endamáls í minst møguligan mun at ávirka ferðslu og virksemi í tí øki, vant verður. Meginreglan er, at tann, sum venur, skal víkja fyri ikki at ávirka ferðslu ella virksemi, t.d. fiskiskap. Hetta er fjórða [...] eisini í føroyskt sjóumveldi at gera samskipandi siglingar-, flog- og leitivenjingar. Talan er um eina antikavbátavenjing, ið hevur til endamáls at vísa og samstundis styrkja evnini hjá NATO at standa [...] sjóumveldi og loftrúmi verður í høvuðsheitum vant norðanfyri. Vant verður ikki millum oyggjarnar ella á firðum og sundum, men okkurt skip kann hugsast at koma í havn ella leggja leiðina nær landi. Mesta
hava møguleikan at fara í barsil, men teir fara ikki í barsil. Kanska er tíðin komin, at krevja páparnar heim í barsil? Nú tá mamman og pápin eru til arbeiðis, so sigur tað seg sjálvt, at bæði eisini eiga [...] samanlagt í miðal fleiri og 60 tímar um vikuna, tað er nógv meira enn í 1978. Samstundis krevur dagurin og vegurin meira, so at tað ber snøgt sagt ikki til at fáa arbeiðslív, heimalív og frítíðarlív at hanga [...] summarfrítíðina. Hetta líkist ongum. Afturat hesum, so eru tað eisini nakrar kvinnur, ið eru settar í starv í eitt skúlaár, sum fara í barsil í skúlaárinum. Vit síggja javnan, at dugnaligar kvinnur, sum
er ikki ein sjálvfylgja. Tað eru tey, sum tora at ganga undan, sum bera hetta á mál. Tey, sum fáa okkum at minnast á, hvat tað merkir at vera menniskja – og at geva øðrum ein møguleika er eisini at geva [...] vísa á og lyfta tey, sum vísa ágrýtni og samfelagssinni í verki. At tryggja, at so nógv sum gjørligt hava møguleika at luttaka í arbeiðslívinum, er ikki bara gott fyri einstaka menniskjað. Tað er eisini ein [...] mikið trýstur, at arbeiðsgevarar ofta ikki hava møguleika og yvirskot at seta starvsfólk, har tað er neyðugt, at arbeiðsgevarin hevur ein hugburð, sum meira sær møguleikar enn forðingar. Í dag heiðra vit
umbering fyri at vísa á, at roknistykkið í frágreiðingini ”Fíggingarleistur – Suðuroyartunnilin, Oktober 2024” er misvísandi, og at tað ikki kann brúkast sum avgerðargrundarlag fyri, um Suðuroyartunnilin [...] rásarúmið, at gera aðrar neyðugar íløgur. Hetta vístu vit løgmanni og Løgmansskrivstovuni á, á fundi í Tinganesi 7. juni 2024, Føroya Løgtingi í einum skrivligum fyrivarni til frágreiðingina í oktober 2024 [...] ina í mars 2025. Og nú í einum greinastubba á heimasíðu Landsbankans, har vit tóku ov harðliga til orðanna. Løgmansskrivstovan vísir í almennum skrivi á, at tað eru fleiri aðrar útrokningar við í umrøddu
og kaka at fáa. Tað siga tey í Sunda kommunu í dag, og her verður lagt aftrat, at øll eru hjartaliga vælkomin. Góð og støðug starvsfólk hava stóran týdning fyri vælvirkandi stovnar, og í sambandi við dagin [...] Hetta verður hátíðarhildið í allan dag. - Í morgun hevur góður morgunmatur verið fyri starvsfólkum og børnum á stovninum, hoppiborg stendur uppi, og millum klokkan 15 og 17 í dag verður kaffi, frukt og [...] gávu. - Lív hevur 20 ára starvsdag, og Valborg hevur 15 ára starvsdag. Í Sunda kommunu fegnast tey um góðu dagstovnarnar - og ikki minst dugnaligu og støðugu starvsfólkini á stovnunum. - Við hesum vilja
