tað serliga nógv av damuni og ommum og abbum at ansa eftir børnunum. Tað krevur eitt familjutoymi, og tað havi eg 100%, sigur Guðmundur fegin. – Tað, at ætlanin fyriliggur og tey vita, nær eg venji, ger [...] brennur fyri tí og elskar tað. Tað er tað, sum drívir og er gleðin við ítróttinum og menningini aftanfyri. Tað er ein dýr ítróttargrein, súkklur o.a. kostar nógv. Stuðulin, ein fær her heimanífrá og frá møguligum [...] í ungum árum hevur tveitt bæði fótbólt og kappróður frá sær, tí hann metti seg vera betur egnaðan til einstaklingaítrótt. Og tað er hann. Tað siga úrslitini, og tað kunnu tað ikki vera tvær meiningar um
Tá verður bussurin brúktur og nøkur eru á legu, meðan hini eru á heiminum. ? Tað besta hevði verið at fingið eitt umlættingarheim fyri børn og ung og eitt annað fyri vaksin og eldri ella ein stovn við fleiri [...] einum vanligum sethúsum. Kalt er úti, og tá vit koma innar er kaffiroykur langt út í gongina. Og inni í stovuni standa karamellur, mandarinir og góðgæti á borðinum, og ein fær veruliga kensluna av, at jólini [...] Kring borðið sita fýra kvinnur og bíða. Tvey starvsfólk, og tvær mammur. Og eru tær ógvuliga prátingarsamar, tá prátið fer í gongd um Frítíðarheimið, virksemi tess og ætlanirnar fyri í morgin dagin. Tí
tjóðskapligur samkomudagur og ein kirkjuligur hátíðardagur. Nógv er í landi og fólki okkara, sum skilir sundur. Fólkið býr spjatt í oyggjum og avbygdum, firðir og fjøll skilja og byrgja, og sundurlyndið er sterkt [...] Havnar á Ólavsøku, til ting og stevnur, til fundir og samkomur, til leikir og ítróttir, til dans og skemtunar, til at hitta vinir og frændur. Ólavsøkan hevur verið ein samkomu- og samfelagstíð hjá fólki okkara [...] kann man siga og samstundis lata dyrnar upp fyri nýggjum talentum. Tí er tað eisini spennandi at fáa ungu listarfólkini við, sigur formaðurin í dómsnevndini og gleðist um, at alt fleiri ung og ókend listafólk
komin aftur á arbeiðið við at útbúgva venjarar og leiðarar. Fyrsta stigið fevnir um skeiðini “Ítrótt fyri børn og ung” og “Ítrótt, venjing og skaðar”, og fyribils er ætlanin at halda áfram við at skipa [...] umstøður til ítróttirnar golf, tennis og skjóting. Og so skal ein loysn finnast á, hvussu vit hýsa øllum teimum millum 2.500 og 3.500 ítróttafólkunum, leiðarunum, fjepparunum og tíðindafólkunum, sum koma til slíkar [...] vera ein uppgáva hjá ÍSF at taka lut í og skipa fyri tiltøkum, sum fáa sum flest út at røra seg og íðka ítrótt. Tað eru jú nógvir føroyingir, sum íðka ítrótt og røra seg uttan at vera limur í einum av
dýrasta, vit eiga og tað vit eiga fram um onnur. Eitt heilt samfelag, sum tað ber til at síggja og vita um í øllum sínum limum og lutum. Har tað næstan ber til at vita hvønn einstakan nevndan og at kenna fólkið [...] allari skipan og útgerð og við øllum tí samskifti, sum eyðkennir tey stóru samfeløgini og tey stóru londini. Ein bygd, ið er mynd av øllum heiminum, her í stytting og samansjóðing so avmarkað, at lítið [...] eftir í roynd og veru at hava staðið á odda fyri at byggja og skapa ein nýggjan bý. Føroyska høvuðsstaðin. Nú skuldi skaldskapurin fáa fulla tíð. Gunnar tveitti seg út í óvissuna. At skriva og skapa í einum
