og grøn er líð. Takk fyri heystið við góðum gávum, sum vit nú njóta í friði og náðum. Takk fyri veturin við kava á fold, nú svevur náttúran, nú hvílir mold. Mest av øllum, av hjarta hátt: Takk fyri Jesus [...] eftir almenna haldið fingu tey mongu, sum komin vóru saman, eplaskivur og heitan gløgg. Nú sunnudagin var Æðuvíkin uppaftur meira jólakend enn seinasta ár, tí nú var kavi, lítið lot og bítandi kalt. Vegirnir [...] sáli, hevur skrivað. "Nú stákast vit í góðum lag, tí alt skal skína jóladag, og burturstødd sær kvika, at koma heim, tí vist er tað at jól, tey longsul kyka". Sæunn segði, at jólini eru ímyndin av gleði, hugna
Og vit hava eina deild, sum ber heitið, Formula-deildin, og ikki Besta-deildin ella Fremsta-deildin ella 1. deild. Tað er millum annað í hesum, at vit vilja hava greiðar spælireglur. - Tí meta vit, at [...] Frásagnir Beinleiðis útvarpingarnar frá føroyskum ítrótti eru nú í vanda. Higartil hevur støðan verið tann, at Út- og Sjónvarpið fyri eini lítla upphædd hava keypt øll rættindi til beinleiðis frásagnir [...] ár. Men enn er eingin semja komin, og partvíst er orsøkin, at tað ikki hevur eydnast ÍSF at fáa øll sersambondini at ganga undir eina nýggja kollektiva avtalu. - Enn hava vit ikki tikið eina endaliga støðu
verður góðtikið, at fólk eru samkynd. - Um tey samkyndu verða vard í rasismugreinini, verða tey samstundis viðurkend. Og um vit halda fram við at látast sum, at tey ikki eru til, eru tey heldur ongin trupulleiki [...] minnilutabólk positivt í lógini, sigur mann samstundis, at tey eru til og tað verður góðtikið, at tey eru ein serliga útsettur bólkur, ið vit jú hava verið vitni til seinastu dagarnar, sigur Turið Debes [...] sum vit kunnu gera er at halda fram við at seta orð á, at fáa tey fram í ljósmálan og at vísa á, at tey samkyndu eru ein partur av samfelagnum. Soleiðis verður hugburður broyttur og soleiðis eru mong
gávu til síni fimm børn, sum eru her í dag. – Eg havi eisini eina ábyrgd fyri teimum. Eg havi gjørt av at vera her fyri tey, sum eru her í dag, og teir familjulimir, sum eru farnir heim til Várharra, hava [...] fólk fast, og so eru sjey pláss aftrat í grannahúsunum, soleiðis at tað tilsamans eru 18 búpláss. Her koma øll tey fólkini, ið fella uttan fyri teir vanligu karmarnar í samfelagnum, eitt nú fólk við sálarligum [...] ikki. Fyrst gjørdu vit eina terassu, men tað regnar jú meira enn 300 dagar um árið, so tað riggaði ikki. Í staðin gjørdu vit Hitastovuna, sum hevur loyst ein stóran trupulleika. Nú kunnu fólk sita heitt
heild eru hetta vælkend krøv, sum komin eru seinastu árini, nú alivinnan er bygd uppaftur eftir stóru trupulleikarnar við ILA-sjúku. Hinvegin eru helst mong, sum ikki vita, at nærum somu krøv eru galdandi [...] Aling/virking Nú fyrsti aldi toskurin, sum ávikavist verður aldur á Árnafirði og í Hvalba, er tikin, ger Heilsufrøðiliga Starvsstovan á síni heimasíðu greitt, hvørji veteriner krøv eru galdandi til virking [...] lagi 2,5 km. - Hetta er umráðandi at vita, metir stovnurin, nú fleiri virkir kanna møguleikarnar at fara undir virking av aldum toski. Tað eru soleiðis bert virkir, sum liggja uttanfyri hesa fjarstøðu,
