-Túrurin í Noregi er ein liður í at kunna seg og fyrireika, áðrenn tað endaliga verður farið undir at fyrireika eina føroyska kolvetnislóggávu sigur løgmaður. Hann vísir á, at tað er væl Noreg, sum í okkara [...] eikunum í Noregi. Løgmaður hevur annars eina innbjóðing at vitja í Bretlandi. Hann sigur, at tað hevur ikki verið høvi at fara til Bretlands enn men vónar, at tað verður eitt sindur seinni. Í London Um [...] vitjan í Noregi fer ein føroysk samráðingarnevnd undir samráðingar í London um ásetan av marki millum londini. Løgmaður vil ikki gera viðmerkingar til hesar samráðingar. Heldur ikki formaðurin í nevndini
samarbeiði, eitt nú í Írlandi og í Norðsjónum. Í Norðsjónum hava feløgini verið gamlir kenningar í mong ár á Ekofisk-feltinum. Nú fleiri av hinum bólkunum, sum arbeiða við Føroyum, hava 3 og eisini 4 feløg [...] verið á fundi í GEM, sum hevur hildið seminar í Havn í vikuni. Hetta um umhvørvissamar-beiðið millum oljufeløg og føroyskar stovnar. Richard Mott dylur ikki fyri, at hann og starvsfólk í Phillips sum heild [...] alla verðina. Phillips hevur leiting í gongd í 17 londum, av av teimum eru serliga trý øki, sum hava fyrsta prioritet. Teirra millum eru Føroyar. -Tá vit vóru í Føroyum fyri hálvum øðrum ári síðani, søgdu
til bretsku stjórnina í sambandi við, at bretar herfyri einvíst kannaðu (designeraðu) sær rættin til tveir teigar í tí ?Hvíta økinum?, ið liggur sum eitt ongamannaland millum bretskt og føroyskt øki. Tað [...] gálvað eftir Danmark og Føroyum í hesum málinum, ið snýr seg um rættin til ein stóran bita av undirgrundini nærhendis oljukelduni Suilven, sum BP fann fyri einum ári síðani. Í summar kunngjørdi bretska [...] designera tvs. kannað sær tveir teigar í tí Hvíta økinum tætt uppat Suilven-fundinum, ið liggur á sjálvum markinum millum bretskt øki og Hvíta økið. Tá úttalaði leiðarin í føroysku samráðingarnevndini Árni
nakað og veruligt virksemi fer í gongd, so verður brúk fyri tí stóru ekspertisuni í Føroyum. Pauli Einarsson vísir eisini á týdningin, sum virksemi bygt upp í Føroyum kann fáa í aðrar mátar. Kemur t.d. eitt [...] Einarsson heldur, at tey feløgini, sum fara at vísa Føroyum áhuga, fara eisini at etablera seg her. Í hvussu er fara tey at stovna deildir í Føroyum. -Um tey fara at skráseta seg her beinanvegin er tó [...] eitt felag, sum er skrásett í ES, til Føroya at arbeiða, so kann tað arbeiða tvørtur um markið, tvs. at tað kann verða etablerað í Føroyum og samtíðis kann tað veita tænastur yvir á bretska økið. Tá fara
viðfangi á, at Arco er eitt av teimum mest virknu oljufeløgunum í Alaska. -Vit í Arco halda, at viðurskiftini í Føroyum og í Alaska í nógvum førum eru so meinlík, at tað hevði verið rætt at boðið føroyingum til [...] so er talan um, at 10 ella í mesta lagi 15 føroyingar fara til Alaska í vár ella helst tíðliga í heyst. Longsta oljuleiðing Oljukeldurnar í Alaska eru har norðuri og eysturi í landinum. Talan er fyrst og [...] møguliga goymir seg í føroysku undirgrundini og fyrireika okkum til at vera við í fyrstu útbjóðingarrunduni sigur kunningarstjórin hjá Arco í Bretlandi, Elizabeth Wild við Sosialin. Hon vísir í sama viðfangi
