løgtingshúsini, og tey eru ikki komin niðan aftur enn, sigur vaktleiðarin. Lítil ivi er um, hvat liggur aftan fyri orðini "Stong sendistovuna nú!", og her verður ivaleyst sipað til føroysku sendistovuna í Ísrael
varð til. - Tað er ongantíð rætt at rinda pengar í samband við slíkar hóttanir, tí tað kann skjótt vera skrúvan uttan enda. Løgreglan hevur tey ráðini til fólk um ikki at senda erotiskar myndir til útlendingar [...] fleiri, sum eru komin illa fyri við slíkum sambondum. Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti aftur í morgun at siga um eitt dømi, har fólk, sum hava sent myndir - kanska nakinmyndir - til útlendingar á netinum [...] har fólk, sum eru komin soleiðis fyri, ikki vita síni livandi ráð. - Tey verða kravd eftir pengum, um tann, sum er í hinum endanum, ikki skal senda myndina - ella myndirnar - víðari til vinir og kenningar
rann seg leysan av verjuni og var komin í brotsteigin, tá ið hann varð órógvaður. Tá dømdi dómarin fyri film og gav Bjarka gula kortið heldur enn at døma brotsspark til okkum, greiðir Dan Brimsvík frá í [...] HB hevur í kvøld tryggjað sær trý stig í grannauppgerð ímóti B36. Úrslitið var 2-1 til HB, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 1-0. Málið skoraði Jacob Johansson beinanvegin. Tað var eftir innlegg [...] brúktu nógva orku at renna aftaná. Tá ið ein tími var farin, javnaði innskifti Mattias Hellisdal til 1-1. Hetta var fyrsta B36 málið ímóti grannunum í 795 minuttir. So legði B36 nógv fyri í roynd at skora
Fransiskanarasystrarnar bjóða til móttøku í kleystrinum »Kerit« leygardagin 11. mai frá klokkan 10 fyrrapartin til klokkan 17 seinnapartin, so at fólk kunnu ynskja teimum farvæl, áðrenn tær endaliga fara [...] fara avstað í juni. – Øll eru væl komin! Soleiðis siga Fransiskanarasystrarnar í innbjóðing, sum tær hava sent Sosialinum. 31. august í fjør boðaðu tær í tíðindaskrivi frá, at tær fara av landinum: – Vit [...] sorgblídni, at vit hava valt at taka av fransiskanaraskipanina, sum vit hava havt so tætt tilknýti til. Tað hevur verið týdningarmikið fyri okkum. Kortini er samkoman fjølgað og hevur verið dúgliga vitjað
góð 30 ár fíggjaði Husbanken meginpartin av norskum bústøðum. Íbúðirnar vóru bæði til keyps og til leigu, og tá tað kom til áseting av húsaleiguni, var avgjørt, at arbeiðarin skuldi gjalda 20 % av lønini [...] havríkið, og hóast tað ofta spottandi var tikið til, at vit høvdu flakavirkir á hvørjum tanga, so vóru tað júst flakavirkini, sum steðgaðu fólkafráflytingini til tey størri plássini. Og 77 var eisini árið vit [...] eru góðir við. Í 1950 búðu 31.800 fólk í Føroyum, og tá bar til við eini arbeiðaraløn at byggja sær hús. Í 1977 var fólkatalið vaksið til 42.000, men tá skuldu bæði maður og kona vera á arbeiðsmarknaðinum
Magnussen við høvdinum bóltin í málið, og so var 2-0 til Víking. 19 ára gamli Áki Magnussen hevur seinastu árini verið illa skaðadarvaður. Nú er hann komin fyri seg, og í kvøld skoraði hann fyrsta málið síðani
sítt íkast til søguna um Frelsunarherin. – Eg kundi jú ikki velja tey út sjálvur. Hvønn skuldi eg valt, og hvønn skuldi eg valt frá. Tað vildi verið vónleyst, sigur Njál og vísir til sítt lívs [...] tilknýti til júst Frelsunarherin. Norski vinmaðurin, sum er rithøvundur og hevur skrivað 35 bøkur, fekk tí uppgávuna at velja út tey, sum eftir hansara tykki kundu og áttu at geva sítt íkast til søguna [...] at savna og velja út tilfarið til bókina. – Viðhvørt hevur tað verið sum at sita við eitt døgurðaborð og skilja fisk. Skræðan og beinini eru skild frá og skumpað til viks, meðan restin hevur ligið eftir
hetta: Ein króna afturat til hálønta akademikaran gevur 50 oyru afturat til láglønta heilsuhjálparan! * Meira óskilligt er, at tá ið ójavnin heldur fram at vaksa, so ber hetta til, bert tí Javnaðarflokkurin [...] áðrenn farið verður til samráðingar. Og karmurin er ikki bara læstur. Hann er aloftast læstur - í prosentum. * Nógv er at siga um hetta prosentgrundaða paradoks. Lat meg fyrst halda meg til tann skilvísa v [...] strukturelt grundaður. Ójavnin er komin fyri at vera. Og hann er vaksandi. Hesum vil Heilsuhjálparafelagið gera enda á. Tí er okkara klokkuklára áheitan - serliga til tykkum vinstravendu politikarar, sum
nr. 138a, Hoyvík, og er áleið 50.000 fermetrar til støddar. Byggingin er á leið 6.700 fermetrar netto. 7. desember 2022 vórðu fýra ráðgevaratoymi boðin til verkætlanarkapping um sniðgeving og heildarráðeving [...] forboringunum, sum byrja eftir ætlan um nakrar vikur. Grannarnir verða tí bidnir um at halda kommununi til góðar hesa tíðina, skrivar Tórshavnar kommuna. Býráðið samtykti 21. november 2022 at bjóða undangóðkendum [...] Stórubrekku. Røktarheimið á Stórubrekku – RÁS - skal fevna um 64 búpláss, 16 røktaríbúðir og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi, og hava stórkøk og vaskarí, fysioterapi og ergoterapi. Skipan av uttanumøkinum
fjølmiðlunum. Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri og íðin talsmaður fyri at verja móðurmálið, beyð vælkomin – ikki á føroyskum, sjálvandi, men tað kundi verið á donskum ella »blandinaviskum«, sum vit plaga [...] , grønlendingar og finnar so størri avbjóðingar enn hini – men vit kunnu tosa saman uttan at fara til enskt. Elin og Solby tosaðu um »yngra ættarliðið«. Tí kom tankin fram fyri undirritaða: Eru hesir