trý onnur fólk vóru hjástødd, men eingin gjørdi tekin til at hjálpa tí verjuleysa manninum [...] Teir tríggir hildu leiðina fram og endaðu í einum house party, har teir greiddu frá tí sum hent var og reypaðu av sínum avrikum. Á veg heimaftur komu teir eina ferð enn fram við Jim, sum framvegis lá sum [...] Hann var í øllum lutum ein friðarmaður. Gongdin í sakini váttar hetta. Tann 15 ára gamli drongurin helt í fyrstuni uppá, at Jim skuldi hava roynt at “nærkast” sær, men hann hevur seinni, gjøgnum sín verja
kundi hann taka hetta fram av og á við gravarbakkan hjá bygdarmonnum og kvinnum. Harriet hevur verið honum ein góður stuðul, og tað er einsligt í Brekkuni, nú ið Jógvan ikki er har longur. Tað kennist svárt [...] gott ár. Jógvan var góður at vera saman við. Hann var skilamaður, ógvuliga vakin yvir tí, sum fór fram rundan um hann, ein eginleiki sum man vera góður, tá ið ein er yvirmaður á skipi. Hann fór at føra [...] gjørdist annars ein av álitismonnunum í samkomuni. Hann ferðaðist eisini í mong ár runt landið og helt møti um veturin saman við Levi Joensen, góða vini hansara frá ungum árum, og øðrum. Hann hevði ein
tykist so óveruligt, at hetta fitta menniskjað, sum altíð skapti lív og gleði har, hann var, ikki longur skal ferðast millum okkara. Eg havi kent Jógvan alt lívið. Fyrst á tiltikna spæliplássinum á Jørundsgøtu [...] tey gingu í skúla. Láturin mundi ikki steðga, tá ið hesin serstaki flokkur av ungum børnum sýndu fram, og sjálvandi var Jógvan á Høvdanum primus motor. Jógvan starvaðist eisini eitt tíðarskeið í Vøruhúsinum [...] arbeiða, og hjá honum æt einki átta til fýra arbeiði. Hann var klárur, tá ið arbeiðast skuldi. Tá kom fram, hvussu góður hann var við son sín, Eyðfinn. Hann var so sera stoltur av honum og hevði fleiri søgur