fyrimunur. Persónligir førleikar Vit vænta, at tú hevur hug og hegni at undirvísa, at tú ert fakliga væl fyri, at tú vil taka virknan lut í at menna Miðnám í Suðuroy, og at tú trívist saman við ungdómi. Harafturat [...] umfatar at undirvísa sambært námsætlanum. Herundir at leggja til rættis undirvísingargongdir og gera undirvísingarfrágreiðingar, umframt at taka lut í øðrum uppgávum, ið ikki beinleiðis eru knýttar at fakligu [...] samsvarandi útbúgving, ið gevur førleika at undirvísa á miðnámi. Námsfrøðilig útbúgving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Umsøkjarar, ið verða settir, skulu vera sinnaðir at fara undir námsfrøðiliga útbúgving
Eingin ivast í dag, um týdningin, ið verkafólk hava í Føroyum, og vónandi ivast eingin longur í, at tað gevur meining at savnast í fakfeløgum og krevja sín rætt! At fara í verkfall er ikki nakað, ið vit [...] eitast at umboða okkum. Tey sum tosa nógv frá í erva! Á kontórum, í løgtinginum, í stýrum og nevndum. Tey tykjast langt síðan at hava gloymt arbeiðaran, ið stríðist fyri at fáa samfelagshjólini at mala. [...] ella fyri at gera lívið trupult fyri føroyingar. Men vit høvdu einki annað val, enn at fara í verkfall. Okkara mál var alla tíðina at fáa umboðini fyri arbeiðsgevararnar at flyta seg, og at tryggja okkara
merkini og finna útav, um hetta ikki er nakað fyri tey. - Vit vilja fegin geva øllum møguleikan at uppliva góðskuna á hesum klæðunum – og ikki minst síggja, at tað ber væl til at fáa góð barnaklæði fyri ein [...] 100 góðkend, sum merkir, at eingi skaðilig evni eru í. - Vit ynskja at veita føroyskum familjum góð og bílig barnaklæðir, sum tey kunnu fáa fatur á beinanvegin - uttan at noyðast at bíða eftir sendingum úr [...] Í Alvaró í SMS hava tey lagt stóran dent á, at øll skulu hava møguleikan at keypa góð barnaklæðir fyri ein bíligan prís. Seinastu árini hava Ásvør og Hallgerð, sum eiga og reka Alvaró, selt fleiri merkir
spæla í Gundadali ímóti HB. Síðsta leygardag var TB um reppið at vinna stig í Gundadali ímóti HB, sum skoraði 3-2 sigursmálið í síðstu sekundunum. Tvøramenn mundu hava ánilsi um, at hetta fór ikki at vera [...] teir fóru at vera so tætt við at vinna stig. Frá fyrsta bríksli var KÍ í álopi, og tá ið 20 minuttir vóru farnir, hevði Árni Frederiksberg skorað tvey mál. Hetta vóru fyrstu málini hjá Árna í ár, og hann [...] TB í kvøld hildu altjóða arbeiðaradagin í Klaksvík. Hálvleiksstøðan var 5-0, og KÍ vann 10.0 Úrslitið ber við sær, at KÍ hevur 24 stig fyri átta dystir. NSÍ hevur 21 stig, og leygardagin fer NSÍ at spæla
nsatori er virkin í meginøkinum. Gagnnýtslan av vindorku er farin úr 53% í 2022 upp í 68% í 2024. Gagnnýtslan væntast at verða enn betri, tá fleiri battarískipanir verða settar upp í meginøkinum komandi [...] komandi árini. Harumframt kemur gagnnýtslan at økjast í sambandi við, at farið verður undir at selja avlopsel seinri í 2025. Útreiðslurnar øktar Tó at burðardygga elframleiðslan hevði við sær eina lækking á [...] útreiðslurnar til olju ikki minkaðar tilsvarandi. Sev rindaði 215 mió.kr. fyri olju í 2024 móti 217,2 mió.kr. árið fyri. Hetta tí at Sev er álagt at rinda hægri umhvørvisavgjald í 2024. Útreiðslurnar til