okkara er tryggjaður móti eitt nú hjartasorg, vanlukkum ella mistum sambúgva, men vit hava eina ávirkan á, hvussu vit loysa trupulleikan, sum er uppstaðin. Soleiðis kunnu vit eisini minkan um vandan fyri [...] Men, hvat kann so loysa út ein slíkan baksláttur, um vit kunnu rópa tað so? Jú, tað kann hjartasorg, vanlukkur og ymiskir sálarligir stoytir. Vit skulu minnast til, at hjarta er altíð ein partur av okkum [...] verið óhugsandi í læknafrøðiligum samanhangi, at sinnið kann taka lívið av okkum, men soleiðis er tað nú einaferð. Vitanin um hjartað er vorðin so viðurkend, at henda líðing í dag ikki bara hevur fingið eitt
men enn eru onkrir leysir endar eftir. Men nú hava teir funnið hvønn annan, so nú hava teir ivaleyst av møguleikum at práta saman. Dreymurin um at finna pápa sín hevur fylgt honum longi, og nú er tann [...] og nýggjár. Tað sást væl á Jan, at hann hevur nógv upp á hjarta, tí hann leggur í vaði, so skjótt vit eru sessað við borðið. Gleðin lýsir úr eygunum á honum, meðan hann greiðir frá, og ein verður heilt glaður [...] prátaðu so saman eina løtu. - Í eini handavending greiddi eg honum frá mínari støðu, og vit tosaðu so um at vit møguliga áttu at sett okkum í samband við Sofus einaferð afturat. Men hetta var sum sagt
menniskjan nú er komin uppá mánan. Tað verður stuttligt, um nokk so nógv ár, at kunna fortelja teimum ungu tá, at eg hoyrdi og fylgdi við, tá ið menniskjan fyrstu ferð kom upp á mánan???« Nú eru nokk so nógv [...] tápum, halt áfram at skína. Friðin hin forna vit rændu, men tó send okkum kortini fjøru og flóð. Ja, gloym okkum dagin ? vit komu við dravi, tá friðin vit brutu á Kvirrunarhavi. Tú máni skal skína til [...] minuttir í trý hoyrdist á røddini í radionum, at nú var okkurt við at henda ? og rætt var ? menniskjan kláraði tað, hon steig niður á mánan!?!?!? --- og vit hoyrdu Neil Armstrong siga nakað, sum hann síðani
heiminum. Inntøkurnar verða býttar úr ríkiskassum út á búskaparliga økir, ið eru veikari. Onki er nattúrligari enn tað. Í Føroyum eru vit so heppin at vera partur av einum búskaparliga sterkum ríki, ið hevur [...] síggja Ríkisveitingina sum “rótina til alt ilt” í Føroyum, eru typiskt tey, ið av einhvørjari orsøk eru fongd við Misskilta Nationalismu. Hinumegin eru tey, ið síggja Ríkisveitingina sum tað, hon er, nevniliga [...] hava onki sett í staðin. Ongin nýggj inntøka er komin í staðin fyri tað, sum Ríkisveitingin er vorðin minni. Avleiðingarnar síggja vit í hesum døgum, nú tað sansar at búskaparliga og fíggjarliga. Sparingar
um tyrluflúgvingina í Norðsjónum. Nógvir møguleikar Stjórin í Atlantsflog sigur, at nú tyrluprísirnir eru fallandi, eru nógvir møguleikar fyri keypi av nýggjari tyrlu. Men hann ætlar sær at kanna allar [...] síðani nýta verandi tyrlu at seta inn, tá brúk er fyri henni. ? Um vit skulu røkja bjargingar- og leitingaruppgávur, er neyðugt at vit hava tvær tyrlur. Tí tá krevst nevniliga altíð, at ein tyrla er tøk [...] A. P. Møller fyritøkan, Maersk Helicopters, hevur boðið Atlantsflogi at keypa tvær av tyrlum sínum, nú flúgvingin millum oljuborðipallarnar í Norðsjónum er gloppin danska felagnum av hondum. Men stjórin