Nógv stóð á formanninum í danska sosialdemokratíinum, Poul Nyrup Rasmussen á vetri í 1992. Tá fekk hann nevniliga greið boð frá táverandi løgmanni og formanni í javnaðarflokkinum, Atla Dam: tók Nyrup ikki [...] nini. Hetta kom fram í Degi og Viku hóskvøldið. Fyrr í vikuni visti sjónvarpið annars at siga frá einum brævaskifti millum táverandi forsætisráðharran Poul Schlüter og formannin í sosialdemokratíinum, [...] við føroyingar í september 1992. Teir høvdu jú í áravís sagt, at føroyingar skuldu hava eina grønlendska skipan umframt eitt samarbeiði millum donsk og føroysk feløg um troytan av ráevnum í undirgrundini
Landsrætturin sigur í viðmerkingum sínum, at Nólsoyar Páll er skrásettur sum vaktarskip í føroysku skipaskrásetingini. Við hesari grundgeving og øðrum, sum fyrr eru førdar fram í Føroya Rætti, verður [...] kann enn minni brúkast sum vaktar- og bjargingarskip. Síðan hendi nakað, sum ikki so ofta hendir í Føroyum. Málið fekk avleiðingar fyri teir, sum høvdu siglt skipið heim. Fyri leiðaran á Vaktar- og Bjar [...] vitni og tveir skipakønar menn. Bæði vitnini høvdu verið í Føroya Rætti, men bert annað teirra hevði nakað at leggja afturat tí, sum hann hevði sagt í Føroya Rætti. Hann segði landsrættinum, at hann ongantíð
øll útgerð í dag kemur. Tað eru umleið 120 fjórðingar av Foinavenleiðini til Havnar, meðan teinurin til Aberdeen er 250 fjórðingar. -Tvs. at eitt útgerðarskip, sum tekur olju og vatn í Føroyum, kann hava [...] føroyska fiskimarkinum, Foinaven. ?Grampian Frontier? er einki minni enn ein perla í tí sera stóra flota av útgerðarskipum, sum í dag arbeiðir á øllum heimsins høvum. Talan er um eitt fleirbrúksskip, tvs. at [...] skuldi onkur vanlukka hent í umhvørvinum. Umframt at vera hjálparskip á Foinaven oljufeltinum, so veita skip og útbúgvin manning eisini alla hugsandi hjálp til fiskiskip oo., sum koma í havsneyð ella fáa aðrar
eitt enskt oljufelag við áhugamálum m.a. í Ruslandi. Partapeningin í Føroya Kolvetni uppá 500.000 kr. eiga partaeigararnir í Dana Petroleum og so nakrir føroyingar. Í løtuni vitjar Niels Sørensen føroyskar [...] bert fýra árum vorðið til eitt meðalstórt bretskt oljufelag við stórum inntøkumøguleikum í eitt nú Ruslandi. Ein av oddamonnunum í Dana og samtíðis nevndarlimur í Føroya Kolvetni er Graham Steward, sum eisini [...] viðurskifti er hann eisini innarliga í, hvussu eitt oljufelag virkar. Ráðgevi hjá Føroya Kolvetni í løtuni er Tom Cross, sum er stjóri í Dana og annars hevur arbeitt í oljuvinnuni seinastu 15 árini. Harumframt
íløgur í leiting her, hóast tað í dag er kostnaðarmikið. Nettup í hesum máli hevur tað so ómetaliga nógv at siga, at tey mest áhugaverdu økini kunnu bjóðast út, og tað vita vit, at tey ikki kunnu í løtuni [...] vit. Eftirbátar! Í oddagrein okkara í gjár loyvdu vit okkum at gita, at føroyingar - út frá filosofiini um at hava sum minst av útreiðslum uppá oljuvirksemi í hesi fasuni - eru eftirbátar í Hvíta økinum, [...] av slíkum málum - í hvussu er í fyrstu atløgu. Um hetta ber boð um, at vit longu hava fingið meira sjálvstýri, skulu vit ikki gera viðmerkingar til her. Hvat ætla bretar? Innihaldið í brævinum frá Robin