er tað higani frá, at oljufeløgini taka fólk at senda víðari út í miðeystur ella fjareystur at arbeiða. So hesi grannalond okkara eru ein góð lopfjøl fyri at koma víðari út í heim at arbeiða í oljuvinnuni [...] har nógv arbeiði er at heinta, og tað er greitt, at hjá tí , sum hevur hug at fara tann vegin, so eru nógvir møguleikar, men spurningurin er um hetta er rætt at kombinera við tað at búgva í Føroyum. Arbeiðir [...] vanda í, at føroyska samfelagið er so bundið at fiskivinnuni. -Tað er sjálvandi ein vandi í at vera bundin at eini vinnu. Men tað er eisini ein avbjóðing í tí. Og tær avbjóðingarnar duga vit at síggja.
úr luftini ella oman brekkuna, og í hesi túsundtals árini hevur brýnt og fílað hendan sterka klettin. Hesa ímyndina av ævinleikanum, sum kortini hevur verið noydd at boyggja seg fyri hesum óskapiligu v [...] og har einum djóri. Onkunstaðni er eitt høvd týðuligt at síggja móti luftini, og aðrastaðni situr ein gomul kona bogin fram yvir og lesur úr eini bók. Listaverkini eru mong, sum høgd eru í klettin frá skaparans [...] á ta fyrijáttan, at: »Tú ert Pætur (tað merkir klettur), og á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína, og helheims portur skulu ikki fáa vald á henni.« Og soleiðis fer kletturin altíð at standa sum tað æviga
flestu kenna, at tað at skriva, er eitt kall. Tað, at ein søga, ella eitt evni, sum liggur teimum so nær, at tey eru noydd til at taka til pennin, fyri at fáa tað fest á blað. Hetta fyri at reinsa tann [...] hava menniskju, sum seta sær stundir av til at skriva. Men eg haldi, at nógv áttu at umhugsa hvussu tey skriva, soleiðis at vit, sum lesa tað, ikki fáa ta fatan, at tann, sum stýrir penninum, er eitt háflogt [...] rithøvundanum Reyvkoski Umba Sumba. Hesa bók høvdu allir føroyingar havt gott av at lisið. Sjálvur læs eg hana á russiskum, men eg ivist onga løtu í, at ein so góð bók, av einum so ríkum og gevandi rithøvundi
Markens Grøde. Í 1972 gav Bókagarður søguna út í týðing Heðin Brú?s við heitinum Vælferðin. Við hesi bók í føvninginum lendi Mark Knopfler í amerikanska ídnaðarbýnum Detroit. Hann koyrdi gjøgnum býin, [...] sagt verður í sanginum "Sailing to Philadelphia". So tónleikur Knopflers tykist spretta úr tí at fara um mark. At flyta seg millum heimspartar, fólkasløg og mentanir. "Sailing to Philadelphia" er nýggjast [...] ár seinni. Í amerikanska býnum Philadelphia millumlendir bretski gittarsnillingurin og hevur eina bók hjá amerikanska rithøvundanum Thomas Pynchon við sær. Pynchon er føddur í 1937 og hevur skrivað fantastiskt
um bann at koma uppá land aftur í Koltri uttan so at hetta var sambært avtalu við festaran. Har var Jógvan Páll Lassen advokatur hóast alt, so meir menniskaligur, at hann skrivar til mín, at eg kundi [...] Jarðarráð royndi ferð eftir ferð, aftaná við hond og fót, at yvirbevísa myndugleikarnar og almenningin, um at festarin var fastbúgvandi, og at alt gekk fyri seg myndarliga. Vísti til fólkayvirlitið og [...] Jensen, komu at tekna og mála upp. Tað, sum vit ikki vistu av, var, at aðrar kreftir inni á fastlandinum arbeiddu stikk mótsatt. Teir vildu nakað heilt annað. Tað bleiv tíanverri ikki valt at hava ein fugl