parturin av rakstrinum fer til at halda prestagarðarnar, og til lønir til biskup og prestar. Umframt raksturin av stiftstjórnini. Rakstur av biskupsgarðinum og tí fyrisiting, har til hoyrir. Føroyski parturin [...] til hvørja kirkju í landinum. Og tað er kirkjuráðið, sum skal taka sær av at menna og styrkja tað andaliga arbeiðið, sum gjørt verður á staðnum. Bæði hvat ytri karmum og innihaldi viðvíkur. At sita í [...] samfelagstænastu at kalla. Og lítli áhugin fyri hesum starvi speglast aftur í valluttøkuni, tá val er til kirkjuráðini fjórða hvørt ár. Hesi val eru skipað eins og kommunu- og løgtingsval, men luttøkan
at vit hava meldað út í eyst og vest, tí tað skapar ótryggleika og fjáltur á kommunurnar, og tí er ætlanin at seta ein bólk við løgtingslimum úr øllum politiskum flokkum og avvarðandi landsstýrisfólkum [...] kjakast um kommunusamanlegging, greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, javningarskipan o.s.fr. Tilgongdin hevur verið ómetliga long, og spurningurin er, um vit yvirhøvur eru komin nakran [...] fyri at loysa kommunalu uppgávurnar. Talan var um eina inntøku- og útreiðslujavning. • Eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur • Blokkstuðulsskipan, sum skuldi tryggja, at tað var neyðug
vit um jólatræið, og børnini fingu sínar gávur, og so fóru vit tíðliga í song. Hannefía minnist ikki, um tey ótu nakað serstakt jólaaftan, men tey fingu gávur og sungu jólasálmar. Og jóladag fingu tey [...] yvirflóð av øllum, og jólini vara í fleiri mánaðir. Tá gleddi man seg til jólaaftan, tí tástani komu jólini. Og tað var nakað heilt serligt, minnist Poul Sørensen. Hann er føddur í Havn og hevur búð her alt [...] ður var nakað serligt. Alt var sum vant, og jólini komu ikki fyrr enn jólaaftan. Hannefía Næss er av Kirkju, men kom til Havnar sum ung at vera arbeiðskona, og hon fór aldri út aftur til Fugloyar. Jólatræ
seinnu árini. Hetta eru øll fitt og dugnalig fólk, og enn sum áður er fiskavirkið í Skopun eitt gott og gevandi arbeiðspláss, sum framvegis hevur stóran týdning fyri Skopun og aðrar bygdir í oynni. Færri skip [...] sæð fram til. Vit stóðu uttanfyri virkið og hugdu at, hvussu leikur fór. Menn vóru komnir av Eiði og suður higar at leggja fólki í bygdini lag á, hvussu skerast og arbeiðast skuldi. Um hetta mundið vóru [...] r av hesum slagnum í Føroyum, eitt á Eiði og eitt annað í Sørvági. Tá vóru ongar maskinur – og øll framleiðslan fór fram við knívi í hond. Menn lærdu menn, og síðan lærdu menninir kvinnurnar at skera.
seks á morgni, og Ringvegurin í Havn er tómur. Ikki ein bilur er at hóma, og bert í nøkrum einstøkum húsum her og har, er ljós. Veðrið er illfýsið. Vindur og eitt sindur av regni nú og tá og tað er enn myrkt [...] morgun, men tað er ikki so at tað bilar. Hundarnir, Joy, Fram og Her renna og spæla á vegnum omaneftir. Teir fara ongantíð langt burtur og akta sera væl. ? Hesin túrurin er akkurát passaligur um morgnarnar [...] hon var heilt ung hjálpti hon til á garðinum, og nú hevur hon sjálv yvirtikið garðin eftir pápa sín. ? Her er altíð nóg mikið at gera. Ein noyðist tíðliga upp allar dagar, eisini jólaaftan og á ólavsøku,