Bjarni Nielsen takkar fyri seg

Føroya sterkasti maður hevur valt at gevast

Føroya sterkasti maður seinastu fimm árini, Bjarni Nielsen, hevur valt at sleppa dreyminum um at røkka altjóða tindunum. Prísurin fyri at verða ein sterkmaður er ov høgur. – Tá tú vigar 150 kilo, so skalt tú bera tað við tær hvønn dag, sigur Bjarni Nielsen við ÍtróttarSosialin, sum kom á gøturnar í gjár.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Bjarni Nielsen hevur síðani 2014 verið føroya sterkasti maður. Hann sigur við ÍtróttarSosialin, at tað eru fleiri orsøkir til, at hann nú gevst sum sterkmaður. Hann segði fyri fýra árum síðani, segði Bjarni Nielsen, at hann fór at satsa alt upp á at røkka altjóða tindunum.

 

Hetta hevur 30 ára gamli sterkmaðurin nú gjørt, men enn er langt á mál og prísurin er høgur. Tí hevur Bjarni Nielsen nú valt, at raðfesta onnur ting í lívinum. Les alla samrøðuna í ÍtróttarSosialinum.