Bergvold farin heim

HB hevur sent miðvallaran heim, men tað er ivasamt hvussu nógv kemur inn

Í kvøld letur flytingarvindeygað aftur í Føroyum. Lásini á vindeyganum hjá HB mugu helst smyrjast, tí tað hevur verið so nógv til- og frágongd seinasta hálva árið. Nú er Martin Bergvold sendur heim, og sum skilst er avtalan upp á pláss millum partarnar.

 

Les eisini: HB vil av við Bergvold

 

Úr HB ljóðar, at einki keyp liggur í kortunum til í kvøld, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur. Stóra vónin er at fáa Aleksandar Stankov at blíva verandi. Hann hevur ein fyribils sáttmála, men flytingarvindeygað í Danmark letur ikki aftur enn.

 

- Ætlanin er at Aleksandar Stakov heldur fram í HB, segði Sigfríður S. Clementsen fyri kortum við ÍtróttarSosialin.

 

HB leigar væntandi Ára Mohr Olsen út til EB/Streym, meðan Heðin Hansen er fluttur aftur til Víking. Umframt tað, so eru Daniel “Elly” Pedersen og nú Martin Bergvold fluttir aftur til Danmarkar.

 

Sum skilst, so hevur HB havt radaran frá og leitað eftir avloysarum fyri Daniel Elly Pedersen og Martin Bergvold.