bakkarnir, fjørðurin og um øll húsini nú fara at standa tóm? Um ikki so frægt sum eitt heimalamb fór at liva eftir, tá nú atombumban fór at bresta? Eg vónaði at doyggja av bjarta ljósinum, so eg ikki skuldi [...] nógvar av hinum eisini. Eg føldi, at eg var Hugin sjálvur, og at Jens Pauli skrivaði um mitt lív. Sitandi á Landsbókasavninum kom eg at minnast, hvussu eg byrjaði at síggja alt við eygunum hjá høvuðspersóninum [...] Tó eg veit, at dýrgripir finnast og fjalast við gráan eim. (?) Eisini, eisini tá veit eg, at lívið er gáva, eitt dýpi av dýrari tíð, sum øll skulu valla ígjøgnum rekast og villast inní. Eitt dýpi av dýrari
1: At tryggja at borgararnir í samanløgdu kommununi fáa betri tænastu. 2: At fáa meira burtur úr við at samskipa rakstur og íløgur. 3: Allir borgarar, uttan mun til bústað, fáa somu tænastu, hava somu skyldur [...] kommunu, nevndi millum annað at nú kundu kommunurnar samstarva um verkfrøðingar og slíkar útreiðslur, ið er óneyðugt at báðar arbeiða hvør sær um. Báðar kommunurnar vera við til at gera fíggjarætlanina fyri [...] tilreiðar at kalla seg íbúgvar í Vága Kommunu. Valið av kommunustýrislimum verður annan týsdag í novembur. Sjálv samanleggingin verður framd 1. januar 2009. Høvuðspunktini í sáttmálanum eru hesi trý: 1:
hesum sambandi at viðgera krav teirra, sum má metast at vera víðgongd generalisering, loyvi eg mær at vísa til- og minna á- at í altjóða høpi eru konventiónir og yvirlýsingar, sum eru ætlaðar at verja barnið [...] fosturtøkuspurningin altjóða rættindi hjá kvinnum. M.a. vísa hesi til "rættin" hjá kvinnum at ráða yvir egnum likami, og meta at Føroyar hava skyldu at undirleggja seg altjóða konventiónir, heldur enn egnar [...] viðtikin 4. nov. 50), og Barnarættindarkonventónin hjá S.T. ( viðt. í 89). Her verður m.a. sligið fast, at: ...barnet, som følge af sin fysiske og psykiske umodenhed, har behov for særlig beskyttelse og omsorg
ov tíðliga at siga, hvussu verður á valinum í november. Í dag fært tú heldur ikki borgarstjóran at siga, um hann fer at stilla uppaftur. - Tað veit eg ikki at siga í løtuni, men eg veit, at eg brenni líka [...] heldur skuldu verið niðri í bygdini, men sjálvur haldi eg, at góðir møguleikar eru at dagføra hølini á Krossinum. Hann sigur, at tíðin fer at vísa, hvussu hetta málið best verður loyst í sátt og semju [...] úr tunlinum. Hann fegnast um, at alt, sum kommunan skyldar, er goldið, og í staðin fyri at skylda nøkrum nakað, eigur kommunan nøkrar krónur á bók. - Jú, vit hava roynt at ansa væl eftir, hvussu vit hava
altíð vita best, og er sum skapt til at leiða fjøldina, sum ikki dugir at hugsa sjálv! Hesi sjónarmið eru vandamikil. Og eftir bestu sannføring míni, eru viðvirkandi til, at taka allar skorðar undan okkara [...] skíggjanum at síggja til, so eru hann og samgongan við at føra okkum út av eggini! Við ógvusligum yvirtøkum fyri 100 tals milliónir, við øktum skatti sjálvandi eisini í 100 millióna klassanum fyri at halda [...] og søgdu okkum øðrum, at trupuleikin, hví vit vanligu einki skiltu, var hann, at har valdaði ?vísindaliga? kommunisman, og tað mátti man í minsta lagi vera akademikari fyri at skilja! Sjálvt forfylgingin